Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Flesjarnar í søgn

08.12.2020

Flesjarnar, sum eru í Tangafirði beint við Eysturoyartunlinum, eru lýstar í Bygdasøgunum av Nesi, sum Helgi Jacobsen savnaði og skrivaði í 2017.

Har kunnu vit lesa soleiðis:

“Flesjarnar eru ein stór grynna við Stórufles og boðum og skerum suður úr Raktanga og í ein lágan eystan úr Kaldbaksnesi áleið miðskeiðis millum Eysturoy og Streymoy. Trý skip eru farin á Flesjunum, har dýpið á einum víðum øki bara er nakrar fáar metrar. Í teimum trimum vanlukkunum doyði ein maður, men í gamlari tíð eru fólk eisini deyð á Flesjunum.

Gomul søgn er um, at Flesjarnar eina ferð í fyrndini hava verið ein oyggj. Til endans búðu sjey systrar har. Men tær klandraðust illa. Tær fingu tá at vita, at bundu tær ikki frið, skuldu tær missa oynna, og sjálvar skuldu tær standa steinrunnar og klandrast í allar ævir.

So kom ein ódn, og øll oyggin hvarv í briminum, og eftir stóðu bara sjey steinar, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Tá tað er brim av landsynningi, stendur tað og kókar har. Gomul fólk hava greitt frá, og tey flestu kenna søguna, men eingin veit svarið um, hvør ið kom við spádóminum ella revsingini.

Onkur sigur seg hava hoyrt, at systrarnar eisini hava verið kallaðar steinsystrarnar, og ein skuldi eita Billa og ein onnur Silla”.

Uppgáva:

  1. Hvør er moralan i søgnini um Flesjarnar?
  2. Eru aðrar søgur ella sagnir kring landið, sum benda á ósemjur, ið eru so stórar, at heil fjøll fara í luftina?
    Lurta eftir søguni "Tussarnir á Tussatindi á kvf.fo