Eldgos í Íslandi

Í desembur 2019 og í mars 2021 vóru nógvir smáir jarðskjálvtar máldir á Reykjanesi í Íslandi. Seinastu tríggjar vikurnar, áðrenn tað fór at goysa, vóru meira enn 50.000 smáar ristingar máldar við seismografum, sum verða brúktir at máta ristingar í jørðini.
Fríggjakvøldið 19. mars 2021 kl. 21.30 íslendska tíð fór at goysa við Fagradalsfjall og grótbræðing rann úr eini 700 metara langari gossprungu. Gosið er 30 km úr Reykjavík og einans 9 kilometrar frá baðilandinum og vælferðarstaðnum Bláa Lóni, har nógvir føroyingar hava verið. Hetta er fyrstu ferð í 800 ár, tað goysir á Reykjanesi.
Talan er um eitt sera lítið eldgos, og tá ið tað lýsnaði morgunin eftir, fóru nógv fólk at hyggja eftir eldgosinum, og langar bilrøðir sóust koma úr Reykjavík. Eisini vóru nógv fólk so djørv, at tey hættaðu sær heilt fram til sjálvt gosið, og m.a. vóru myndir deildar á netinum, har fólk grillaðu pylsur á grótbræðingini.
Dagin eftir var økið kring eldgosið stongt, tí nøgdin av vandamiklum gassum, sum komu úr gosinum, var mett at vera ov stór.
Tilfar og leinki
Niðanfyri eru tilfar og leinki til ymiskt um eldgosið við Fagradalsfjall og eldgos sum heild.
- Tíðindabrot úr Degi og Viku
- Beinleiðis stroymur frá eldgosinum
- Í útgávuni hjá Námi Landafrøði 1 er á síðu 30 ein partur við heitinum Jarðarskorpan - grundarlagi fyri lívi. (Tað krevur hald, at lesa útgávuna sum i-bók, men helst hava vit útgávuna á prenti í skúlanum)
- Nám og BFL hava júst givið út eina nýggja bláa krabbabók um gosfjøll. Bókin eitur Gosfjøll.
Arbeiðsgongd
Hyggið í flokkinum eftir brotinum úr Degi og Viku, sum er longri niðri á síðuni, og tosið síðan um eldgosið við Fagradalsfjall og eldgos sum heild.
- Hvat er eitt eldgos?
- Hví eru ofta eldgos í Íslandi og ongantíð í Føroyum
- Hví halda tit, at fólk fara heilt nær við eldgosið, hóast tað kann vera vandamikið?
- Høvdu tit torað at fari so nær?
- Minnast tit nakað annað eldgos, sum hevur verð í Íslandi? (Um tit ikki minnast, kann lærarin kanska greiða frá um eldgos, sum hava verið í Íslandi, m.a. Surtsey 1963-1967, á Vestmannaoyggjunum í 1973, Eyðafjallajøkul í 2010)
Størri arbeiðsuppgáva
Næmingirnar finna myndir og filmsbrot um eldgosið í Íslandi á netinum, og skriva ein lítlan tekst til myndirnar og filmsbrotini.
Forritið PowerPoint er væl egnað at seta mynd, filmsbrot og tekstir saman
Um eldgosið í Degi og Viku
Jarðfrøðingurin Uni Árting var í sjónvarpsstovuni og greiddi frá eldgosinum í Geldingadali við Fagradalsfjall 40 km úr Reykjavík.