Armenska fólkadrápið á filmi
Amerikanski filmurin ”The Promise” (2016) er um fólk, sum møtast, tá armenska fólkadrápið er um at taka seg upp í 1915. Ottomanska Ríkið, sum er núverandi Turkaland, tvangsflutti og drap hálva aðru millión armenar. Í filminum fylgja vit einum armena, ið fer at lesa til lækna í Konstantinopel, og har møtir einum turkiskum ríkmannasoni. Teir gerast vinir og møta einum amerikanskum journalisti, sum skrivar fyri Associated Press. Kona journalistin, sum er armensk, fær stóran týdning fyri gongdina í filminum.
Leikstjórin, Terry George, hevur fyrr gjørt spælifilmar um mannarættindi við veruligum hendingum sum baksýni. Hann er úr Belfast í Norðurírlandi og er kendur fyri filmarnar ”In the name of the Father” (1993) og ”Hotel Rwanda” (2004). Filmurin “The Promise” er ein stórbørur romantiskur filmur, sum eins og “Lawrence of Arabia” og “Doktor Zhivago” brúkar søguligar hendingar sum baktjald.
Í 2017 fekk Terry George virðisløn fyri at siga frá um armenska fólkadrápið í hesum filmi. Virðislønin hevur navn eftir Armin Wegner (1886-1978), sum undir Fyrra Verðaldarbardaga var týskur hermaður í núverandi Turkalandi. Har kundi hann skjalprógva armenska fólkamorðið í frásøgnum og fotomyndum.
Írski Terry George hevur eisini fingið armenska krossin khachkar, sum í útsjónd samansjóvar keltiska krossin og ímyndina av heimsins elsta kristna landi, Armenia.
Sangarin Chris Cornell syngur temasangin “The Promise” í endanum á filminum. Serj Tankian hoyrist eisini syngja ein armenskan sang í filminum.
Eftir at filmurin “The Promise” varð frumsýndur í USA, skrivaði Harout Kassabian í The Armenian Weekly, at nú fóru armenskir eftirkomarar at verða hoyrdir og virdir fyri uppáhaldið um fólkadrápið, sum teimum var fyri, men eingin hevði lurtað eftir og tí hevði skapt eitt trauma.
- The personal connection developed with the characters helps deepen the empathy felt by the audience, sigur Kassabian um filmin ”The Promise”.
Í samrøðu við Mirror Spectator sigur leikstjórin, Terry George, at í dag sigur filmur meira enn lærubøkur um søguligar hendingar, sum kunnu tykjast torskyldar, tí so nógv vilja forða søguni at koma fram:
- Audiences learn more from films today than they do from history books. Today’s audiences in particular get much of their history from films, popular culture and media. Who knew about the Cambodian killing fields until the film “The Killing Fields” came out? That movie put Cambodia in the consciousness of the world. “In the Name of the Father” informed audiences on Irish politics and contemporary history. “Hotel Rwanda” educated an audience about a genocide they knew little or nothing about. “The Promise” is the first Hollywood film about the Armenian genocide and in the course of its theater run, followed by cable and DVD and Netflix, there will be a greater recognition and understanding of the Armenian genocide, sigur Terry George í samrøðuni