Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Bókmentauppgáva til útgávuna Hvíti fuglur

15.01.2021

Bókmentauppgáva er gjørd til útgávuna Hvítur fuglur eftir R.J. Palacio

Bókmentauppgávqn til Hvíti fuglur er sett saman av uppgávum til næmingin og læraraleiðbeining. 

Á síðuni Bókmentauppgávur eru uppgávur til fleiri bøkur

--------------------

Hvíti fuglur er ein grafisk skaldsøga um dreingin Julian, ommu hansara Saru og Julien, vinmannin hjá ommuni. Søgan byrjar í nútíðini, formæli, og endar eisini í nútíðini, eftirmæli. Men meginparturin av søguni er um krígsárini. Vit hoyra um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Hetta er ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika.

Raquel Jaramillo Palacio hevur skrivað og myndprýtt Hvíti fuglur, Ása H. Ellefsen hevur týtt úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2020.

Í bókini eru 3 partar, sum eru býttir upp í kapitlar, umframt formæli og eftirmæli. Aftast í bókini er eftirskrift, viðmerkingar hjá rithøvundinum, eitt sindur um, hvørjum bókin er ognað og orðalisti.