Skip to main content

Góð ráð frá trivnaðarráðgevanum

 

Vit vaksnu hava ábyrgdina, og her eru nøkur góð ráð til, hvussu vit kunnu hjálpa næmingunum, nú bæði ein alheimsfarsótt og eitt kríggj ávirka heimin.

Børn og ung bæði ávirkast og bera seg ymiskt at, tá óvæntaðar skakandi hendingar koma fyri. Summi børn og ung verða lítið ávirkað og hava tað fínt, uttan at vit vaksnu skulu gera so nógv fyri at stuðla og hjálpa. Og í slíkum førum er týdningarmikið, at vit ikki trýsta tey til at taka støðu til spurningar, ivamál ella kenslur, hvørki um alheimsfarsóttina ella um kríggið í Ukraina. Men vit vaksnu eiga at vera vakin og fylgja við, hvussu børnini og tey ungu hava tað, og hvat tey tosa um sínámillum, soleiðis at vit eru til reiðar at møta teimum og at stuðla teimum.

Frá eitt nú kríggjum í Afganistan og Sýria og koronufarsóttini vita vit, at børn og ung kunnu hava reaktiónir, tankar og kenslur, sum vit vaksnu skulu hjálpa teimum við. Hetta kann millum annað vera ótti, stúran, svøvntrupulleikar, afturvendandi tankar um tað, sum fer fram, dapurleiki, gleðiloysi, erkvisni, viðkvæmi ella hjálparloysi.

 

Lurta og legg til merkis, hvat barnið – ella tann ungi – hevur upp á hjartað.

Lurta eftir, hvat barnið ella tann ungi greiðir frá ella roynir at greiða frá. Viðurkenn bæði kenslur og tankar, og vissa barnið ella tann unga um, at tað er heilt í lagi og vanligt at hava slíkar kenslur ella tankar. Lat barnið seta spurningar og gev tær tíð at lurta.

 

Ikki undirmeta, hvat barnið ella tann ungi hoyrir og sær.

Børn og ung fáa ofta nógv meira við, enn vit halda. Tí skulu vit vera til staðar, nærverandi og lurta eftir tí, sum barninum tørvar hjálp til. Vit skulu hjálpa teimum at skilja, hvat tað er, sum hendir, hvar í heiminum tað hendir, og seta tað í perspektiv.

 

Gev teimum nágreiniliga kunning, ikki ov nógv, ikki ov lítið - tillagað aldrinum.

Vit skulu geva børnunum og teimum ungu hóskandi kunning. Vit skulu siga sannleikan uttan at fara í ov nógvar smálutir. Vit kunnu greiða teimum frá, at Russland, har Putin er forseti, og Ukraina, har Zelenskij er forseti, leingi hava stríðst, og at Russland hevur gjørt innrás. At hetta er ein sera harmilig støða, og at nógv vaksin kring heimin gera nógv fyri at hjálpa teimum fólkunum, sum eru rakt av krígnum, og royna at steðga krígnum. Jú eldri børnini eru, jú meira kunning kunnu tey fáa. Men best er ofta at geva greiða stutta kunning fyrst og so annars vera til staðar og til reiðar at lurta og svara spurningum og ivamálum, sum ofta koma so líðandi.

 

Fylg við í, hvat barnið ella tann ungi sær og hoyrir á sosialu miðlunum.

Vit vita, at nógv børn og ung síggja og hoyra tíðindi og filmsbrot um støðuna í Ukraina á sosialu miðlunum. Bæði røtt og skeiv tíðindi. Hetta kann bæði ørkymla og skapa óneyðugan ótta og stúran. Her mugu vit hjálpa teimum við at skilja millum, hvat er røtt og skeiv kunning. Vit eiga at geva teimum møguleika at tosa um tað, tey síggja, uttan at vit eru dømandi, og minna tey á ikki at deila filmsbrot, sum eru óhugnalig. Vit eiga eisini vísa teimum á, at tað er gott at hava fleiri langar steðgir frá sosialu miðlunum. Og at tey kunnu fáa kunning á annan hátt, antin við at spyrja tey vaksnu, ella síggja tíðindi, barnatíðindi og annað saman við vaksnum.

 

Tak tær av óttanum og stúranum og skapa tryggleika.

Nøkur børn stúra fyri, at kríggið eisini fer at koma til Føroya, ella at vinir, familja ella fólk, tey kenna, eru í neyð ella í vanda. Greið barninum frá, at hetta er ein ófrættakend støða, men at vandin fyri, at kríggið rakar Føroyar, er lítil. Greið eisini frá, at tað eru nógv vaksin, sum gera nógv, fyri at friður aftur skal valda, og veita hjálp til tey raktu.

 

Hjálparloysi.

Nøkur børn verða rakt av hjálparloysi og vónloysi í slíkum støðum. Tá mugu vit sum vaksin lurta eftir hesum tonkum og kenslum og viðurkenna tær sum heilt vanligar. Vit kunnu eisini vísa teimum á, at tað eru tey vaksnu, sum hava ábyrgdina av hesi støðu.

 

Verj tey fyri vaksnamannapráti.

Eru vit sum vaksin sera stúrin um støðuna í Ukraina, og hava vit tørv á at tosa nógv um tað, eiga vit at gera hetta, tá barnið ikki er til staðar. Børn og ung kunnu fáa óneyðuga stúran og ótta, um tey hoyra okkum vaksnu tosa um okkara stúranir. Vit kunnu tó saman við børnunum og teimum ungu vísa samkenslu við børnum og teirra familjum, sum á ein ella annan hátt eru rakt av krígnum.

 

Nøkur góð ráð, hvussu tú sum vaksin kanst styrkja teg sjálva/n – soleiðis at tú eisini betri orkar at stuðla næmingunum.

  • Liv so vanligt sum møguligt – lat ikki ótta ella stúranir taka teg av ræði.
  • Ger okkurt, sum tær dámar, fá regluligan svøvn, heilsugóðan mat, kom út í fríska luft, tosa við onnur, ven, lurta eftir góðum tónleiki, ger yoga ella meditera og avmarka, hvussu nógv tú fylgir við fjølmiðlastreyminum.