1
At falda við 1 kann ikki ganga galið,
tí úrslitið verður jú altíð sama talið.
Tú kanst falda, tú kanst deila alla verðina við 1,
umaftur og umaftur, tó einki verður broytt.
2
At falda 2 tað kann ikki vera trupult.
2 verður 4, og talið bara dupult.
Tað er so nógv í lívinum, vit læra, um vit vilja.
At nakað verður tvífalt, er einfalt at skilja.
3
Um 3 ferðir 6 eru 6 ferðir 3,
eru færri tøl at minnast, at rokna minni stríð.
Og 3 ferðir 7 er altíð 21,
sum 7 stoltir pápar við barni og frúu.
Um 8 hundahvølpar høvdu runnið og bart,
ótu 24 pylsur, so vóru 3 í part.
Og fekk ein ketta níggjulingar úti í Skúvi,
um hon leggur 3 ferðir tað, verða 27.
4
4 naknir frensar tóku fótabað,
16 reinir labbar eftir langan dag.
Og 4 grindalokkar hugdu eftir teim,
hygg 8 – 16 – 24 - 32 bein.
5
Fingrar 5 á hondini, og vit hava 2,
og tey flestu hava eisini 10 fittar tær.
Nokk 20 tilsamans á hondum og beinum,
men tað verða 40 á skúlabørnum tveimum.
6
Sekstøl hava búk hesi rundu og snedigu.
Og 6 ferðir 6 tað er 36.
Í 6 heilar vikur eg málaði á løriftið.
6 ferðir 7, tað er ringt at minnast,
nei, 6 ferðir 7 er 42
Tað runnu 6 torvatrøll marathon á Sandi,
48 bein vunnu fram í góðum standi.
Og við gongubreytina sat ein gomul fluga,
6 bein afturat, tá 54 vit fáa.
9 ferðir 6 er 54, og 8 ferðir 7 er 56.
7
7 eiturkoppar lótu seg í skógvar,
56 tilsamans, tað vóru føtur nógvar.
Og trøllini 7 við níggju høvdum sótu,
so 63 munnar av trøllasúpan ótu.
8 - 9
Vit læra eina rímu, hvønn týsdag 9 vers,
eftir 8 vikur vit duga 72
Á jólum og um summarið skúlin heldur frí,
tilsamans 9 vikur ella dagar sekstitrý.
9 tað er hægsta talið, sum øll mugu duga,
og falda vit tvey níggju tøl, tá 81 vit fáa.
10
Og roknar tú við 10, ei úrslitið kann undra,
set tú bert eitt null afturat, og 10 verður 100.
At læra seg tabellina er næstan sum at ríma,
tað gongur av sær sjálvum, um vit bara tíma.
Kular Røtur (Orð og lag: Steintór Rasmussen)