Um temasíðuna
Temasíðan Shakespeare vendir sær breitt til lærarar í enskum, føroyskum, leiklist og søgu. Til ber at kava niður í eitt partsevni, sum til dømis sjónleikaraumhvørvið í tykkara heimstaði, og lýsa tað í eini verkætlan ella reportasju at leggja fram í flokkinum.
Yvirskipaða ætlanin við temasíðuni er, at lærarin saman við næmingunum, skapar eitt forvitni at finna inn í tað fagurfrøðiliga, sum altíð er í teksti. Umframt at vera orð, er tekstur eisini rytma, ið vit kunnu klappa afturvið.
Teksturin kann vera eftir Shakespeare, sum er á enskum, ella í føroyskari týðing. Men tekstur við stuttligum rytmum kann eisini vera í barnasangum og jólasálmum. Ørindislagið kann vera jamba, sum ofta hoyrist hjá Shakespeare.
Í bókalistanum sæst, hvat tilfar er í Námi. Vit vita ikki alt, men til ber altíð at tosa við Snartoymið um tilfar og uppskot. Og so kann henda, at onkur flokkur fær hug at vitja London við Shakespeare í huga. Tá ber til at filma við fartelefonini, soleiðis sum vit hava gjørt á hesari temasíðu, og sum vónandi er ein kveiki til stuttliga undirvísing við einføldum amboðum, sum vit altíð hava uppiá okkum.
Verkini hjá Shakespeare
Tilfar um Shakespeare
Bókavørðurin í Námi, Lis í Jákupsstovu, sigur frá, hvat tilfar eftir Shakespeare og um hann er tøkt hjá skúlum og lærarum at brúka í Námi...
Hamlet
Eitt av kendastu verkum Shakespeare, ein tragedia um prins Hamlet og hevndarhug hansara...
Romeo og Julia
Ein romantisk tragedia um tvey ung, sum elska hvørt annað, men verða sundurskild av familjustríði...
Dreymur jóansøkunátt
Ein skemtileikur fullur av romantikki, gandakendum verum og fløkjum...
Harðveðrið
Ein søga um Prospero og dóttir hansara Mirandu, og um hevnd móti bróðrinum...
Julius Caesar
Tragedian um politisku samansvørjingina og morðið á rómverska leiðaran Julius Caesar...
Keypmaðurin í Venesia
Ein skemtileikur við álvarsomum evnum um skuld, rættvísi og miskunnsemi...
Macbeth
Ein tragedia um girnd, vald og tað syndarliga fallið hjá skotska harra Macbeth...
Othello
Tragedian um Othello, mauriskan herovasta, og svikaráðini hjá Iago, ið leiða til undirgang...
Um Shakespaere
William Shakespeare var ein týðandi rithøvundur og sjónleikaskald, ið hevur havt varandi ávirkan á enska málið og heimsmentan. Hann varð føddur í Stratford-upon-Avon í Onglandi og doyptur tann 26. apríl 1564. Meðan nógv er kent um hansara verk, er lítið kent um hansara persónliga lív.
Shakespeare skrivaði yvir 30 sjónleikir, fleiri enn 150 sonatur og eina røð av øðrum yrkingum. Hann var serliga kendur fyri at lýsa menniskjansligar kenslur og konfliktir við eini serligari málsligari nærlagni. Stílurin hjá honum, sum fevnir um bæði komediur og tragediur, hevur í dag sama virði sum tá.
Hansara leikir, eitt nú Hamlet, Macbeth, Romeo og Juliet og Othello, eru framvegis sera virðismettir. Tey verða framførd og tulkað kring allan heimin, bæði í upprunaskapi og í nýggjum, fríum tulkingum. Arbeiðið hansara við Globe-sjónleikarahúsinum í London gjørdi tað møguligt at skapa verk, ið rúmdu breiðum áhugamanni, frá einfaldum fólki til adlarmenn.
Shakespeare hevur eisini havt stóran týdning fyri føroyska mentan. Føroysk týðingar av hansara leikum og yrkingum hava hjálpt til at menna føroyskt mál og miðla heimskendu mentanarligu dýrgripir til føroyska tjóð. Hann er tískil ein íblástur, bæði til føroyska bókmentaheimin og sum dømi um, hvussu stórskaldskapur kann verða altjóðagóður.
Undirvísingargongdir
Tala: “All the world’s a stage”
Eftir William Shakespeare. All the world’s a stage, And all the men and women merely players; They have their exits and their entrances...
Shakespeare á filmi
Shakespeare hevur verið fyrimynd og hevur havt ávirkan á filmsframleiðslu um allan heim, bæði í stórum filmum og sjónvarpi...
Shakespeare í Sýni & Dýpi 2
Í sBókini Sýni & Dýpi 2, sum er ætlað øðrum ári í miðnámi, er ein stórur partur, sum snýr seg um rák og tíðarskeið í mál...
Fakespeare?
Í einar tvær øldir hava fólk, ið granska søgu og bókmentir, hildið, at fleiri fólk munnu hava skrivað teir leikir og tær sonettir, sum vit vanliga siga, at Shakespeare einsamallur hevur skrivað. Ein av teimum, sum gitt verður at hava skrivað onkran av hesum tekstum er Christopher Marlowe, sum sæst á málninginum.
Uppgávur: Hvør var Christopher Marlowe og nær livdi hann? Kannið í hesi ensku grein, hvørjir hinir rithøvundarnir eru, sum kunnu fjala seg í bókarúgvuni hjá Shakespeare.
Eru onnur stór og gomul bókaverk, har ivamál kunnu vera um, hvør hevur skrivað? Hevur tað nakran týdning, at vit vita, hvør hevur skrivað ein søguligan, ein bókmentanaligan ella ein átrúnaðarligan tekst?
Edward og Shakespeare
Í Námi er floksett av bókini Apollonia, sum Edward Fuglø hevur skrivað og teknað. Hóast bókin er floygd og full av hugskotum, bindur hon seg afturat einum serstøkum húsum og einum serstøkum persóni og fleiri av hansara figurum. Hvørji eru húsini? Hvør er persónurin?
Á bls. 18, sum er avmyndað niðanfyri, fáa vit á næstseinastu reglu eina ábending um, hvør persónurin er. Bókin er ætlað miðdeild, tað er 4.-6. flokki.
Gerið avtalu um at vitja høvundan og teknaran, Edward Fuglø, og fái hann at siga frá, hvat kveikti hann at skriva hesa bókina. Kannið eftir, hvussu hann arbeiðir, og hvat tilfar og hvørjar litir hann brúkar.
Shakespeare í Alfrøðini
Í Alfrøðini, sum kom í 1992, finna vit Shakespeare nevndan bæði undir leitorðinum Bretlandi og sum ein av tólv teim fremstu rithøvundunum. Upplýst verður, at meðan Shakespeare livdi, vórðu nógvir sjónleikir hjá honum spældir á pubbum, sum eru ensk vertshús. Her møtast fólk at eta, gista og skifta orð um gerandis viðurskifti. Vertshúsini verða ein savningarstaður, sum fær mentanarligan týdning í Bretlandi. Aftast í Alfrøðini er eitt yvirlit, sum sýnir tólv av heimsins kendastu rithøvundum í allari søguni, frá grikska Homer til franska Camus. Millum teir tólv er Shakespeare, og høvuðsverk hansara verður sagt at vera Hamlet. Eisini tólv kendir føroyskir rithøvundar verða nevndir í sama lista, frá Hammershaimb til Jens Paula Heinesen.
Words, words, words - at minnast Shakespeare
Páll Danielsen er yrkislærdur sjónleikari og hevur í fleiri førum spælt leikir, sum Shakespeare hevur skrivað. Shakespeare skrivar við so nógvum orðum, at eitt kent brot úr orðaríkasta leikinum er, tá høvuðsleikarin Hamlet sigur: Words, words, words.
Hvussu lærir Páll seg at minnast allan tann nógva palltekstin hjá Shakespeare, sum eisini hevur eitt serligt stev, og ber til at siga annan tekst, við sama stevi?
Jamba, jamba, jamba - ørindisføtur
Sólvá Jónsdóttir er ráðgevi í Námi. Her sigur hon við dømum frá um jamba og aðrar ørindisføtur, ið gera rytmuna í einum teksti. Eyðkendi ørindisfóturin hjá Shakespeare er jamba, sum vit eisini kunnu raka við nógva aðra staðni, eisini í jólasálmum.