
Sýni & Dýpi 1
Finn sBókina Sýni & Dýpi 1
Sýni & Dýpi 1 er ein samvirkin bókaheild við tveimum bókum í einari. Heildin er ætlað C-stigi ella fyrsta ári í 3 ára A-stigi.
Sýni & Dýpi 1 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 1 og tekstasavninum Dýpi 1. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 1.
Sýni 1 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt málnýtslu, málsøgu, tekstsløg og samansettar tekstir.
Dýpi 1 fevnir um tekstsløgini: stuttsøgur, yrkingar, skaldskap av manna munni, sjónleik og yrkisbókmentir, umframt myndir og lýsingar.
Kristinbjørg Høgnesen og Ann Ellefsen hava ritstjórnað Dýpi 1. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Sýni1. Dorit Hansen hevur samskipað arbeiðið.