Schindler’s List (1993)
Hetta undirvísingaruppleggið vendir sær til næmingar og lærarar í hádeild. Vit hava einki Filmseftirlit ella Miðlaráð, men metingin hjá danska Medierådet og øðrum útlendskum ráðum er, at filmurin er hóskandi at síggja hjá næmingum, ið eru 15 ár og eldri.
Tið:
12 tímar, har 4 tímar hanga saman, so øll síggja filmin í felag út í eitt. Til ber eisini at gera minni burturúr. Tá brúka vit bara 4 tímar.
Tilfar:
Filmurin Schindler’s List (Steven Spielberg, 1993, USA, 187 min), sum fæst til láns í Námi.
Atlas hjá Námi.
Undirvísingargongd:
1.-2. tími:
Fyrireiking um seinna heimsbardaga og holocaust. Hvørjir vóru partarnir í krígnum, hvussu leingi vardi kríggið, og vóru Føroyar á nakran hátt við í krígnum? Hvørja menniskjafatan høvdu nasistar, tá talan var um jødar? Hví vildi Hitler drepa allar jødar? Hvussu sá Evropa út undir krígnum? Finnið býirnar Kraków, Berlin og Wien. Hvar vóru týningarlegurnar Auschwitz og Plazow. Finnið tilfar um Oskar Schindler, sum er høvuðspersónur í filminum.
2.-5. tími:
Stutt um leikstjóran Steven Spielberg. Hugt verður eftir filminum Schindler’s List (Steven Spielberg, 1993, USA, 187 min)
6.-12. tími:
Lýs persónarnar:
Hvør er Oskar Schindler, og hví er ein søga at siga um hann? Broytist hann gjøgnum filmin? Greið frá hví og hvussu.
Hvør er Itzhak Stern, og hvussu verður hann lýstur, mótvegis Oskar Schindler?
Hvør er Amon Goeth, og hvønn týdning fær hann í filminum?
Hugsa tær, at tú møtti øllum hesum trimum persónum og skuldi gera eina samrøðu við teir. Set hvørjum teirra ein spurning.
Symbol:
Hvussu verða jødar merktir?
Hvørji nasistisk hernaðarmerki síggja vit í filminum? Greið frá, hvussu tey síggja út.
Hvat er Talmud, ein rabbinari og sabbat?
Í einum ringi, sum Schindler fær, stendur skrivað, at tann, sum bjargar einum lívi, bjargar allari verðini. Greið frá, hvussu vit skulu skilja tað.
Litir:
Filmurin er svart-hvítur, men eisini í litum. Hvør er effektin, og hevur hon nakran týdning, tá skift verður til lit? Ger møguliga samanberingar við JFK (Oliver Stone, 1991), har ein partur av filminum er reyður í eini roynd at skilja fakta frá fiktión.
Filmsbrot:
Vel eitt brot úr filminum, eina senu, sum tú heldur vera tað bestu og mest sigandi í øllum filminum, sæð í mun til evnið, sum er holocaust. Greið frá, hví tú valdi hetta brot.
Hagtøl:
Hvussu nógvir jødar vóru dripnir undir seinna heimsbardaga? Vóru onnur forfylgd á sama hátt?
Eftirmeting:
Hvat heldur tú, at týskarar í dag halda um holocaust?
Skriva eitt ummæli av filminum.