6 nýggjar undirvísingargongdir til kvæði
Undirvísingargongdirnar eru lagdar á temasíðuna Kvæði og dansur.
Far til undirvísingargondirnar
Endamál
Undirvísingargongdirnar eru skipaðar soleiðis, at allir næmingarnir læra eina samlaða kvæðaheild. Hetta so at næmingarnir fáa samanhangandi undirvísing í kvæðum gjøgnum alla skúlagongdina, soleiðis, at teir á hvørjum ári kunnu taka afturíaftur tey kvæði, sum teir hava lært árini frammanundan, og harvið kann dansurin ganga smidligari.
Afturat hesum eru vísur, ið verða tiknar upp á hvørjum ári, umframt at aðrir barnasangir kunnu nýtast at læra stevið.
Eisini mæla vit til at byrjað verður at læra dansispøl longu í grunddeildini.
Við hesi undirvísingargondini eru eisini nøkur spøl, sum kunnu nýtast at læra kvæðini uttanat.
Í undirvísingini í føroyskum dansi eiga hesi evni at vera nomin við:
- Hvat er føroyskur dansur?
- Stev
- Læra kvæði uttanat
- At brúka allan kroppin at dansa við
- Hvat merkir tað at skipa?
- Hyggja í eyguni hvør á øðrum
- Munurin á at syngja og kvøða
Tað hevur stóran týdning, at hetta ikki einans er uttanatlæra, men hevur eitt endamál, og at tað er stuttligt.
Senni koma tríggjar undirvísingargongdir afturat.