Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Fleiri enn 300 sagnir á Snar

11.05.2023

Nú summar er í hondum, er góður møguleiki at fara gongutúr við skúlaflokkinum til støð, sum koma fyri í sagnum.

Sagnir eru søgur um veruligar hendingar, og tær eru um fólk, ið hava livað. Sagnirnar eru sagdar úr minninum ætt eftir ætt. Á Snar eru fleiri enn 300 sagnir. 

Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst. Í samráði við Føroya skúlabókagrunn, seinni Nám,  er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.

Far til temasíðuna Sagnir