Skip to main content

Armenia er tema í 2022

Á Holocaustdegnum 27. januar 2022 kl 10:00-11:30 fara vit at viðgera landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915 og fram.

Tvøroyrar skúli er vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin. Pallur fyri tiltakinum er mentanarhúsið Salt, haðani stroymt verður.

Uppgávur eru gjørdar við støði í frásøgn frá Serj Tankian, ið er kendur sum sangari í System of a Down. Í BBC samrøðu í røðini HardTalk, hevur hann lovað abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið, tað er núverandi Turkaland, setti í verk móti armenska fólkinum um tað mundið at Fyrri Verðaldarbardagi byrjaði.

Ólavur í Geil fer aftur at samskipað tiltakið.

Areg Manvelyan hevur útvegað sambondini við heimildarfólk í Armenia. Hann hevur vitjað í Føryum sum fotografur, hevur lisið búskap á lærda háskúlanum Lomonosov í Moskva og miðla- og tøknivísund á UCLA í California.


Skráin á Holocaustdegnum

27. januar 2022 kl 10:00-11:30

  1. Otto Gram, varaskúlastjóri bjóðar vælkomin
  2. Jóhan Joensen. Søgulig frágreiðing
  3. System of a Down, Serj Tankian, Fyrsta fólkadráp í 20. øld
  4. Arousiak Berberian Hammer, Armeni í Føroyum
  5. Raffi Elliot, Støðan í dag
  6. Tóra Petersen, At finna syndabukkar
  7. Jenis av Rana, landsstýrismaður, Menningarhjálp til Armenia

Stroymingin frá tiltakinum sæst her

 

Her eru myndir frá holcaustdegnum, sum í ár var hildin í Salt á Drelnesi. Nám skipaði fyri, og Tvøroyrar skúli var vertur.

 

Hesaferð viðgjørdu vit landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915 og fram.

 

Ólavur í Geil samskipaði tiltakið.

Read more

Menningarhjálp til Armenia

Jenis av Rana, landstýrismaður, hevur havt samband við fólk úr Armenia, og hevur hevur verið nógv upptikin av Armenia og økinum har um leiðir.

Hann hevur sett í verk føroyska menningarætlan i Armenia og sent peningaliga neyðhjálp úr Føroyum.

Vælkomutalan hjá landstýrismanninum um Armenia er tekstað og varir 8 minuttir.

At finna syndabukkar

Tóra Petersen er trivnaðarráðgevi í Námi, har hon saman við øðrum hevur gjørt undirvísingartilfar um hetjur. Hetta tilfar setur Tóra inn í heildina fólkadráp og óndskap.

Í prátinum, sum varir 7 minuttir, leggur Tóra fram ymsar ímyndir av hetjum, og heldur fram granskingarúrslit ið vísa, hvussu heilt vanlig fók kunnu reagera ymiskliga tá skismaði millum vit og tit verður markant, og vit skulu finna syndabukkar.


Støðan í Armenia í dag

Armenski tíðindamaðurin Raffi Elliot, tosar á enskum við Ólav í Geil um Armenia í dag, og spentu støðuna við stóru grannalondini, Turkaland og Aserbadjan, við fólkadrápinum í 1915 sum baksýni.

Raffi hevur lisið politiska vísund á lærda háskúlanum í Ottawa og er magistari frá American University of Armenia. Hann starvast í Jerevan, og hevur verið í fremstu røð at siga heimin frá um Armenia, eisini um armenska journalstin, Hrant Dink (1954-2007), sum ein 17 ára gamal turkiskur nationalistur myrdi í Istanbul.

Enska samrøðan varir 13 minuttir.


Fyrsta fólkadráp í 20. øld

Ein av fremstu heavy rock sangarum, Serj Tankian, greiðir á ein persónligan hátt frá um fyrsta fólkadráp í 20. øld.

Báðar ommur og báðir abbar hansara vóru yvirlivarar, tá hálv onnur millión vórðu dripin í armenska fólkadrápinum í 1915. Sjálvur er hann føddur í Beirut í Libanon. Hann hevur lovað abbanum, støðugt at minna heimin á Armenia, og at fáa stjórnir at góðkenna hendingina sum fólkdráp. Tað hevur eydnast honum í USA.

Samrøðan við Serj, sum varir 17 minuttir og er á enskum, er gjørd yvir Zoom millum Runavík og Los Angeles.


Undirvísingartilfar um Armenia

Armenia - lítla fjallalandið kroyst millum stórveldini

 

Á markinum millum Europa og Asia er eitt øki, ið nevnist Kaukasus. Vanliga verður sagt, at Kaukasus-fjallaketan er markið millum heimspartarnar Europa og Asia.

Ymiskar fatanir eru tó um, júst hvar markið gongur, og hetta stríð hevur lítið við jarðfrøði at gera, men sera nógv at gera við geopolitikk og geosøgu. Tí stórur symbolskur munur er á at vera partur av Europa og at vera partur av Asia, eins og stórir mentanarligir og mannarættindaligir fyrimunir eru við at vera ”røttu megin markið”.

Far til undirvísingartilfarið um Armenia »

 


Heavy rockarar úr Armenia

Armenski grammy virðislønti heavy rock sangarin, Serj Tankian, greiðir í hesum filmi frá um, hvussu tónleikur kann brúkast at upplýsa um fólkadrápið í Armenia í 1915, og fáa poltisku skipanina at viðurkenna fyrsta fólkadráp í 20. øld. Serj Tankian er sangari í System of a Down, har hinir limirnir eisini eru armenar. Allur filmurin sæst á Apple tv.


Kirkjan sum fríðskjól

Hetta er eru børnini hjá einum armenskum andstøðingi og aktivisti. Tað er ein, ið ikki tekur undir við viðurskiftum heima í Armenia og mælir heimssamfelagnum til at mótmæla.

Myndin er úr Niðurlondum, har ein aldargomul lóg er, ið forðar løgregluni at handtaka fólk, sum eru í kirkju meðan gudstænasta verður hildin. Fyrstu ferð í nýggjari tíð varð aldargamla lógin roynd í 2019, tá niðurlendska stjórnin vildi vísa burtur armensku familjuna Tamrazyan, ið hevði biðið um friðskjól.

Tá høvdu armensku hjúnini og børn teirra búð í Niðurlondum í níggju ár. Nú óttaðust tey fyri at verða tvangsflutt úr Niðurlondum og aftur til Armenia, har pápin er eftirlýstur fyri politiska “aktivismu”.

Í 97 dagar og nætur skiftust fleiri enn 600 prestar úr Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi og Belgia at halda gudstænastu í lítlu niðurlendsku kirkjuni, har armenska familjan hevði leitað sær friðskjól.

Gudstænastan endaði, tá niðurlendska stjórnin játtaði at geva teimum loyvi at verða verandi í landinum.

Her er sjónvarpssending á enskum hjá CBS um hendingina 

Her er ensk grein hjá NPR at lesa um hendingina

 

 

Uppgávur

  1. Tosið við ein prest, har tit búgva, og spyrji, um prestur nakrantíð hevur verið í sambandi við flóttar.
  2. Spyrji prest, hvat hann heldur um armensku hendingina í niðurlendsku kirkjuni, sum vit lesa um omanfyri. Hvussu hevði hann stillað seg?
  3. Spyrji, um prestur heldur, at kirkjan altíð eigur at vera eitt friðskjól hjá einum og hvørjum, sum er komin í eina tronga støðu, sum hesa. Eiga vit kanska altíð at hjálpa tá?
  4. Leitið á netinum eftir armensku familjuni Tamrazyan. Hvussu man gangast hjá teimum?

Armenska fólkadrápið á filmi

 

Amerikanski filmurin ”The Promise” (2016) er um fólk, sum møtast, tá armenska fólkadrápið er um at taka seg upp í 1915. Ottomanska Ríkið, sum er núverandi Turkaland, tvangsflutti og drap hálva aðru millión armenar. Í filminum fylgja vit einum armena, ið fer at lesa til lækna í Konstantinopel, og har møtir einum turkiskum ríkmannasoni. Teir gerast vinir og møta einum amerikanskum journalisti, sum skrivar fyri Associated Press. Kona journalistin, sum er armensk, fær stóran týdning fyri gongdina í filminum.

Les meira »

 


Serj Tankian um Armenia

Armenia verður evnið á Holocaustdegnum 27. januar 2022. Serj Tankian tosar á enskum í 8:45 minuttir.

Lurtið og svarið hesum spurningum:

  1. Hvør er maðurin, ið tosar?
  2. Hvat er hansara samband við Armenia?
  3. Hvar er Aserbadjan?
  4. Petrooligarkar, hvat er tað?
  5. ”They want ethnic cleansing”. Hvat er tað?
  6. Hvat hendir, um tú nevnir Kurdistan, sambært Serj?
  7. Hvussu lýsir hann Armenia?
  8. Lýs persónligu støðuna hjá Serj. Er nakað serligt orð, sum tú ógvast um, at hann brúkar?
  9. Hvør er miðilin og hvussu endar hann røðuna?

Lyftið, hann gav abbanum

Armenia verður evnið á Holocaustdegnum 27. januar 2022. Samrøðan við Serj Tankian er á enskum og varir 23 minuttir. Samrøðan er í røðini Hard Talk hjá BBC. Til ber at lurta eftir prátinum, sum varir 23 minuttir.

Uppgávur:

  1. Hvat lovað Serj abbanum úr Armenia?
  2. Hvat gjørdi Serj eftir atsóknina móti Twin Towers 11. september 2001?
  3. ”Ringasta ár í lívinum”, sigur Serj. Greið frá hví, hann sigur so.
  4. Hvar býr Serj og hvar er hann føddur?
  5. Lýs tónleikaligu bakgrundina hjá Serj. Hvør er sjangran og hvønn leiklut hevur Serj í hesi sjangru?
  6. Hvønn týdning hevur tað, at eitt kent navn ger vart við seg, tá órættur verður gjørdur úti í heimi?
  7. Kannið nærri, hvat hendi í Armenia í 1915-1917?

 

 

Armenia

Armenia er eitt lýðveldi í Asia har 3 mió fólk búgva. Tað er eitt land við høgum fjøllum millum Svartahav og Kaspiskahav. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadjan móti eystri og Turkalandi og Iran móti suðri. Landið er sunnanfyri fjallarøðina Kaukasus.

Armenia er á leiðini millum eystur og vestur, har Evropa og í Asia møtast. Fjallið Ararat, har Nóa fann land eftir syndaflóðina, er á markinum við Turkaland. Hetta lítla fjallaland var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk.

Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið tey flyta út og flyta inn vørur. Stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni. Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø. Í 1915 byrjaði eitt fólkadráp, har osmanska ríkið, tað er Turkaland, tvangsflutti og beindi fyri 1,5 mió armenum.