Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Týska valið í miðnámi og hádeild

15.09.2021

Undirvísingartilfar um valið til týska ríkisdagin 26. septembur. Tilfarið er hóskandi til miðnám, men kann eisini brúkast í elstu flokkunum í fólkaskúlanum.

 

Val í Týsklandi – #1 Kanslarakandidatarnir 2021

Hvørji kunnu gerast kanslarar eftir ríkisdagsvalið í Týsklandi 26. september 2021? Hvør kann fylla tómrúmið eftir Angela Merkel, ið hevur sitið í 16 ár?

To top

Olaf Scholz

Sosialdemokratiski Olaf Scholz er føddur í 1958 í Osnabrück í Niedersachsen, men býr í dag í Potsdam nær við Berlin, eftir at hava búð nógv ár í Hamburg. Hann hevur verið limur í SPD (Sozialdemokratische Partei Deutschlands), síðani hann var 17 ár, og er løgfrøðingur. Umframt at vera limur í Ríkisdegnum (Bundestag) hevur hann eisini verið borgarstjóri í Hamburg og hevur havt fleiri ráðharrastørv undir Angela Merkel. Í løtuni er hann fíggjarmálaráðharri og varakanslari. Sambært veljarakanningum kann SPD fáa uml. 25% av atkvøðunum.

Armin Laschet

Kristinkonservativi Armin Laschet er føddur í 1961 í Aachen nær hollendska/belgiska markið. Hann býr framvegis í Aachen. Hann er løgfrøðingur, stjórnmálafrøðingur og journalistur og hevur verið limur í CDU (Christlich-Demokratische Union Deutschlands) síðani 1979. Hann hevur verið limur bæði í Europaparlamentinum og Ríkisdegnum (Bundestag) og síðani 2017 hevur hann verið forsætisráðharri í fólkaríkasta týska statinum Nordrhein-Westfalen. Pápin arbeiddi í námi og mamman var heimagangandi, eins og vanligt hevur verið í katólskum familjum. Sambært veljarakanningum kunnu CDU/CSU fáa uml. 20% av atkvøðunum.

Annalena Baerbock

Grøna Annalena Baerbock er fødd í 1980 í Hannover í Niedersachsen. Hon er løgfrøðingur og stjórnmálafrøðingur og er limur í Ríkisdegnum (Bundestag) fyri umhvørvisflokkin ”Tey grønu” (Bündnis 90/Die Grünen). Hon hevur umboðað flokkin síðani 2013 og varð í 2021 vald sum fyrsti kanslarakandidatur hjá flokkinum nakrantíð. Foreldrini vóru sosialráðgevi og verkfrøðingur, og hon býr í Potsdam nær við Berlin. Sambært veljarakanningum kunnu ”Tey grønu” fáa umleið 15% av atkvøðunum.

Eisini standa tríggir aðrir flokkar til at sleppa inn í Ríkisdagin (Bundestag): Freie Demokratische Partei (FDP), ið merkir Fríi Fólkaræðisligi Flokkurin, Alternative für Deutschland (AfD), ið merkir Alternativ fyri Týskland og Die Linke, ið merkir Hin Vinstravendi. Hesir hava eisini ávirkan á, hvør verður valdur sum kanslari.

Nógv bendir tó á, at komandi kanslarin verður Olaf Scholz, tí SPD er farið frá at hava umleið 15% í veljarakanningum til nú at liggja til umleið 25%. Samstundis hava bæði CDU/CSU og ”Tey grønu” mist stóran part av undirtøkuni gjøgnum summarið.

Nevnast skal, at kanslarin ikki er forseti, men svarar til løgmann í Føroyum og statsministaran í Danmark.

Val í Týsklandi – #2 Týska samveldið

Vit hava lyndi at gloyma, at Týskland – eins og USA – er eitt samveldisríki. Týskland eitur formliga Bundesrepublik Deutschland (BRD) og tað merkir Samveldis-lýðveldið Týskland. Besta týska fótbóltsdeildin nevnist eisini Bundesliga, ið merkir Samveldisdeildin.

Í Týsklandi eru 16 lond (Länder). Í hesum hefti verða tey nevnd statir. 10 statir eru í fyrrverandi Vesturtýsklandi (BRD), 5 í fyrrverandi Eysturtýsklandi (DDR) – umframt Berlin, ið undir Kalda Krígnum var býttur sundur millum BRD og DDR. Tilsamans eru sostatt 16 statir.

Verður farið úr Jyllandi og suðureftir, vitja vit vesturtýsku statirnar í hesi raðfylgju:

  • Schleswig-Holstein við høvuðsstaðnum Kiel
  • Býarstatin Hamburg
  • Býarstatin Bremen
  • Niedersachsen við høvuðsstaðnum Hannover
  • Nordrhein-Westfalen við høvuðsstaðnum Düsseldorf
  • Hessen við høvuðsstaðnum Wiesbaden
  • Rheinland-Pfalz við høvuðsstaðnum Mainz
  • Saarland við høvuðsstaðnum Saarbrücken
  • Baden-Württemberg við høvuðsstaðnum Stuttgart
  • Bayern við høvuðsstaðnum München

 

Verður síðani farið norðuraftur móti Lollandi, vitja vit eysturtýsku statirnar í hesi raðfylgju:

  • Thüringen við høvuðsstaðnum Erfurt
  • Sachsen við høvuðsstaðnum Dresden
  • Sachsen-Anhalt við høvuðsstaðnum Magdeburg
  • Brandenburg við høvuðsstaðnum Potsdam
  • Býarstatin Berlin
  • Mecklenburg-Vorpommern við høvuðsstaðnum Schwerin

 

Umframt Ríkisdagin (Bundestag) hevur Týskland eisini sonevnda Ríkisráðið (Bundesrat), ið hevur umboð vald úr øllum statunum. Sostatt er týska lóggávutingið samansett av tveimum kømrum: Bundestag og Bundesrat. Hetta svarar til House of Representatives og United States Senate í USA. Eisini Danmark hevði frá 1849 til 1953 tvey kømur: Folketinget og Landstinget. Føroyar høvdu tá eitt umboð í hvørjum kamari, men síðani 1953 hava Føroyar í staðin havt tvey umboð á Fólkatingi.

 

Val í Týsklandi – #3 Týska valskipanin

Týskland hevur tvey lóggevandi kømur: Ríkisdagin (Bundestag) og Ríkisráðið (Bundesrat). Av røttum verður týska orðið Bund týtt til ”samveldi” ella ”samveldisríki” á føroyskum, men hóast hetta er orðið ”ríki” valt.

Valið 26. september 2021 er til Ríkisdagin, og 6 flokkar verða mettir at hava kjans at sleppa upp um høgu valgáttina, ið er 5%. Hetta merkir, at flokkar við færri enn 5 prosentum av atkvøðunum sleppa ikki á ting. Einasta undantikið er flokkurin Sydslesvigsk Vælgerforening (SSV), ið er flokkurin hjá danska minnilutanum í Schleswig. Í Føroyum er valgáttin 3,03%; í Danmark einans 2%!

Flokkarnir eru í løtuni hesir:

  • Christlich-Demokratische Union Deutschlands (CDU) er ein kristinkonservativur flokkur, ið stillar upp saman við bayerska flokkinum Christlich-Soziale Union in Bayern (CSU). Tí nevnist flokkurin CDU/CSU. Hesin flokkur varð stovnaður í 1945 við eini samanlegging av smærri borgarligum flokkum. Legg til merkis, at CDU/CSU eru tveir flokkar, ið stilla upp í valsamgongu.
  • Sozialdemokratische Partei Deutschlands (SPD) er ein sosialdemokratiskur flokkur. SPD varð stovnaður í 1863 og er sostatt nógv elsti flokkurin í Týsklandi.
  • Freie Demokratische Partei (FDP) er ein liberalistiskur flokkur, ið varð stovnaður í 1948.
  • Bündnis 90/Die Grünen er ein grønur flokkur, ið varð stovnaður í 1980. Hann stendur sterkastur í Vesturtýsklandi.
  • Die Linke er ein vinstravendur flokkur, ið varð stovnaður í 2007 og byggir á sosialistiska arvin frá fyrrverandi Eysturtýsklandi (DDR). Av somu orsøk hevur hann nærum einans undirtøku í fyrrverandi eysturtýsku statunum. Aðrir flokkar vilja helst sleppa undan at fara í samgongu við Die Linke.
  • Alternative für Deutschland (AfD) er ein tjóðskaparsinnaður og fremmandaskeptiskur flokkur, ið varð stovnaður í 2013. Eingir aðrir flokkar vilja í samgongu við AfD.

Hesir flokkar stríðast um teir í minsta lagi 598 limirnar í Ríkisdegnum (Bundestag). Talið á limum kann víðkast við eykavaldum – í 2017 vórðu tilsamans 709 limir valdir.

Týska valskipanin er ein samanseting av tí ensku skipanini við beinleiðis vali í einstaklingavaldømum og einum lutfalstali sum í Føroyum. Helvtin av tinglimunum (299) verða valdir í einstaklingavaldømum, har vinnarin í hvørjum valdømi verður valdur. Einstaklingavaldømini hava á leið somu stødd eftir fólkatali. Restin av tinglimunum verða valdir á deilstatslistum, har flokkarnir framman undan hava avgjørt raðfylgjuna av teimum valdu.

Tí setir týski veljarin tveir krossar á sín atkvøðuseðil (Stimmzettel): ein fyri valevnið (Erststimme) og ein fyri flokkin (Zweitstimme). Sostatt velur hann bæði eitt lokalt valdømisumboð, men eisini flokkin í deilstatinum. Um onkur flokkur er vorðin yvirumboðaður, verða eykalimir býttir út til hinar flokkarnar, so umboðanin verður lutfalsliga røtt. Sostatt eru í løtuni 299 valdømisvald, 299 listavald og 111 eykavald.

 

Val í Týsklandi – #4 Møguligar samgongur

Jamaika-Koalition, Kenia-Koalition, Große Koalition, Ampel-Koalition, Oliven-Koalition. Nógvir møguleikar eru fyri samgongum í Týsklandi, og hesar hava rættiliga stuttlig nøvn.

Sitandi samgonga er sonevnda Große Koalition – Stóra samgonga millum siðbundnu kanslaraflokkarnar CDU/CSU og SPD. Tað er stórur møguleiki fyri, at hendan samgonga heldur fram eftir valið – um hon væl at merkja fær meiriluta. Harumframt verður tað neyvan við konservativum kanslara, men heldur við sosialdemokratiska Olaf Scholz sum kanslara.

  • Ein møguleiki er at taka liberala flokkin FDP við. Ein slík samgonga verður eisini nevnd Jamaika-Koalition eftir flokslitunum hjá CDU/CSU (svart), SPD (reytt) og FDP (gult).
  • Um ikki verandi samgonga kann halda fram, kann gerast neyðugt at taka Grøna flokkin við. Ein slík samgonga nevnist Kenia-Koalition, ið fær navnið av flokslitunum hjá CDU/CSU (svart), SPD (reytt) og Bündnis 90/Die Grünen (grønt).
  • Møguleiki er somuleiðis fyri eini heilt aðrari samgongu, har konservativi flokkurin als ikki sleppur upp í part. Hendan nevnist Ampel-Koalition – á føroyskum: ferðsluljós-samgongan, ið fær navnið av flokslitunum hjá SPD (reytt), FDP (gult) og Bündnis 90/Die Grünen (grønt).
  • Eisini kann nevnast Oliven-Koalition, ið inniheldur svartar og grønar olivin. Hendan samgonga er nevnd eftir flokslitunum hjá CDU/CSU (svart) og Bündnis 90/Die Grünen (grønt).
  • Sambært forsøgnunum er enntá møguleiki fyri eini fimtu samgongu, ið nevnist Rot-Rot-Grün. Tað er ein samgonga bygd á SPD (reytt), Bündnis 90/Die Grünen (grønt) og vinstravenda flokkin Die Linke (reytt).

Hinvegin er síðsti flokkurin – høgravendi Alternative für Deutschland (AfD) – ikki við í nøkrum samgongumøguleika. Eins og í Sverigedemokraterne í Svøríki verður AfD ikki roknaður sum ”stovureinur”. Týsku flokkarnir kunnu setast upp eftir eini ás frá vinstra til høgra:

Linke

Grüne

SPD

FDP

CDU

CSU

AfD

Ikki ber til at skipa minnilutasamgongur eins og í Føroyum og Danmark. Í Týsklandi skal ein stjórn hava meirilutan av Ríkisdegnum aftanfyri seg.

Veljarakanningar eru broytiligar og verða tí ikki tiknar við í hetta heftið. Tó ber til at síggja valúrslitini frá seinastu 8 valunum á stabbamyndini omanfyri. Veljarakanningar kunnu finnast við at leita eftir "Bundestagswahl 2021".

 

Val í Týsklandi – #5 Hvar standa flokkarnir sterkastir?

Av tí at Týsklandi í mong ár var býtt sundur í eitt kapitalistiskt Vesturtýskland og eitt sosialistiskt Eysturtýskland, eru hugsjónarligu fatanirnar framvegis sera ymiskar. Men eisini innanhýsis í Vesturtýsklandi eru sera stórir munir á, hvussu týskarar velja. Á valinum 2017 vóru hesi mynstur. (Sí myndir á síðuni ”Zweitstimmenanteil der Parteien nach Wahlkreisen”.)

  • CDU/CSU stendur sterkastur í Bayern (CSU), men er harumframt sterkur í meginpartinum av Vesturtýsklandi. Hinvegin stendur CDU lutfalsliga veikur í eysturtýsku økjunum undantikið Mecklenburg-Vorpommern. Harumframt stendur CDU veikur í býarstatunum Hamburg, Bremen – og serliga Berlin.
  • SPD stendur sum heild sterkur í norðaru og miðjaru pørtunum av Vesturtýsklandi, men ikki í sunnastu deilstatunum Bayern og Baden-Württemberg. SPD stendur eisini lutfalsliga veikur í Eysturtýsklandi, íroknað Berlin.
  • Linke hevur umleið umvenda geografiska profilin í mun til SPD. Linke stendur lutfalsliga sterkur í øllum Eysturtýsklandi – serliga í Berlin. Undirtøkan er hinvegin munandi lægri í øllum Vesturtýsklandi, serliga í Bayern og Baden-Württemberg sunnast í Týsklandi
  • FDP stendur sum heild sterkur í Vesturtýsklandi og veikur í Eysturtýsklandi. Í Berlin er undirtøkan meðalgóð.
  • Eisini Grüne stendur fyrst og fremst sterkur í Vesturtýsklandi, tó at hann eisini hevur serstakliga góða undirtøku í høvuðsstaðnum Berlin. Sum heild hava Grüne góða undirtøku í teimum trimum býarstatnum Berlin, Hamburg og Bremen, men eisini sunnast í Týsklandi – í Bayern og Baden-Württemberg – hava Grüne lutfalsliga góða undirtøku.
  • AfD stendur avbera sterkur í Eysturtýsklandi – serliga í sunnara parti av Eysturtýsklandi: Sachsen og Thüringen, men nógv veikari í øllum Vesturtýsklandi. Í Berlin er undirtøkan fyri AfD undir meðal.

Val í Týsklandi – #6 Týskir kanslarar

Týskland var í tíðarskeiðnum 1949 til 1990 býtt sundur í tveir partar: Vesturtýskland og Eysturtýskland. Vesturtýskland – Bundesrepublik Deutschland (BRD) – var eitt kapitalistiskt samfelag, og vestari parturin av Berlin hoyrdi eisini undir BRD. Eysturtýskland – Deutsche Demokratische Republik (DDR) – var eitt sosialistiskt samfelag og hevði Eysturberlin sum høvuðsstað. Fyri at eysturtýskarar ikki skuldi flýggja úr Eysturberlin til Vesturberlin, bygdi Eysturtýskland í 1961 ein múr rundan um Vesturberlin. Hesin múrur stóð uppi til 1989 – árið fyri at Eystur- og Vesturtýskland vórðu løgd saman aftur. Ella rættari: DDR varð niðurlagt og lagt inn undir BRD. Eysturtýsk landslið og eysturtýskar ítróttarkappingar vórðu eisini niðurlagdar og lagdar undir tær vesturtýsku.

Einans CDU/CSU og SPD hava havt kanslaraembætið í Týsklandi síðani 1949.

  • Konrad Adenauer úr CDU sat tíðarskeiðið frá 1949 til 1963, tá hann varð avloystur av Ludwig Erhardt, ið sat til 1966 og Kurt Georg Kiesinger, ið sat frá 1966 til 1969. Alt hetta tíðarskeiðið var eyðkent av einum risastóru búskaparvøkstri (Wirtschaftswunder), tá Vesturtýskland fór frá at vera eitt samfelag í spønum til at gerast størsta ídnaðarland í Europa.
  • Í 1969 fekk SPD valdið. Frá 1969 til 1974 var Willy Brandt kanslari og frá 1974 til 1982 Helmut Schmidt. Brandt royndi í størri mun at knýta sambond við Eysturheimin (Ostpolitik), tó at hann var svorin antikommunistur. Stjórnartíðin hjá Helmut Schmidt var m.a. eyðkend av terroratsóknunum hjá Rote Armee Fraktion. Hetta var tíðarskeiðið, tá vinstraekstremisman stóð sterkast í Vesturtýsklandi.
  • Í 1982 kom CDU aftur til valdið. Helmuth Kohl var kanslari heilt fram til 1998 og var við til at leggja Vesturtýskland og Eysturtýskland saman. Í 1980’unum var hann kendur sum stuðul hjá USA og kritikari av Sovjetsamveldinum. Eftir Kalda Kríggið arbeiddi hann fyri at víðka ES eystureftir.
  • Frá 1998 til 2005 hevði SPD aftur kanslaraembætið við Gerhard Schröder. Hann var í samgongu við grøna flokkin.
  • Frá 2005 til 2021 hevur Angela Merkel frá CDU verið kanslari í Týsklandi. Hon er fyrsti kvinnuligi kanslari, men stillar ikki upp aftur í 2021. Hon hevði stórar avbjóðingar av fíggjarkreppuni, tá fleiri ES-lond høvdu stórar fíggjarligar trupulleikar. Eisini fekk hon trupulleikar av flóttafólkakreppuni í 2015.

Í Eysturtýsklandi var einans ein politiskur flokkur: Sozialistische Einheitspartei Deutschlands (SED). Hesin flokkur stýrdi DDR øll árini. Generalsekreterar floksins vóru Walter Ulbricht (1950 til 1971), Erich Honnecher (1971 til 1989) og Egon Krenz (1989). DDR var ikki eitt fólkaræði, og tí vóru generalsekreterarnir ikki fólkavaldir. Í staðin vórðu teir útpeikaðir av flokkinum.

Í 2021 skal Týskland hava ein nýggjan kanslara, og tað verður antin Olaf Scholz úr SPD, Armin Laschet úr CDU ella Annalena Baerbock úr Bündnis 90/Die Grünen).

Val í Týsklandi – #7 Forsetin og Ríkisráðið

Kanslarin er politiski leiðarin í Týsklandi, men Týskland hevur harumframt ein forseta – sonevndan Bundespräsident. Í løtuni er tað Frank-Walter Steinmeier úr SPD. Forsetin verður valdur av Ríkissamlingini (Bundesversammlung), ið er sett saman av limum úr Ríkisdegnum og teimum týsku statunum.

Vesturtýsku/týsku samveldisforsetarnir hava verið hesir:

  • Theodor Heuss, FDB, 1949-1959
  • Heinrich Lübke, CDU, 1959-1969
  • Gustav Heinemann, SPD, 1969-1974
  • Walter Scheel, FDP, 1974-1979
  • Karl Carstens, CDU, 1979-1984
  • Richard von Weizsäcker, CDU, 1984-1994
  • Roman Herzog, CDU, 1994-1999
  • Johannes Rau, SPD, 1999-2004
  • Horst Köhler, CDU, 2004-2010
  • Christian Wulff, CDU, 2010-2012
  • Joachim Gauck, floksleysur, 2012-2017
  • Frank-Walter Steinmeier, SPD, 2017-

Samveldisforsetin hevur als ikki líka nógv vald sum kanslarin og kann betur samanberast við t.d. íslendska forsetan. Hetta er tí, at Týskland hevur eina tingræðisliga (parlamentariska) stjórnarskipan. USA og Frankaríki hava hinvegin forsetaræðiligar (presidentiellar) stjórnarskipanir, ið gevur teirra forsetum sera stórt vald (franska stjórnarskipanin er tó semi-presidentiell og gevur ikki forsetanum líka nógv ræði sum tí amerikanska).

Forsetin tekur tó endaligu avgerðina, tá lógir skulu setast í verk, samgonga skal skipast, kanslari skal setast í starv o.m.a. Sostatt minnir týska forsetaembætið um danska kongshúsið. Hóast týski samveldisforsetin ikki hevur stórt vald, er tað mikil heiður at fáa starvið. Tað eru ofta gamlir politikarar, ið fáa heiðurin at gerast samveldisforsetar.

Týska politiska skipanin hevur tvey kømur. Ríkisdagurin (Bundestag) er lægra kamarið, meðan Ríkisráðið (Bundesrat) er ovara kamarið. Tey eru tó í tveimum ymiskum bygningum í Berlin. Ríkisráðið hevur 69 limir, ið eru valdir av statunum – ikki av fólkinum. Statirnir hava millum 3 og 6 limir í part, men smáu statirnir hava lutfalsliga betri umboðan. T.d. hevur Bremen 3 limir fyri færri enn 700.000 íbúgvar, meðan Nordrhein-Westfalen hevur 6 limir fyri næstan 18 milliónir íbúgvar. Á sama hátt sum við amerikanska Senatinum er hetta ein háttur at tryggja økisliga ávirkan, soleiðis at stóru statirnir ikki taka alt ræðið. Ríkisráðið hevur í nógvum førum møguleika at forða fyri lóggávu.

Skrivað av Sámali Matras Kristiansen, ritstjóra, og útgivið á Snar. Hóskandi til miðnám, men kann eisini brúkast í elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Forsíðumyndin er frá FelixMittermeier/Pixabay . Allar myndir eru annars frá Wikimedia Commons.

© Sámal Matras Kristiansen og Nám