Um Sýni & Dýpi
Hvat er Sýni & Dýpi?
Sýni & Dýpi er talgild undirvísingarrøð, sum Nám hevur framleitt og givið út til lærugreinina føroyskt á miðnámi.
Sýni & Dýpi er sett saman av ástøðispartinum Sýni og tekstasavninum Dýpi. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi. Umframt tekstsløg og mállæru snýr ástøðið seg m.a. um samskifti, mál í nýtslu, málpolitikk, samansettar tekstir, týðing og føroyska bókmentasøgu og málsøgu.
Stutt um framleiðsluna
Í Sýni 1, Sýni 2 og Sýni 3 er teksturin partvíst týddur og tillagaður úr norskum og partvíst nýskrivaður. Sólvá Jónsdóttir, Dorit Hansen og Kirsten Brix hava ritstjórnað og skrivað upprunaføroyska tilfarið. Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen hava ritstjórnað Dýpi 1. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Dýpi 2 og Dýpi 3. Dorit Hansen er ábyrgdarritstjóri fyri sBókaheildini.
Hví nýta Sýni & Dýpi?
Endamálið við Sýni & Dýpi er at gera føroyskt viðkomandi og áhugavert fyri miðnámsskúlanæmingin, at geva lærarum og næmingum møguleika at lúka krøvini í námsætlanini og at geva næminginum førleikar og vitan, ið hann kann taka við sær út í lívið.
Sýni & Dýpi er ein bókaheild; tað vil siga, at hon fevnir um øll kjarnaøkini í lærugreinini føroyskt. Hesi eru talaða málið, skrivaða málið, samansettir tekstir og málkunnleiki. Sýni & Dýpi undirvísingarrøðin er gjørd í tráð við galdandi námsætlan og fevnir um øll kravd førleikamál.
sBók og pBók
sBókin er netborin bókapallur, sum Nám í samstarvi við Systime nýtir til sínar miðnámsútgávur. sBókin byggir á logikkin, sum vit eru von við í pappírsbókini, har síðurnar eru settar saman í beinum rað. Men umframt vanligar tekstir og stillar myndir hava sBøkurnar eisini hentleikar, sum liggja í talgilda pallinum og internetinum, t.d. film, ljóð, samvirknar uppgávur og skjótar leitimøguleikar.
Pappírsútgávurnar - sonevndu pBøkurnar - geva lærarum og næmingum møguleika at lesa longri tekstir á pappíri heldur enn á skíggja. pBókin er ein skerd útgáva av sBókini og kann nýtast sum stuðul til sBókaheildina.
Fyrimunir við sBókini
sBókin ger telduna til eitt uppaftur betri lestraramboð.
• hevur nógvar dygdir hjá bókini, men gagnnýttir eisini allar møguleikarnar hjá internetinum
• hevur skjótar leitimøguleikar
• er altíð aktuel og dagførd
• hevur eina pdf-fílu at brúka avlinju og til próvtøkur
• er ment bæði til teldu og samvirkna talvu
• er námsfrøðiliga uppbygd, so hon bæði stuðlar næmingalagaðari undirvísing og fakligu menningini hjá næmingunum
• hevur innbygda funksjón til viðmerkingar, so tú kanst skriva tínar egnu viðmerkingar í tilfarið. Viðmerkingarnar kunnu verða goymdar og brúktar avlinju