
Les og spæl føroyskt
Í komandi viku fara vit undir Spæl føroysktvikuna, sum er átak hjá Føroya tónleikafelag. Spæl føroyskt setur føroyskan tónleik í brennidepilin, og hesa vikuna verður eggjað til, at føroyskur tónleikur verður at hoyra í almenna útvarpinum, kaffistovum, handlum og í almenna rúminum sum heild.
Føroyskur tónleikur hevur sjálvsagt eisini føroyskar sangtekstir, og tí vilja Føroyar lesa eggja føroyskum skúlanæmingum til at lesa føroyskar yrkingar.
Á hesi síðuni finnur tú undirvísingartilfar, ið kann nýtast til Spæl føroysktvikuna. Tilfarið er lagað til ymisk floksstig og leggur upp til, at lærarar kunnu sameina tónleik, lesing og málmenning í undirvísingini.
Innskúling og dagstovnar
Fult savn av barnayrkingum, sangum o.s.fr.
Miðdeild
Yrkingar í Nem-røðini (3.-6. flokk)
Hádeild
Dropar 7 og 8 - episkar og lýriskar yrkingar
Miðnám
Kim Simonsen, Guðrið Poulsen o.o.
Spæl føroyskt og Føroyar lesa
Føroyar lesa er eitt átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Skipað verður fyri tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa. Heimasíðan er ætlað sum miðdepil fyri íblástur, upplýsing og kunning um lesing, soleiðis at børn og vaksin, privatpersónar og starvsfólk á ymiskum økjum kunnu finna viðkomandi tilfar.