Hvar er Baku?
Á veggjakortinum Heimurin (Nám 2016) sæst býurin Baku, sum er høvuðsstaðurin í Aserbadjan, sum er har eysturi við Kaspiska havið í Asia.
Í Atlasinum, sum Nám gav út í 2014, sæst býurin Baku á blaðsíðu 100, sum sýnir tann partin av Asia, sum er Vesturrussland.
Hóast hetta er Aserbadjan við í Eurovision Song Contest og í EM 2020. Avstralia, Ísrael og onnur lond, sum ikki eru í Evropa, eru eisini við í evropeisku sangakappingini.
Nám hevur spurt Keith Moore, kortstjóra, hjá Harper Collins, um Aserbadjan er í Evropa. Hann svarar soleiðis:
- Aserbadjan er avgjørt IKKI í Evropa. Tað er í Asia.
- Asiatiska/evropeiska markið gjøgnum Kaukasus fylgir altjóða markinum millum Russland í norðri og Georgia og Aserbadjan í suðri.
- Allíkavæl eru folk, sum halda uppá, at veruliga markið millum Evropa og Asia skuldi verið eftir fjøllunum í Kaukasus, tað er at savna tindarnar eftir einari avgerandi linju.
- Gjørdi tú hetta, so kann landnyrðingsparturin av Aserbadjan sníkja seg inn í Evropa, men eg kenni ongan, ið ger kort, sum fylgir eini tílíkari siðvenju.
Uppgávur:
- Hvørji lond, sum ikki eru í Evropa, hava vunnið evropeisku sangkappingina?
- Hvat land, sum hevur verið við í evropeisku sangkappingini, er longst burturi frá okkara heimsparti?
- Hvørji lond eru við í Arktis?
- Hvørji lond uttanfyri Evropa eru við í evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA?