Skip to main content

Falstíðindi

Seinastu árini hava vit ofta hoyrt, at summi tíðindi vóru falstíðindi. Ber til at vara okkum fyri tílíkum, og læra at skilja millum verulig tíðindi og falstíðindi, so vit altíð vita, hvat er rætt?

Og tá tað kemur til stykkis, hvat er so rætt og hvat er skeivt? Kunnu tíðindi vera eitt sindur av báðum? Hvar er markið fyri falstíðindi?

Halda vit rimmarfast í, at summi tíðindi bara eru røtt og onnur eru fulkomuliga skeiv, ber so til at fáa eitt útsýni og definera, hvat falstíðindi eru?

Tíðindanýtsla

Við at brúka tíðindi av ymsum pallum, kunnu vit venja okkum til, at avdúka nógv falstíðindi, sum tað tey eru. Hóast ikki ber til at koppseta seg móti falstíðindum, so kunnu vit venja okkum at vera kritisk og von at brúka miðlar.

Ein vika við miðlum

Undir lærarans leiðslu avtala vit, at í eina ávísa viku kanna vit, hvørjar miðlar næmingarnir í skúlanum brúka.

Eitt yvirskipað endamál er eisini at staðfesta, um næmingarnir lesa, lurta ella hyggja, tá teir brúka ein miðil. Og um miðilin er føroyskur ella útlendskur.

Spurnarkanning

Saman við teldukønum lærara gera vit eitt spurnarskema til endamálið. Nógvir møguleikar eru á netinum. Skipa vit spurningarnar væl, sum kunnu vit lata spurningarnar fara út um skúlan eisini, og kanska so vítt og langt út sum til ber. Jú fleiri, ið svara, jú rættari verður úrslitið. Men vit mugu ikki gloyma, at fremsta endamál er at kanna, hvørjar miðlar vit sjálvi, næmingar á skúlanum ella í okkara skúlaøki, brúka. Skiftið orð um, hvussu spurnarblaðið skal verða orðað, og hvussu viðgerin av innkomnum svarum skal vera, og hvussu vit kunnu skilja millum næmingar og onnur úti í samfelagnum.

 

Tvær søgur

Undir lærarans leiðslu taka vit tvey dømi um tíðindi, sum kanska, kanska ikki, eru falstíðindi.
Í hvussu er hava tíðindini tvær síður. Annað dømi er ein krígssøga og hitt dømi er ein persónsøga.

Slátur í Butja

Í ukrainska býnum Butja eru søgur um, at russiskir hermenn hava hildið til har, til ukrainskir hermenn hava rikið teir burtur. Tá finna ukrainsku hermenninir lík í einum kjallara. Eitt av líkunum er kvinnuligi borgarstjórin í Butja. Hin eru maður og sonur hennara. Tá tíðindini koma fram, sigur russiski uttanríkisráharrin, Sergej Lavrov, at tað eru ukrainar sjálvir, ið hava dripið fólkini, bara fyri at geva russarum skyldina. Soleiðis hava ukrainar gjørt alla tíðina, sigur hann. Eisini tá ein føðideild varð bumbað og konur, sum vóru komnar til at eiga, fór at renna undan bombunum. Tær vóru ukrainskir sjónleikarar, segði Sergej Lavrov. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer sjálvur á staðið og bjóðar altjóða pressuni við, so tíðindafólkini sjálvi kunnu siga frá um tað, tey síggja.

Undir leiðslu av læraranum leita tit eftir fleiri til keldum til tíðindini um morðini í Butja. Leggið til merkis at í Noregi verður býurin stavaður Butsja.

Eftir at tit í bólkum hava savnað dømi um tíðindi um drápini í Butja/Butsja, skifta tit í felag orð um, hvør hevur rætt - russiski Lavrov ella ukrainski Zelenskyj.

Kannið eftir fortíðini hjá russiska Lavrov og ukrainska Zelenskyj. Hvat hava teir gjørt fyrr?

Kona franska forsetan

Forsetaval hevur verið í Fraklandi. Sitandi forseti, Emmanuel Macron, liggur best fyri í øllum veljarakanningum. Nakað undan valinum kemur fram ein søga um konu forsetans. Søgan sigur, at hann var 15 ára gamal skúlanæmingur tá tey møttust. Hon, Brigitte, var lærari hjá honum og 24 ár eldri enn hann. Søgan vildi vera við, at kona franska forsetans, Brigitte Macron, er fødd sum drongur og seinni hevur skift kyn og er nú ein transpersónur.

Kannið eftir, um til ber at finna kelduna til hesa søgu. Hví man ein tílík søga koma fram eitt ávíst tíðarskeið? Hvat er sætt í søguni? Um vit siga, at øll søgan er sonn, kunnu ørindini so vera nøkur heilt onnur enn at siga frá um kynsskifti? Hvør er munurin á tíðindum og slaturi? Kunnu tíðindi verða ætlað at skaða onnur? Hvussu kunnu vit vita, hvat er hvat?