Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Koppseting og farsóttir

05.02.2021

Her verður greitt frá, hvat koppseting er, søguliga og nú í tíðini. Eisini verður greitt frá um farsóttir, sum hava verið í Føroyum gjøgnum tíðirnar.

Koronasjúkan hevur rakt okkum meint seinasta árið, og sjúkan ger enn um seg í Føroyum og heiminum øllum.

Les um koronasjúkuna ella covid 19 á føroysku Wikipedia

Nú eru fleiri koppsetingar komnar fyri korunu, og komandi mánaðirnar verða fólk um allan heim koppsett fyri koronu.

Í Føroyum er ætlanin at koppseta øll, sum vilja lata seg koppseta. Fyrst verða tey sum arbeiða á sjúkrahúsøkinum og eldraøkinum koppsett, síðan verða gomul og sjúk koppsett, og seinast verða øll tey røsku fólkini koppsett. Børn yngri enn 16 ár verða ikki koppsett.

Her ber til at lesa meira um koppsetingarætlanina

 

At tosa um í flokkinum

  1. Nær var koppseting uppfunnin?
  2. Hvør uppfann koppsetingina?
  3. Hvat merkir tað at koppseta?
  4. Hvør var fyrstur at koma við koppseting til Føroya? Og nær var tað?
  5. Eru tit koppsett móti nøkrum sjúkum?
  6. Kunnu tit verða koppsett móti korounu?
  7. Hvørju verða fyrst koppsett fyri koronu í Føroyum?
  8. Vita tit um aðrar skjúkur sum hava rakt Føroyar?

At koppseta

At koppseta merkir at lata evni inn í kroppin at fremja mótstøðuføri móti smittandi sjúkum.

 

Edward Jenner uppfann koppsetingina

Í útgávuni  “Heimssøga 1 -  Fyri ídnaðarsamfelagið” frá 1996 stendur soleiðis um, hvussu koppseting varð uppfunnin.

Her er søgan um læknan, sum fann uppá at koppseta fyri pokur

Í einari bygd í Onglandi hevði læknin Edward Jenner frætt, at fólk, sum høvdu havt neytapokur, ongantíð fingu vanligar pokur. Ein dagin frætti hann, at ein arbeiðsgenta á einum garði hevði fingið neytapokur. Hann helt avstað, hitti gentuna, og tað eydnaðist honum at kroysta vág úr sári, sum hon hevði á kroppinum. Jenner var vísir í, at vágur við neytapokum í kundi nýtast til koppseting.

Jenner fekk fatur í einum húskalli, sum hvørki hevði neytapokur ella vanligar pokur, og læt vágin úr gentuni í eitt prus, sum húskallurin hevði á hondini. Hann fekk neytapokur, men gjørdist ikki sjúkur. Seinni sprændi Jenner húskallin við vanligari pokusmittu, men hann gjørdist ikki sjúkur. Fleiri royndir vórðu seinni gjørdar við fólkum.

Nólsoyar Páll koppsetir føroyingar

Í útgávuni Føroysk søga 1 stendur soleiðis um, tá ið Nólsoyar Páll kom við koppingarevni til Føroyar í 1805

Koppingarevni

Um summarið 1805 var farið í farmasigling. Fyrst til Bergens og seinni til Keypmannahavnar. Lastin úr Føroyum var suðuroyarkol í báðum førum. Men tað eydnaðist ikki at fáa líkinda frakt við uppaftur, tí hetta var ímóti reglunum hjá einahandlinum, og embætismenninir høvdu ongan hug at lata Nólsoyar-Pálli nakran farm.

Harafturímóti eydnaðist tað Nólsoyar-Pálli fyri fyrstu ferð at fáa frískt koppingarevni til Føroyar. Tað var gjørt soleiðis, at ein lækni í Keypmannahavn koppsetti ein av manningini. Tá skrúva var komin á, tók Páll tilfar úr skrúvuni og koppsetti næsta av manningini við hesum, og soleiðis helt hann fram. Á henda hátt eydnaðist tað honum at fáa koppingarevni til Føroya, sum riggaði. Jákup Nolsøe, bróðir Nólsoyar-Páll tók yvir, tá skipið var komið til Føroyar, og hendan hátt varð síðani ein koppsettur fyri og annar eftir.

Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum skrivar Archibalc Black í mars í 2020 um, tá ið Nólsoyar Páll koppsetting føroyingar.

Øll eru koppsett

Allir føroyingar kunnu verða ókeypis koppsettir fyri nakrar sjúkur. Les meira á leinkjunum niðanfyri.

Les meira um koppsetingar á heimasíðuni hjá heilsumálaráðnum

Les meira um koppsetingar á heimasíðuni hjá kommunulæknanum Turið Holm Johannesen

 

Øll kunnu koppsetast fyri koronu

Í sambandi við at korona gjørdist ein álvarsom heimsumfatandi farsótt fyrst í mars 2020, fóru fleiri granskingarbólkar og heiligvágsfyritøkur undar at menna koppsetingarevni fyri koronu.

Mett var, at tað fór at taka í minsta lagið eitt ár at koma við einum koppingarevni. Men longu nýggju mánaðir seinni, beint fyri árskiftið 2020/2021, vóru fyrstu koppingarevnini klár, og farið var at koppseta fólk.

Hygg eftir brotinum, tá ið fyrsti føroyingurin var koppsettur (kvf.fo)

Hesar fyrstu vikurnar eru fimm prosent av fólkunum í Føroyum koppsett (kvf.fo)

Um koppsetingarætlanina í sjóvarpinum (kvf.fo)

Koppsett skulu framvegis halda tilmælini (kvf.fo)

Nøkur eru ivasom við koppsetinga (kvf.fo)

Sjúkur í Føroyum

Sjúkur hava til allir tíðir rakt menniskju og hava havt stórar avleiðingar. Soleiðis hevur eisini verið í Føroyum. Spitalska sjúka, svarti deyði ella sóttin svarta, pokur, spanska sjúka og tuberklar eru millum sjúkurnar, sum hava rakt Føroyar gjøgnum tíðina.

Niðan fyri eru nøkur leinki, har tað ber til at lesa meira um tær ymisku sjúkurnar.

 

Spitalska sjúka

Um Argja hospital og spitalsku sjúku í Søgu 5

 

Svarti deyði ella sóttin svarta

Um svartadeyða og aðrar sjúkur í Søga okkara 2

Svarti deyði á føroysku Wikipedia

Svarti deyði – Krabbabók um pestina

 

Pokur

Í Heimssøgu 1 stendur eitt sindur pokurnar, sum herjaðu í Føroyum

 

Spanska sjúka

Heimasíðan hvat.fo skrivar soleiðis um sponsku skjúku

Tjóðsavnið skrivar um sponsku skjúku á sínari síðu á Facebook

 

Tuberklar

Í Føroysk søga 2 ber til at lesa um  tuberklar í Føroyum

Um tuberklar á føroysku Wikipediu

 

Aðrar sjúkur

Listi á ensku Wikipedia yvir tær stóru farsóttirnar og deyðstøl gjøgnum tíðirnar

Um Ebola á føroysku Wikipediu

 

Mynd: FaroePhoto - Ólavur Frederiksen