Til læraran
Í hesi talvugreinini verður fylgt við, hvussu leikur fer fram, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.
Ætlanin við tilfarinum er í høvuðsheitum, at lærarin prátar við flokkin, um hvat hendir í Ukraina. Arbeiðsuppgávur eru eisini gjørdar til tilfarið. Tilfarið er ætlað at brúka í fólkaskúlanum. Víst verður eisini til talvugreinina Trygdarkreppan í Ukraina.
Kríggið í Ukraina í Kringvarpinum
Kringvarp Føroya hevur savnað alt tilfar um Kríggið í Ukraina á einari síðu.
Russisk innrás í Ukraina
Russland hevur gjørt innrás í Ukraina og nú er støðan kríggj í Evropa. Í flest øllum londum verður russiska innrásin í eystara parti av Ukraina fordømd. Miðlar taka evnið upp frá morgunstundini, beint sum tað hoyrdist at Russland hevði lopið á Eysturukraina.
Russar siga, at orsøkin til lógliga og neyðuga álopið er at verja teirra fólk, russar, sum hava verið fyri fólkadrápi. Hetta verður beinanvegin víst aftur sum ósannindi og ein umbering fyri at leypa á eitt annað frítt land, Ukraina, sum kann hugsast at verða innlimað í bæði NATO og ES.
Tosið í flokkinum:
- Hvar er Ukraina?
- Hví leypir Russland á Ukraina?
- Hvussu ætla Vesturheimurin og NATO at svara aftur?
- Kann kríggið í Ukraina ávrika okkum í Føroyum?
Falstíðindi
Seinastu árini hava vit ofta hoyrt, at summi tíðindi vóru falstíðindi. Ber til at vara okkum fyri tílíkum, og læra at skilja millum verulig tíðindi og falstíðindi, so vit altíð vita, hvat er rætt?
Og tá tað kemur til stykkis, hvat er so rætt og hvat er skeivt? Kunnu tíðindi vera eitt sindur av báðum? Hvar er markið fyri falstíðindi?
Halda vit rimmarfast í, at summi tíðindi bara eru røtt og onnur eru fulkomuliga skeiv, ber so til at fáa eitt útsýni og definera, hvat falstíðindi eru?
Vápnahandil
Henda grein, sum er á síðuni hjá Kringvarpinum, er um sølu av vápnum.
Uppgávur
- Tá tit hava lisið greinini skulu tit finna journalistisku kelduna, og eina frágreiðing uppá hugtakið ”gravandi” journalistar. Hvat er tað?
- Far síðan á Wikipedia og leitið eftir ensku greinini ”Arms industry”.
- Finn í greinini fram til tey lond, sum gera flestu vápn, selja flestu vápn og keypa flestu vápn.
- Skiftið orð í flokkinum, um tað kann hugsast, at kríggj hevur handilslig áhugamál?
- Skiftið eisini orð í flokkinum um, hvørt tað kann verða mett sum tøknilig framstig, tá eitt land megnar at gera bestu vápn. Takið eisini støðu til, hvat eru bestu vápn.
- Far aftur á Wikipedia og finn upplýsingar um Friðarheiðursløn Nobels. Hvørjum er virðislønin kallað eftir? Hvussu skapti Nobel ríkidømið, sum friðarvirðislønin í dag byggir á?
- Í greinini nevnir journalisturin orðafellið ”lagnunar speisemi”. Hvat merkir tað?
Ein russisk rødd
Í samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásina CNN, tosar Russiski andstøðingurin Vladimir Kara-Murza um, hvussu Russland møguliga kann fáa stjórnarskifti
Uppgávur
- Kannið á wikipedia, hvør Vladimir Kara-Murza er.
- Wikipedia nevnir tað samband, sum var millum amerikanska politikaran, John McCain, og Kara-Murza. Hvat førdi hetta samband við sær?
- Wikipedia nevnir tvær ferðir ”poison” í greinini um Kara-Murza. Greið frá, hvat hendi?
- Hvat er evnið í samrøðuni, sum amerikanska sjónvarpsrásin CNN hevur við Kara-Murza?
- Hvat veit vanligi russarin um kríggið í Ukraina?
- Hvørji eru ráðini, sum Vladimir Kara-Murza gevur?
- Í samrøðuni verður ”idependent media” nevnt. Hvat er tað?
Hetjur í krígnum – lýstar út frá sálarfrøðiligum ástøði
Uppgávur til hádeild og miðnámsskúla støði
Alt tað vit vita, hava menniskju verið upptikin av hetjum og hetjuskapi. Í miðlingini av krígnum í Ukraina hava vit eisini hoyrt um hetjur. Men hvat er ein hetja? Og hvat skal til, fyri at vit kunnu vera ein hetja?
Ongantíð aftur?
Í mong ár hevur verið sagt um kríggj og ómenniskjansligar gerðir sum holocaust, at hetta má ongantíð henda aftur. Kortini hendir tað altíð aftur. Sagt hevur eisini verið, at tann, sum ikki lærir av søguni, fer altíð at endurtaka ræðuleikarnar, sum vit læra um í søgu. Millum hesar útsagnir eru eisini ríkisleiðarar, sum lúgva og skapa falstíðindi, alt eftir, hvat hóvar teimum best beint nú.
Ukraina í søguni
Hygg eftir einum stuttum broti úr enska fyrilestrinum hjá søgufrøðinginum Yuval Noah Harari. Í Føroyum hava miðlarnir í vikur sagt okkum at kríggj er í Ukraina, tí at Russland hevur lopið á, og bumbar landið so milliónir av flóttum rýma, serliga til Póllands. Men hvat sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært søgufrøðinginum?
Zelenskyj ávarar heimin
Ukrainski forsetin, Volodimyr Zelenskyj, brúkar í hesum tíðindastubba eitt orð, at lýsa støðuna í býnum Mariopol.
- Hvat er orðið, sum forsetin brúkar um støðuna í Maripol?
- Hvar er Maripol?
- Hygg at hálvoynni Krim. Hvør ræður har í dag?
- Hvønn týdning man býurin Maripol hava í hernaðarligu ætlanunum hjá russarum?
Hvat vita russar?
Á ferð í Evropa tosar John Johannessen við Mariiu Shvets Olsen, sum hjálpir foreldrunum til Rituvíkar. Hygg eftir samrøðuni skiftið orð um spurningin:
- Hvørjum heldur familjan hjá mammu Mariiu við, tá sagt verður frá um kríggið í Ukraina?
Finnið í felag ein journalist og spyrji hann ella hana, um falstíðindi og at fjala veruleikan, tá kríggj er. Spyrji eisini um vendingina ”í kríggi er sannleikin fyrsta ofrið”. Hvat merkir tað?
Hvat ger Putin meðan bumburnar fella?
Almenna enska síðan hjá russiska forsetanum er en.kremlin.ru. Eins og síðan hjá okkara løgmanni, skal síðan verða upplýsandi, um tað, sum veruliga fer fram. Far á ensku upplýsandi síðuna hjá russiska forsetnum Vladimir Putin og svara hesum spurningum:
- Er Russland í kríggi og sæst tað á hesari síðu?
- Hvat gjørdi Putin til dømis 9. mars 2022 kl 14:15?
- Hvat hendi samstundis í Ukraina, sambært Kringvarpi Føroya?
Ein biltúrur í Evropa
Hugsa tær, at hetta er ein nýggjur føroyskur stuttfilmur.
Fyrsta uppgávan er at geva stuttfilminum eitt navn.
Eftir at tú hevur givið hugsaða stuttfilminum eitt navn, tekur tú støðu til hesar spurningar:
- Hvar eru vit?
- Hvør er støðan?
- Hvør er høvuðspersónurin?
- Hvørji eru ørindini hjá høvuðspersóninum?
- Hvønn leiklut hevur reportarin?
Hvussu er biltúrurin filmaður:
- Hvussu er huglagið? Broytist huglagið? Greið frá, hvat tað er, sum ber okkum boð um broytingar í huglagnum
- Hvør er í fokus?
- Hvørjir litir verða brúktir?
- Hvørjar eru ljóskeldurnar?
- Hvat ljóð hoyra vit?
- Greið frá kompositión í myndini.
Hugsa tær at hetta er ein stuttfilmur, sum er sendur til eina stuttfilmskapping. Tú ert í dómsnevndini, sum hevur gjørt av, at hesin filmur skal vinna. Skriva grundgevingina fyri at filmur skal vinna.
Í endanum á reportasjuni/stuttfilminum verður sagt at koma ”heim til sín”. Hvar er tað? Hvar er tað um eitt ár?
Fyrstu flóttar koma til Føroya
- Hvat hoyra vit um flóttarnar?
- Hvussu verða teir móttiknir?
- Reportarin, John Johannessen, er í Krakow við føroyskum myndamanni, Gestur J. Lómstein. Hvønn týdning hevur tað, at hava ein føroyskan reportara og myndamann á staðnum?
- “Tey vóru tóm í andlitinum”, sigur reportarin. Hvat merkir tað?
- Eru viðurskifti í reportasjuni, sum prógva at samrøðan er beinleiðis?
- Er munur á, um ein samrøða í Degi & Viku er beinleiðis ella ikki?
Ein føroysk rødd á hermótinum
Spurningar
- Hvønn týdning hevur tað, at hoyra tíðindi uttan úr heimi á føroyskum?
- Er nakar munur á, um hermenn og politikarar ella vanlig fólk, sum í hesum føri, siga frá, tá kríggj er?
- Hvønn týdning hava tíðindastovur, tá kríggj er?
- Nakað brendi seg á nethinnuna hjá mær, sigur føroyski journalisturin, John Johannessen í reportasjuni. Hvat merkir tað, at nakað brennir seg á nethinnuna?
- Onkur hevur sagt, at fyrsta ofrið í krígnum er altíð sannleikin. Hvat merkir tað?
Ógvusligar myndir
Hygg eftir samandráttinum um kríggið í Ukraina. Sjónvarpsverturin sigur, at ávarað verður um ógvusligar myndir.
Spurningar
- Hvør er tann ógvusligasta myndin, sum tú sást í krígsreportasjuni?
- Finn aðrar ógvusligar myndir, sum hava verið brúktar í miðlum, og sum eru blivnar heimskendar.
Til hádeild
Fyrstu flóttafólkini á veg til Føroya
Kríggið í Ukraina hevur við sær, at fólk í milliónatalið flýggja til Evropa. Føroyar eru eisini til reiðar at taka móti flóttafólki úr Ukraina.
Høgru megin er tíðindabrot úr Degi og viku hóskvøldið 3. mars 2022 , um tey fyrstu flóttafólkini, sum koma til Føroya. Tosað verður við ukrainsku Mariiu Schvets Olsen, sum býr í Rituvík. Hon fer komandi dagarnar til Pólands eftir foreldrunum, sum flýggja úr heimlandinum Ukraina.
Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru eisini aðrar greinar um flóttafólk, sum lærarin kann brúka í undirvísingini.
At tosa um í flokkinum
- Eiga Føroyar at taka móti flóttafólki?
- Eiga Føroyar eisini at taka móti flóttafólki úr muslimskum londum, sum til dømis Afganistan?
- Hvussu kann hvør einstakur føroyingur hjálpa flóttafólki?
- Eigur tað at vera ein almenn ella privat uppgáva at taka móti flóttafólki?
- Hvussu man tað vera at vera flóttafólk
Lærarin kann eisini gera skriviuppgávur til høvið.
Tosið við børnini um kríggið í Ukraina
Góð ráð frá trivnaðarráðgevanum
Tóra Petersen, triðnvaðarráðgevi í Námi, hevur skrivað nøkur góð ráð, um hvussu vit tosa við børnini um støðuna í Ukraina.
Brot úr Degi og viku
Í brotinum úr Degi og viku frá 25. februar 2022, verður tosað við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðing, og Eydnu Magnussen, skúlastjóra, um hvussu vit skulu tosað við børnini um kríggið í Ukraina.
Tær leggja báðar dent á, hvussu týðandi tað er at tosa við børnini um støðuna í Ukraina, tí hetta hendir lutfalsliga nær við Føroyar, og kann skapa eina óvissu millum børnini.
Landið verður avbyrgt
Ein av fyrstu avleiðingunum, tá kríggj rakar eitt land, er avbyrgingin, sum rakar øll. Eingin vágar sær hagar og allur samhandil heldur uppat. Eitt greitt dømi um hetta sæst í hesi mynd, sum er klipt av Flightradar24 á middegi eftir at Russland leyp á Ukraina. Flogførini til Føroya síggjast ovast til vinstru og longur eysturi sæst, at eingin flogferðsla er í ukrainskum loftrúmi.
Tosið í flokkinum:
- Hvønn rakar ein krígsstøða í einum landi?
- Skiftið orð um hóndbóltssamstarv við Ukraina. Kann tílkíkt samstarv byrgja fyri kríggi?
- Hvussu er støðan í evropeiskum loftrúmi sambært Flightradar24 beint nú?
Vinnan og russiska kríggið í Ukraina
Føroyar hava havt serliga góð handilsvirðurskifti við Russland í nøkur ár. Hetta er millum annað íkomið av einum ES-handilsboykotti av Føroyum, sum handlaðu við Russland.
Tveir føroyskir vinnulívsmenn greiða frá um teirra sølusambond við Russland, Ukraina og Eysturevropa, nú kríggj er brostið á.
Eisini løgmaður greiðir frá um støðuna, nú krígg er brostið á.
Hvat halda tit:
- Skulu Føroyar halda fram at handla við Russland?
- Ella skulu vit boykotta russiska marknaðin?
Dagur og vika 24. februar 2022
Smyril Line: Farmaflutningur til Russlands steðgar
- Til hvønn russiskan bý siglir Smyril Line, sambært samrøðuni?
- Fara tey at halda fram at sigla til Russlands?
- Fer krígsstøðan at hava avleiðingar fyri føroyska virksemið?
Dagur og vika 24. februar 2022
Varðin noyðist at finna aðrar marknaðir
- Hvørji sambond hevur Varðin eystureftir, sambært samrøðuni?
- Hvørji eru flutningstólini?
- Hvør er vøran?
- Pelagiska vinnan - hvør er hon?
- Hvussu størt er kundagrundarlagið hjá Varðanum, sambært samrøðuni?
- Hvørjar eru marknaðaravleiðingarnar hjá hesi vinnuni, nú kríggj er?
- Er munur á, um rakta føroyska fyritøkan er stór ella lítil?
- Fer vinnan at akta boð frá politikarum?
Dagur og vika 24. februar 2022
Løgmaður: Vit standa saman við vesturheiminum
- Løgmaður fordømir russiska álopið á Ukraina. Hvat merkir tað?
- Hvørji orð brúkar løgmaður um russiska álopið?
- Fylgir løgmaður øðrum londum?
- Hvør er møguleikin hjá Føroyum einsamøllum at gera av, hvat vit gera í hesum máli yvirfyri samhandili við Russland?
- Eru Føroyar partur av Vestur- ella Eysturheiminum, sambært løgmanni?
Ítróttur og politikkur
Finalan í Champions League flutt úr Russlandi
Ofta verður sagt, at ítróttur og politikkur ikki skulu blandast saman. Men passar tað?
Nú londini vestanfyri fara at boykotta vørur og tænastur úr Russlandi, kann tað fáa stóra ávirkan á altjóða ítrótt.
Longu áðrenn russisku innrásina, hevði spenta støðan í Ukraina tað ávirkan, at H71 gjørdi av, at kvinnurnar ikki fóru til Ukraina at spæla ein dyst í Evropa Cup, tí mett var, at støðan var ov hættislig.
Dagin eftir russisku innrásina í Ukraina gjørdi starvsnevndin í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, av, at finalan í heimsins sterkastu fótbóltskapping, Champions League, skal flytast úr russiska býnum St. Pætursborg til París. Grein á heimsíðuni hjá Kringvarpinum og Fráboðanin frá UEFA.
Her verða nevnd onnur ivamál, ið hava tikið seg upp eftir russisku innrásina.
- Í Onglandi eigur vinmaðurin hjá Putin, russiski ríkmaðurin, Roman Abramocvich, stórfelagið Chelsea. Hvat hendir við Chelsea, um russiskur kapitalur verður boykottaður í Onglandi.
- Eitt annað enskt stórfelag, Manchester United, ætlar at ógilda ein stuðulssáttmála á 350 milliónir krónur við russiska flogfelagið Aeroflot.
- UEFA og aðrar ítróttasamgongur skulu taka støðu til, hvussu landsdystir hjá Russlandi og Ukraina skulu gjøgnumførast.
- Formel 1 hevur avlýst kappkoyringina, sum skuldi vera í russiska býnum Sotji í septembur.
- Í Týsklandi hevur fótbóltsfelagið Schalke 04 tikið navnið á russiska oljufelagnum, Gasprom, av spælitroyggjunum.
- Altjóða olympiski felagsskapurin IOC skal taka støðu til, um russisk ítróttafólk kunnu vera við á paraolympisku vetrarleikunum, sum vera í marsmánaði. Í hesum sambandi skal eisini hugsast um, at nógv onnur lond eru í kríggj og bróta altjóða mannarættindi. Skulu hesi eisini boykottast?
Spurningar at tosa um í flokkinum:
- Halda tit, at tað var rætt, at kvinnurnar hjá H71 ikki fóru til Ukraina at spæla?
- Høvdu tit tora at farið til Ukraina við H71-kvinnunum?
- Halda tit, tað er rætt at flyta finaluna í Champions League úr Russlandi?
- Skal Russland boykottast í altjóða ítrótti?
- Skulu onnur lond, sum eru í kríggi ella bróta altjóða mannarættindi, boykottast? Hvussu við millum annað Afganistan, Norðurkorea, Sýria og Kina?
Radarin á Sornfelli og kalda kríggið
Sjónligasta dømi um at kalda kríggið kom til Føroya er helst radarin á Sornfelli. Finnið ein søgulærara og spyrji hann, hvussu radarin mundi koma til Føroya og hvørja nyttu hann varð mettur at hava. Spyrji søgulæraran, hvør hevði avgerðarrættin at byggja radarin í Føroyum.
Vanliga siga vit, at kalda kríggið vardi frá tíðini, tá friður varð eftir annan verðaldarbardagi í 1945 og í fyrsta lagi fram til tíðina í 1989 tá Berlinmúrurin varð brotin niður og endaliga til jólini í 1991, tá Sovjettsamveldið datt sundur.
Tosið í flokkinum:
- Mundi radarin á Sornfelli hava nakað við kalda kríggið at gera?
- Nær var radarin bygdur?
- Nær var radarin sløktur?
- Nær byrjaðu tingingar um at seta radaran upp aftur?
Amnesty International og fólkamorð í Ukraina
Spyrjið Amnesty International, Føroya deild, um støðuna í Ukraina. Serligan dent skulu tit leggja á, at russar sambært miðlunum hava sagt, at orsøkin til at leypa á, er at russar í Eysturukraina hava verið offur fyri fólkadrápi. Vestanfyri er hetta víst aftur sum ósannindi.
Arbeiðsuppgávur
- Fyrireikið tykkum um evnið ”holodomor” og hyggið eftir filminum Mr. Jones (á donskum ”Den sorte jord”)(Mr. Jones, Agnieszka Holland, Pólland 2019 119 min)
- Eftir filmsýningina gera tit avtalu við tveir næmingar, sum geva ummæli av filminum. Tveir aðrir næmingar fáa til uppgávu at lýsa høvuðspersónin í filminum.
- Veit Amnesty nakað um, at eitt fólkamorð hevur verið í Ukraina nú ella fyrr?