Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Tema um kreppuna í 90’unum

07.10.2022

Snar hevur gjørt eina røð av arbeiðsspurningum til hádeild í samfelagsfrøði um kreppuna, sum tók seg upp í Føroyum fyri 30 árum síðan.

Til tess at bjarga einum banka vórðu Føroyar settar undir danska umsiting, og frá degi til dags mistu fólk bæði hús og arbeiði. Ein stórur partur av føroysku arbeiðsstyrkini flutti til Danmarkar, Noregs og Íslands at arbeiða.

Arbeiðsspurningarnir á opna undirvísingarportalinum Snar taka støði í fyrru sjónvarpssendingini Flóttafólk, sum Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen hava gjørt fyri Kringvarpið.

 Far til temasíðuna 
 
Kreppan í 90-unum