Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Vika sex

03.02.2021

Her eru filmar frá tiltakinum "Samtykki" at brúka í undirvísingini í sambandi við Viku sex.

Forlagið "Leirkerið" hevur sítt boð upp á, hvussu ung skulu læra um sex, og Bókadeildin vísir á seks bøkur, sum kunnu brúkast í sambandi við Viku sex.

Seks filmar um samtykki

Niðanfyri eru fimm filmar av Facebook-síðuni hjá tiltakinum Samtykki og ein av Youtube-síðuni hjá Amnesty International

Tiltakið Samtykki hevur til endamáls at fyribyrgja neyðtøku og kynsligum ágangi - og styrkja fatanina av hugtakinum samtykki. Samtykki er eitt samstarv hjá Amnesty International, Fólkaheilsuráðnum, Almannamálaráðnum og Føroya Politi.

Samtykki hevur eisini eina síðu á Instagram

Amnesty International hevur ein síðu um Viku sex

Foreldrini skulu læra ung um sex

Forlagið Leirkerið, sum í fjør fekk serliga mentavirðisløn frá Uttanríkis- og mentamálaráðharranum, hevur eisini eitt boð uppá, hvussu ung skulu læra um sex. Saman við Heimamissiónsforlagnum og Føroyskum fríkirkjum kunngera tey í viku fimm, hvør skal undirvísa ungum um sex.

Les meira her

Viku sex bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið nógvar bøkur út, ið viðgera evni sum kynssamleika, nethatur og mangt annað, ið hendan vikan setur sjóneykuna á.

Les meira um tær seks útvaldu bøkurnar her