Skip to main content

Hetjur í krígnum – lýstar út frá sálarfrøðiligum ástøði

Uppgávur til hádeild og miðnámsskúla

Alt tað vit vita, hava menniskju verið upptikin av hetjum og hetjuskapi. Í miðlingini av krígnum í Ukraina hava vit eisini hoyrt um hetjur. Men hvat er ein hetja? Og hvat skal til, fyri at vit kunnu vera ein hetja?

Sálarfrøðilig ástøði siga millum annað, at ein hetja ikki er tað sama sum ein leiðari ella ein fyrimynd. Tað skal meira til enn so. Og summi ástøði siga, at ein hetjugerð verður framd av fríum vilja, og at motivatiónin fyri at fremja hetjugerðina ikki er at fáa egnan vinning ella fyrimun.

Uppgáva 1:

Lesið saman um allýsingar av hetjum og hetjuskapi, og tosið um, hvat tit halda hetjuskapur er.

Uppgáva 2:

Sambært ástøði kunnu vit bólka hetjuskap í minst 3 høvuðsbólkar:

  1. hernaðarligur hetjuskapur
  2. sivilur hetjuskapur
  3. sosialur hetjuskapur

Høvuðsbólkarnir eru ymiskir, alt eftir hvørt váðafýsnið fevnir um kropsligan, sálarligan ella sosialan váða.

Hernaðarligur hetjuskapur
Hernaðarligur hetjuskapur sæst innan hernaðarlig størv, har sannlíkindi eru stór fyri at koma í hávandastøður. Her verður hetjuskapur ofta lýstur, tá ið persónurin til gagns fyri onnur ger okkurt serstakt og meira enn tað, starvið krevur.

Sivilur hetjuskapur
Hinvegin er sivilur hetjuskapur lýstur at vera framdur av vanligum borgarum, sum royna at bjarga øðrum undan kropsligum skaða ella deyða, hóast teirra egna lív verður sett í váða. 

Sosialur hetjuskapur
Sosialur hetjuskapur kann sambært sálarfrøðiligum ástøði síggjast innan fleiri øki: Átrúnaðarligar og politiskar hetjur, martýrar, ævintýrarar og rannsóknarfólk, vísindafólk, varskógvarar, tann góði samáriubúgvin og persónar, sum hóast brek og avbjóðandi umstøður sigra og verða fyrimyndir fyri onnur.

Um tit ynskja at lesa meira, kunnu tit fara inn á hesi brotini í HetjaFO: Hvat er hetjuskapur? og Fleiri sløg av hetjum 

 

Hvørjar HETJUR koma tit í tankar um?

  • Finnið minst tvey dømi um persónar, sum kunnu bólkast undir hvønn av áðurnevndu bólkum. Gerið eina stutta lýsing av hví.

Brúkið eina løtu saman í flokkinum at bólka dømini, tit komu fram til:

  • Eru tey føroyingar ella úr øðrum londum?
  • Eru tey vaksin, ung ella børn, og er talan um kvinnur ella menn, gentur ella dreingir?
  • Hava nøkur teirra ein leiklut í krígnum í Ukraina?


Hvør mynd kemur fram? Er ein greið ábending, ella eru tit komin fram til ein breiðan skara av ymiskum sløgum av hetjum?

Uppgáva 3:

HVAT EYÐKENNIR TYKKARA HETJUR?

Hyggið at myndunum á HetjaFO

Har eru dømir um, hvat føroyingar hildu eyðkendi hetjur áðrenn kríggið í Ukraina brast á. Halda tit at nøkur eyðkenni mangla?