Flestu fødd á Landsjúkrahúsinum
Far á hesa síðuna á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum
Flestu børn verða fødd á Landsjúkrahúsinum. Eins og flestu almennu stovnar, ið hava nógv virksemi og nógv starvsfólk, hevur Landsjúkrahúsið eina heimasíðu. Beint eftir ársskiftið plagar Landsjúkrahúsið at upplýsa, hvussu nógv børn vórðu fødd í farna ári.
Uppgávur:
Hvussu nógv børn vóru fødd í øllum landinum í 2016? Hvussu er býtið millum Landsjúkrahúsið og onnur støð í landinum, tá umræður føðingar?
Hvar ert tú fødd ella føddur? Ger eina talvu, sum vísur, hvar øll í flokkinum eru fødd.
Hvussu nógv sjúkrahús eru í landinum? Spyrjið tykkum fyri, og takið støðu til, um færri ella fleiri sjúkrahús eiga at vera í landinum.
Hvussu nógv fólk munnu arbeiða á Landssjúkrahúsinum?
Hvønn týdning hevur tað fyri okkum, at eitt arbeiðspláss sum Landsjúkrahúsið hevur eina heimasíðu? Hvat heldur tú um teirra heimasíðu?