Nú eru vit 8 milliardir á jørðini
Til læraran
Tilfarið er ætlað at brúka í samfelagsfrøði í hádeild. Men kann eisini tillagast at brúka á øðrum aldursstigum.
Vit fara í gongd
Grafiskur teljari
Byrja tíman við at vísa hendan grafiska teljaran hjá Worldometer. Á myndini eru 8 milliardir fólk, og tað koma fleiri á alla tíðina so hvørt, sum fólkatalið veksur.
Trýst á knøttin "watch as we increase" fyri at síggja, hvussu fólkatalið veksur.
Greinar
Her eru tvær føroyskar greinar, onnur av heimasíðuni hjá Kringvarpinum og hin av tíðindasíðuni in.fo.
Lesið báðar ella aðra greinina, áðrenn tit svara spurningunum niðanfyri.
Í dag fara vit upp um átta milliardir (in.fo)
Fólkatalið fer upp um átta milliardir (kvf.fo)
Hyggið eftir hesum brotinum á BBC
Soleiðis gjørdust vit 8 milliardir
Almenna enska sjónvarpsrásin BBC hevur gjørt eitt stutt filmsbrot um, hvussu fólkatalið er vaksið gjøgnum tíðirnar.
Filmsbrotið er úr grein á BBC, um børnini, sum vóru heimsborgarar nummar 5 milliardir, 6 milliardir og nummar 7 milliardir.
Spurningar 1
Á Worldometer er ein teljari, sum vísir, hvussu nógv fólk eru á jørðini beint nú.
- Hvussu nógv er fólkatalið hækkað, síðan tað fór upp um 8. milliardir?
- Hvussu nógv veksur fólkatalið um minuttin? Um tíman? Um vikuna? Um mánaðin? Um árið?
- Um fólkatalið heldur fram at vaksa við somu ferð, nær fer tað so upp um 9. milliardir?
- Hvussu nógv børn eru fødd í heiminum í dag? Og hvussu nógv børn eru fødd í ár?
- Kann vera, at barn nummar 8. milliardir var føtt í Føroyum? Hvussu stór eru sannlíkindini fyri tí?
- Niðanfyri er ein samvirkin talva frá Hagstovu Føroya, sum vísir, hvussu nógv børn verða fødd í Føroyum um árið
Hvussu nógv børn verða fødd í Føroyum um árið (vel "Bæði kyn" á myndini)? Og hvussu nógv er tað um dagin? - Hvussu nógv fólk búgva í Føroyum?
- Hvussu stórur prosentpartur av heimsins fólkum býr í Føroyum? Ella vent á høvdið, hvussu nógv fólk eru í heiminum fyri hvønn føroying?
Spurningar 2
Søgulig og framtíðar gongd
Á Wordlometers eru eisini hesar myndir og talvur, sum vísa fólkatalið søguliga, og hvussu fólkatalið væntast at vaksa komandi árini.
- Samvirkin mynd av søguliga fólkatalinum. (Tað ber til at tillaga, hvørji ár síggjast á myndini)
- Talva av søguliga fólkatalinum.
- Forsøgn, hvussu fólkatalið fer at vaksa fram til 2050.
- Framtíðar varðar í fólkatalinum.
- Nær fór fólkatalið av álvara at vaksa?
- Nær fór fólkatalið upp um 0,5 milliard? Og nær fór tað upp um 1 milliard?
- Hvussu nógv fólk búðu í heiminum, tá ið ommur og abbar tykkara vóru fødd?
- Hvussu nógv fólk búðu í heiminum, tá ið foreldur tíni vóru fødd?
- Hvussu nógv fólk búðu í heiminum, tá ið tit vóru fødd?
- Hvussu nógv fólk fara at búgva í heiminum, tá ið tit vera 50 ár? 80 ár? 100 ár?
- Nær vænta tey, at fólkatalið fer upp um 9. milliardir?
- Nær vænta tey, at fólkatalið fer upp um 10. milliardir?
Spurningar 3
Fólkatali í Afrika
Omanfyri hava vit viðgjørt heimsins fólkatal undir einum. Men tað mest áhugaverda er, hvussu burðartíttleikin og fólkavøksturin er og verður í ymiskum londum og heimspørtum.
Mest sum allur fólkatalsvøksturin fer komandi árini at vera í Afrika, og tað er tann heimsparturin, ið minst av øllum tolir tað.
Worldometer hevur eisini serstøk fólkatalshagtøl fyri hvønn heimspartin.
Hygg millum annað eftir talvuni miðskeiðis á síðuni við heitinum Africa Population Forecast, sum vísir væntandi fólkavøkstur í Afrika komandi árini.
- Hvussu nógv fólk búgva í Afrika beint nú?
- Hvussu nógv fólk væntast at búgva í Afrika í 2050?
- Hvørjar avleiðingar kann tað fáa, at fólkatalið fer at vaksa so nógv í Afrika?
Spurningar 4
Skjótt búgva flest fólk í India
Í Kina búgva flest fólk. Soleiðis hevur tað verið, alt tað vit vita um. Men nú búgva næstan líka nógv fólk í India sum í Kina.
Á Worldometer er ein talva, sum vísir, hvussu nógv fólkatalið veksur beint nú í 20 teimum fólkaríkastu londunum. Eisini ber til at síggja, hvørji lond vóru fólkaríkast í 1950 og hvørji væntast at vera fólkaríkast í 2050.
Hygg eftir filmsbrotinum høgrumegin, sum vísir, hvørji lond hava verið 20 tey fólkaríkastu síðan 1810, og hvørji væntast at vera fólkaríkast fram til ár 2100.
- Nær halda tit, at India fer at yvirhála Kina í fólkatali?
- Hvussu nógv lond í Evropa vóru millum tey 20 fólkaríkastu í 1950?
- Hvussu nógv lond í Evropa eru millum tey 20 fólkaríkastu í 2022?
- Hvussu nógv lond í Evropa vera millum tey 20 fólkaríkastu í 2100?
- Hvussu nógv lond í Afrika vóru millum tey 20 fólkaríkastu í 1950?
- Hvussu nógv lond í Afrika eru millum tey 20 fólkaríkastu í 2022?
- Hvussu nógv lond í Afrika vera millum tey 20 fólkaríkastu í 2100?