Ferðafrásøgn úr Auschwitz-Birkenau
Í juni í 2015 vitjaði Pól Jespersen nasistisku legurnar Auschwitz-Birkenau. Á kortinum omanfyri, sum er úr atlasinum hjá Námi, sæst býurin Krakow, har legurnar eru. Trýst á kortið og tað verður størri. Auschwitz-Birkenau var savningarlega, arbeiðslega og týningarlega fyri jødar og mong onnur fólk. Krakow er millum býirnar í Evropa, sum vórðu spardir undir øðrum veraldarbardaga, so her eru nógv gomlum hús og støð at síggja. - Millum útferðirnar var ein, sum vit høvdu teknað okkum til, men sum kortini ikki var so hugalig, sigur Pól, og fer at siga frá um dagin, tá bussurin kom á hotellið eftir teimum. Tað tók bara halvanannan tíma at koyra úr miðbýnum til inngongdina til nasistisku Auschwitz-leguna við eyðkenda skeltinum Arbeit macht frei.
Seinni heimsbardagi byrjaði 1. september í 1939, tá ið Týskland leyp á Pólland. 6. oktober sama ár høvdu Týskland og Sovjetsamveldið hersett alt landið. Á vári í 1940 grundaðu nasistarnir kendu kz fangaleguna Auschwitz stutt vestan fyri Krakow. Her vóru gamlir bygningar hjá pólska herinum, og fyrstu fangarnir vórðu settir inn longu í juni sama ár. Tey komandi árini vórðu fangar settir at víðka um leguna, so hon eisini fevndi um týningarleguna Birkenau, sum er 3 km frá Auschwitz. Í Auschwitz-Birkenau lótu meiri enn ein millión sakleys fólk úr øllum Evropa lív, flestu teirra jødar. Á kortinum niðanfyri sært tú, hví so nógvar fangalegur hjá nasistunum vóru í Póllandi. Auschwitz-Birkenau var miðdepil í eini effektivari týning av jødum og øðrum fólkum, sum nasistarnir vildu rudda út. Jarnbreytirnar kundu flyta øll til henda stað.
- Tá ið tú ert føddur stutt eftir seinna heimsbardaga, hevur tú sum barn og ungur - ja, alt lívið - hoyrt um ræðuleikarnar undir nasismuni. Tað kom tí kanska eitt sindur óvart á meg, at vitjanin skuldi ávirka so nógv, sum hon gjørdi, sigur Pól og leggur afturat, at ein orsøkin man vera, at tú ikki rættiliga hevur gjørt tær greitt, hvussu víðfevnt hetta píningar- og týningarvirksemið var. - Og so øll tey praktisku viðurskiftini í hesum sambandi, sigur Pól og spyr: - Hvussu drepur tú meiri enn eina millión menniskju og beinir fyri líkunum?
Trýst á pílin niðast í vinstra horni, so kanst tú fylgja Pól Jespersen á ferð í Auschwitz-Birkenau í juni í 2015. Á hvørjari mynd brúkar Pól vísan, sum var hann krit á talvuni. Ferðin varar 15 minuttir