Sýni & Dýpi 2
Finn sBókina Sýni & Dýpi 2
Sýni & Dýpi 2 er onnur sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað øðrum ári á trýára A-stigi.
Sýni & Dýpi 2 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 2 og tekstsavninum Dýpi 2. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstsavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 2.
Sýni 2 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt bókmentasøgu, málsøgu, málpolitikk, týðing og samansettar tekstir.
Dýpi 2 fevnir um ymisk tekstsløg, sum umboða bókmentasøguligu tíðarskeiðini, sum verða viðgjørd í Sýni 2.
Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Sýni & Dýpi 2. Dorit Hansen hevur samskipað arbeiðið.