Trygdarkreppan í Ukraina
Vegleiðing til læraran
Tilfarið er ætlað at brúka í hádeild fólkskúlans. Men kann eisini við tillagingum brúkast til yngri næmingar.
Tað er ikki neyðugt at fara gjøgnum alt tilfarið. Undirvísast kann í einstøkum brotum í tilfarinum.
Mælt verður til eisini at brúka nýggjari tíðindabrot, so sum brot úr Degi og viku, í undirvísingini, og tosa um tey í flokkinum
Verandi trygdarkreppa
Inngangur - Vandi fyri kríggi
Í 2014 var kríggj millum Russland og Ukraina. Russland tók valdið á ukrainsku hálvoynni Krim eftir ein russiskt stuðlaðan uppreistur. Eisini fingu russiskt vinarligar uppreistrardeildir tamarhald á støðuni í ukrainsku landspørtunum Luhansk og Donetsk.
Síðan hevur støðan millum Russland og Ukraina verið sera spent, og nú um ársskiftið 2021/2022 er aftur vandi fyri kríggi.
Vit hyggja í heimskortið
- Hvar er Ukraina?
- Hvar er Russland?
- Hvussu langt er úr Føroyum til Ukraina og Russlands?
(á netinum eru fleiri góðar síður at máta frástøðu. Ein teirra er distance.to, aðrir frástøðumátarar kunnu finnast við at leita við leitorðunum "distance calculator") - Hvar er hálvoyggin Krim?
- Hvussu eitur havið sunnan fyri Krim?
- Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Ukraina?
- Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Russlandi?
Byrjaði á várið 2021
Verandi kreppa millum Ukraina og Russland tók seg spakuliga upp á vári 2021.
Um mánaðarskiftið mars apríl 2021 hevði Russland stórar herdeildir við markið til Ukraina.
NATO og londini vestanfyri, sum stuðla Ukraina, mótmæltu harðliga atferðini hjá Russlandi, og eftir orðakríggj í nakrar vikur tók Russland herdeildirnar aftur frá ukrainska markinum.
At tosa um
Næmingar kunnu leita á netinum at finna sær vitan
- Hvat er NATO?
- Eru Føroyar limur í NATO?
100.000 russiskir hermenn við markið
Mannagongd
Í Degi og viku mánakvøldið 17. januar vóru hesi tíðindini um støðuna í Ukraina.
- Hyggið eftir brotinum niðanfyri úr Degi og 17. januar 2022.
- Lesið tekstirnar um, hvat Russland og NATO siga.
- Svarið spurningunum í gráa kassanum
Spurningar
- Ætlar Russland at loypa á Ukraina?
- Hvat krevur Russland av NATO og vesturheiminum?
- Londini vestanfyri hótta við tiltøkum móti Russlandi. Hvørji tiltøk halda tit londini vestanfyri kunnu seta í verk, um Russland loypir á Ukraina?
- Hvussu nógv er 100.000? Samanber við, hvussu nógv fólk búgva í Føroyum.
- Hvat er eitt sokallað "False flag álop"?
Russland sigur seg ikki ætla at loypa á
Kreppan tók seg upp aftur i novembur 2021, tá ið Russland flutti umleið 100.000 herfólk til ukrainska markið, og óttin fyri russiskari innrás í Ukraina vaks munandi. Harvið var javnvágin í Evropa skeiklað.
Russland og Putin nokta fyri at ætlanin er at leypa á Russland. Men teir brúka høvið at seta vesturheiminum krøv, og teir halda eisini fast við, at teir hava rætt at hava hernaðarvenjingar á egnari jørð.
Russland krevur váttan fyri, at londini, sum fyrr vóru partar av Sovjetsamveldinum, ongantíð gerast limir í NATO. Eisini krevur Russland at NATO-herdeildir verða tiknar út londunum í Eysturevropa, sum hava mark við Russland. Eitt annað russiskt krav er, at Vesturheimurin gevst at dubba ukrainska herin við vápnum.
Óttast russiskum álopi
Londini vestanfyri eru bangin fyri, at Russland er í ferð við at leggja til rættis eina innrás í Ukraina eins og í 2014.
Tey hótta eisini við álvarsligum búskaparligum tiltøkum móti Russlandi, um landið ger innrás í Ukraina. Tað kann eisini enda við, at NATO fer inn í Ukraina við hermegi.
Hvønn veg skal Ukraina fara
USA og NATO hava ilt við at góðtaka, at Russland blandar seg í viðurskifti í sjálvstøðugum londum og londum í NATO.
NATO og Vesturheimurin halda, at Russland hevur fjaldar ætlanir við ágangandi framferðini við markið til Ukraina, og veruliga orsøkin til íkomnu støðuna er, at Russland hevur ilt við at góðtaka, hvussu Evropa hevur sæð út síðan kalda kríggið.
Russland sær Ukraina er natúrligt framhald av Russlandi. Meðan NATO og Vesturheimur halda, at sjálvstýri hjá Ukraina og einstøku londunum er sjálvsagt.
Royna at samráða seg til eina friðaravtalu
Alt meðan fólk stúra fyri, at tað kann enda við kríggi millum Ukraina og Russland, verður arbeitt við loysnum fyri eini friðaravtalu.
- Hyggið eftir brotinum niðanfyri úr Degi og 21. januar 2022.
- Lesið tekstin
- Svarið spurningunum í gráa kassanum
At tosa um
Næmingar kunnu leita á netinum at finna sær vitan
- Hví er neyðugt at samráðast?
- Hvør samráðist?
- Samráðist Føroyar nakrantíð við onnur lond?
Møguliga fara Biden og Putin at samráðast
NATO við aðalskrivaranum Jens Stoltenberg á odda hevur alla tíðina samráðst við Russland, og í januar hittust uttanríkisráðharrarnir úr teimum báðum stórveldunum, Antony Blinken úr USA og Sergej Lavrov úr Russlandi.
Hóast eingin loysn var funnin á fundinum millum uttanríkisráðharrarnar, so er framvegis samband millum partarnar, og Russland góðtók at bíða eina viku eftir skriftligum svarið úr USA.
So leingi samband er millum partarnar, brestur neyvan kríggj á. Báðir uttanríkisráðharrarnir greiddu eftir fundin eisini frá, at tað er ein møguleiki fyri, at forsetarnir báðir Joe Biden úr USA og Vladimir Putin úr Russlandi møtast á toppfundi at viðgera støðuna.
Søgulig bakgrund
Ukraina og Russland vóru partar av Sovjetsamveldinum
Russland og Ukraina vóru frá 1922 til 1991 partur av Sovjetsamveldinum. Hálvoyggin Krim hoyrdi upprunaliga til tann russiska partin av Sovjetsamveldinum. Men í 1954 avgjørdi stjórnin í Sovjetsamveldinum, at Krim skuldi vera partur av Ukraina.
Tá ið Sovjetsamveldið datt sundur í 1991, gjørdist Ukraina sjálvstøðugt land, og russiska stjórnin góðtók, at Krim var partur av Ukraina, hóast flestu fólkini í Krim eru av russiskum uppruna.
Uppgáva
Kanna, hvussu markið hjá Ukraina hevur sæð út gjøgnum søguna. Leita á netinum. Vita um, tit finna nakað samvirkið kort.
Ynskja góð viðurskifti við Russland og ES
Ukraina vil hava góð viðurskifti við bæði Russland og ES. Stórur partur av fólkinum í Ukraina, og serliga tey har vestri í landinum ynskja betri samstarv við ES, meðan tey har eystri í landinum, sum eru av russiskum uppruna, vilja hava góð viðurskifti við Russland.
At tosa um
1. Hví halda tit, at nógv fólk í Ukraina vilja hava betri samband við ES?
2. Hví er tað nærum ómøguligt, at Ukraina fer upp í ES?
Uppreistur i 2014
Viktor Janukovitsj var forseti í Ukraina til 2014. ES bjóðaði í 2013 Janukovitsj og Ukraina eina samstarvsavtalu. Hóast Janukovitsj dámdi væl avtaluna, so aftraði hann seg at taka frástøðu frá Russlandi, og tí gjørdi hann í staðin eina avtalu við Russland.
ES-viðhaldsfólk í Ukraina vóru sera ónøgd við avtaluna við Russland, og tað førdi til stórar mótmælisgongur á Frælsistorginum í høvuðsstaðnum Kyiv í desembur 2013.
Ukrainska stjórnin fór fram við harðari hond móti mótmælisfólkunum, og endin var at tjóðartingið koyrdi Janukovitsj frá sum forseta.
Uppgáva
Far á netið og finn myndir og video frá uppreistrinum í 2014
Russland tekur hálvoynna Krim
Russland stuðlaði Janukovitsj og svaraði aftur við at taka hálvoynna Krim. Hetta gekk fyri seg uttan bardagar, og russar hildu eina fólkaatkvøðu, har fólki á Krim avgjørdi at Krim var partur av Russlandi. Flestu lond í heiminum góðkendu ikki úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Russland stuðlaði eisini russiskt vinarligum uppreistrardeildum har eysturi í Ukraina. Hetta førdi til bardagar millum ukrainska herin og uppreistrardeildirnar. Síðan 2014 hava landspartarnir Luhansk og Donetsk meira ella minni verið undir valdinum hjá uppreistrardeildunum.
Spurningar at tosa um
- Nær gjørdist Krim partur av Ukraina?
- Hví var tað so lætt hjá Russlandi at taka Krim frá Ukraina?
- Finn landspartarnar Luhansk og Donetsk á kortinum?
Føroyar uttanfyri handilsstongsil
Russiski forsetin Putin viðgekk í 2015, at russiski herurin var íblandaður í bardagan.
Londini vestanfyri mettu russisku atgerðirnar í Ukraina at vera í stríð við altjóða rætt, og tí vóru búskaparlig átøk sett í verk móti Russlandi.
Russland svaraði aftur við at seta innflutningsbann fyri matvørum frá londunum vestanfyri. Føroyar hevði tó framvegis góð viðurskifti við Russland, og var hildið uttanfyri innflutningsbannið.
Brot av heimasíðuni hjá Kringvarpinum, um tað, at Føroyar ikki vóru raktar av innflytningsbanninum hjá Russlandi.
Kringvarpið 12. august 2014- Føroyar ikki rakt av innflutningsbanni
Kringvarpið 14. august 2014 - Bíða enn eftir skrivligari vátta úr Russlandi
Kringvarpið 18. august 2014 - Vænta skrivliga váttan í morgin
Spurningar at tosa um
- Hvat er eitt handilsbann?
- Hví seta londini handilsbann móti hvørjum øðrum?
- Hví halda tit, at Russland ikki setur innflutningsbann móti Føroyum
Friðaravtala
Á heysti 2014 var ein friðaravtala undirskrivað millum stríðandi partarnar. Avtalan var brotin fleiri ferðir av báðum pørtum.
Í februar 2015 var nýggj friðaravtala, kallað Minsk-avtalan, undirskrivað. Tann avtalan er eisini brotin fleiri ferðir, og síðan hevur alla tíðina verið meira ella minni stríð millum Russland og Ukraina.
Mett verður, at umleið 14.000 fólk hava latið lív í stríðnum millum russiskt stuðlaða uppreistrarfólki og ukrainskar deildir síðan 2014.
At tosa um
- Hvat er ein friðaravtala?
- Kenna tit aðara friðaravtalur? Kanska lærarin kennir onkra?
Dánial búði í Ukraina undir krígnum í 2014
22. januar hevði Dagur og vika eina samrøðu við Dánial Hoydal. Hann búði í Ukraina, tá ið tað var kríggj í landinum í 2014.
Hugskot til víðkaða arbeiðsuppgávu
Hygg eftir brotinum úr Degi og viku 22. januar.
Síðan kann næmingurin skriva ein stuttan tekst, gera eitt stutt ljóðbrot ella gera eitt stutt filmsbrot, har greitt verður frá, tí, sum Dánial Hoydal sigur í samrøðuni.
Svarið hesum spurningunum í tekstinum, ljóðbrotinum ella filmsbrotinum
- Hvussu var at liva í Ukraina í 2014?
- Hvat heldur Dánial er orsøkin til spentu støðuna?