Mathler er rokniútgávan av Wordle
07.02.2022
Hvussu verður Mathler spælt
Tú hevur seks royndir at finna røttu loysnina. Hvør roynd skal geva úrslitið, sum sæst omanfyri spælið.
Tú kanst brúka grundtølini frá 0 til 9 og tekinini,” +” (pluss), “-“ (minus), “*”(falda) og “/” (deila)
Eftir hvørja roynd fær hvør rútur ein lit.
- “Grønur rútur” merkir at talið ella tekinið er rætt og stendur á rætta staði.
- “Gulur rútur” merkir at talið ella tekinið er rætt, men stendur á skeiva staði.
- “Gráur rútur” merkir at talið ella tekinið er skeivt.
Truplari útgáva av Mathler
Er tað vanliga Mathler ov lætt fyri teg, so finst ein útgáva við truplari rokniuppgávum, sum eitur Hard Mathler