Babyboom

Les á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu greinina babyboom
Í hesari yvirskrift brúkar Tórshavnar kommuna hugtakið babyboom. Greinin er á heimasíðuni hjá kommununi sjálvari.
Lesið greinina og svarið uppgávunum, sum eru niðanfyri.
Uppgávur:
Hvat merkir babyboom? Hvør er upprunin til hetta heitið?
Hugsa tær, at tú og títt húski búgva á bygd og skulu flyta. Tit hava ikki gjørt av, hvar tit flyta. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu lesa tit, at fólkatalið veksur. Hvønn týdning hevur tað fyri tykkara flyting?
Hvønn týdning hevur tað, at ein stór kommuna hevur eina virkna heimasíðu?
Farið í Listaskálan í Havn, har ein skúlatænasta er. Opið er allar dagar uttan mánadag. Biðið frammanundan um at síggja verkið Babyboom hjá Astrid Andreasen frá 1997. Per á Hædd hevur avmyndað verkið, sum sæst til høgru. Babyboom er stórt og mátar 258 x 159 cm.
Hvat er tilfarið, sum Babyboom er gjørt úr?
Skiftið orð um list og hvat, ið er list. Er hetta list? Minnist til at grundgeva. Grundið yvir heitið á verkinum. Hvat mann listafólkið hava ætlað við verkinum og heitinum Babyboom?
