Altjóða kvinnudagur 8. mars
Frímerkjadeildin hjá Posta gevur kvinnudagin 8. mars út frímerki at heiðra stríðskvinnuni Andreu Árting. Á heimasíðuni hjá Posta er meira at lesa um Andreu Árting.
Á Snar er m.a. tema um javnrættindi og í nýggjari føroyskari søgu á netinum hjá Námi eru eisini dømi um fyrstu spírar til kravið um javnrætt.
Um fyrsta altjóða kvinnudagin verður sagt:
”Í 1911, árið eftir at Zetkin hevði mælt til at stovna Altjóða Kvinnudagin, varð fyrsti Altjóða Kvinnudagurin hildin í fýra londum: Danmark, Eysturríki, Sveis og Týsklandi. Hetta var tann 19. mars og krøvini vóru kvinnuligur valrættur, betring av arbeiðsumstøðunum hjá kvinnum og rætturin til almenn størv. Fyrstu árini aftaná varð dagurin hátíðarhildin ymsar dagar, men í 1921 varð avgjørt at leggja hann 8. mars. Í 1920- og 30-árunum varð dagurin serliga hildin sum ein sosialistiskur kvinnudagur, og eftir seinna heimsbardaga fall hann meira ella minni burtur.”