ð.fo sera gott at brúka í undirvísing
01.02.2022
ð.fo er føroyska útgávan av vælumtókta orðaspælinum Wordle.
ð.fo kann spælast á telefon og teldu. Tú skal gita eitt orð við 5 bókstavum. Eitt nýtt orð er hvønn dag og tú hevur 6 møguleikar at gita.
Tað er Tökni, sum hevur føroyskað, og spælið finst á ð.fo. Føroysku orðini eru úr einum gomlum orðalista hjá Orðabókagrunninum.
Upprunaspælið við enskum orðum er tøkt á powerlanguage.co.uk