Undirvísingartilfar um Armenia
Armenia - lítla fjallalandið kroyst millum stórveldini
Á markinum millum Europa og Asia er eitt øki, ið nevnist Kaukasus. Vanliga verður sagt, at Kaukasus-fjallaketan er markið millum heimspartarnar Europa og Asia. Ymiskar fatanir eru tó um, júst hvar markið gongur, og hetta stríð hevur lítið við jarðfrøði at gera, men sera nógv at gera við geopolitikk og geosøgu. Tí stórur symbolskur munur er á at vera partur av Europa og at vera partur av Asia, eins og stórir mentanarligir og mannarættindaligir fyrimunir eru við at vera ”røttu megin markið”.
Yvirskipað eru londini í økinum tó sera merkt av staðsetingini á markinum millum kristna og muslimska heimin.
Í Kaukasus-økinum er ein ørgrynna av smáum londum. Flestu teirra eru undir ræðinum hjá øðrum londum, men trý teirra eru sonevnd “fullveldi”, t.v.s. lond, ið – formliga – hava fult ræði á egnum viðurskiftum: Aserbaidjan, Georgia og Armenia. Tó eru hesi fullveldi undir støðugari hóttan frá stórveldunum norðanfyri og sunnanfyri, ið væl kundu hugsað sær at hertikið tey ella partar av teimum. Við øðrum orðum er Kaukasus eitt sera ófriðarligt øki, ið javnan er merkt av kríggi og spenningi.
Hóast bert trý fullveldi eru í Kaukasus-økinum, eru 12 onnur lond/øki við meiri ella minni sjálvræði.
- Í Aserbaidjan eru: Nagorno-Karabak og Naktjivan.
- Í Georgia eru: Abkasia, Suður-Ossetia og Adjara.
- Í russiska samveldinum er ymisk lond: Adygea, Karatjai-Tjerkessia, Kabardino-Balkaria, Norður-Ossetia, Ingusjetia, Tjetjenia og Dagestan.
Russland hevur harumframt vald yvir Abkasia og Suður-Ossetia, hóast tey formliga framvegis eru partar av Georgia. Hesi bæði hertiknu øki geva eisini Russlandi stórt geopolitiskt vald yvir Georgia. Abkasia hevur meginpartin av svartahavsstrondini hjá Georgia og frá Suður-Ossetia er russiska hervaldið bert 30 kilometrar frá georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi og eitt hanagleiv frá høvuðsvegnum og høvuðsjarnbreytini, ið knýta Eystur-Georgia og Vestur-Georgia saman – umframt oljuleiðingini, ið flytur aserbaidjanska olju til Svartahavið, har oljutangaskipini bíða. Eitt sindur longur suðuri er eisini ein leidningur, ið gongur frá Aserbaidjan gjøgnum Georgia til Turkalands.
Uppgávur
- Kanna hvørji mørk tey trý fullveldini í Kaukasus-økinum hava.
- Finn kortið “Ethno-linguistic groups in the Caucasus region”.
- Kanna hvørji fólkasløg liva í teimum trimum fullveldunum í Kaukasus-økinum.
Armenia – elsta kristna landið
Armenia er í dag eitt pikkalítið land. Støddin er knappar 30.000 ferkilometrar og fólkatalið er umleið 3 milliónir. Bæði í stødd og fólkatali er Armenia sostatt samanberiligt við danska landslutin Jútland. Armenia er eitt fjallaland, og har er lutfalsliga nógv avfall. Tó vantar landinum viðhvørt vatn um summarið, og tí er neyðugt at goyma vatnið handan vatnbyrgingar. Vatngoymslurnar hava sera stóran týdning fyri landbúnaðin í Armenia, ið í stóran mun brúkar kunstvæting.
Armenia er nærum tað umvenda av Føroyum. Armenia liggur diametralt í hinum endanum av Europa, er eitt fjallaland umgyrt av øðrum londum, har fleiri teirra eru fíggindalig. Føroyar eru hinvegin eitt oyggjaland umgyrt av havi og í mestan mun vinarligum londum. Tí kann vera torført hjá føroyingum at seta seg inn í ta truplu støðu, ið Armenia er í – bæði geopolitiskt og mentanarliga.
Armenia gjørdist 301 eftir Kristi føðing fyrsta land, ið gjørdi kristindómin til almennan átrúnað. Sostatt er Armenia í dag heimsins elsta kristna land. Hendan støða er tó trupul, tí landið er umgyrt av trimum muslimskum londum – Turkalandi vestanfyri, Iran sunnanfyri og Aserbaidjan eystanfyri. Norðanfyri eru kristnu Georgia og tey muslimsku smálondini í Norður-Kaukasus, ið framvegis eru undir russiskum yvirveldi.
Armenia er ein av heimsins elstu núverandi tjóðum. Armenar nevna seg sjálvar ”hayer” og landið ”Hayastan” eftir gomlu hetjuni ”Hayk”, ið sigst hava livað umleið 2.500 fyri Kristi føðing. Armenska málið er eitt indo-europeiskt mál, ið er nær skilt við grikskt. Í Aserbaidjan tosa tey hinvegin aseri, ið er eitt turkiskt/altaiskt mál, og í Georgia tosa tey georgiskt, ið er eitt kartveliskt mál.
Høvuðsstaðurin í Armenia eitur Jerevan, og har búgva umleið ein millión fólk – ein triðingur av fólkatalinum í Armenia. Jerevan liggur í einum dali stutt frá turkiska markinum. Sostatt ber illa til hjá Armenia at verja høvuðsstaðin hernaðarliga, um Turkaland velur at gera innrás.
Uppgávur
- Kanna mørkini hjá Armenia. Brúkið atlas ella finnið kort á internetinum.
- Kanna hvørjir landslutir eru í Armenia. Leitiorð: “Armenia, provinces”.
- Kanna hvørjir týðandi býir eru í Armenia og hvørjum landslutum, teir eru í.
Armenia og umheimurin
Av tí at so nógvur ófriður hevur verið í Armenia, eru armenar eitt sera mobilt fólkaslag, ið kunnu samanberast við jødar. Gjøgnum tíðirnar eru sera nógvir armenar flýddir til onnur lond, og tað finnast stór armensk útisetasamfeløg (diaspora) í ymiskum londum, m.a. í USA, Frankaríki, Russlandi og Ukraina, eins og í grannalondunum Georgia og Aserbaidjan. Hinvegin eru lutfalsliga fáir armenar eftir í Turkalandi. Í dag verður mett, at bert ein triðingur av øllum armenum búgva í Armenia. Stórur partur av búskapinum hjá Armenia verður fíggjaður við stuðli frá armenskum útisetum.
Ein hin ógvusligasta fráflytingin var í sambandi við eina av mongum persiskum innrásum, tá nógvir armenar fluttu til eystara Miðjarðarhavið og stovnsettu eitt nýtt ríki har: ”Armenskt Cilicia”. Hetta kristna ríkið stuðlaði m.a. vestureuropeiskum krossfararum, til tað at enda varð hertikið av muslimska Egyptalandi. Armenarnir vóru nú noyddir at flýggja – í stóran mun til Vestureuropa. Eins og jødar eru armenar tiltikin dugnalig handilsfólk. Armenska handilsmentanin er elligomul, og støðan millum stórveldini hevur ikki bert ført kríggj við sær, men hevur givið Armenia eina góða støðu sum handilsmiðstøð millum Vesturheimin og Eysturheimin. Mentanarliga er Armenia eitt sera áhugavert land, ið sameinir hugrák frá Vesturheiminum og Eysturheiminum.
Í dag er trupult hjá Armenia at handla við onnur lond. Flestu vørur verða útfluttar gjøgnum Georgia, tí bæði Turkaland og Aserbaidjan hava læst síni mørk. Nærum einki verður handlað við Turkaland og Aserbaidjan, men fitt av handli er við bæði Georgia og Iran. Harumframt eru stóru handilspartnararnir Russland, ES, Sveits, Irak og Kina. Meginparturin av olju og gassi kemur úr Russlandi, og royndirnar hjá Armenia at fáa olju/gass úr Iran eru ikki væl sæddar í Moskva. Russland er sostatt bæði ein geopolitisk trygd hjá Armenia, men eisini ein handilslig forðing, tí samstarv við Turkaland og Aserbaidjan er ógjørligt – serliga keyp av olju/gassi. Armenia hevur stóran tørv á olju og gassi, men nakað av orku fæst eisini frá einum ótryggum kjarnorkuverki skamt frá Jerevan, umframt vatnorkuverkum í fjøllunum.
Kanna hvørjar vørur Armenia útflytur. Leitiorð: Armenia exports.
Uppgávur
- Kanna hvørjar vørur Armenia innflytur. Leitiorð: Armenia imports.
- Finn kortið “Proposed rail connections in the Caucasus”.
- Met um hvønn týdning ymisku ætlaðu (proposed) leiðirnar kunnu fáa fyri Armenia.
Frá stórveldi til smáland
Fyrr í tíðini var Armenia eitt stórveldi. Upprunaliga æt landið Nairi og síðani Urartu (Ararat). Hesi lond megnaðu at verja seg móti fornum fólkasløgum sum skýtum, kimmerum, hittitum og assýrum, og eitt skifti var Urartu eisini stórveldi. Men frá 585 fyri Kristi føðing og næstan fram til í dag hevur Armenia verið ein kastibløka millum onnur stórveldi og fólkasløg í økinum: Persar, makedonar, rómverjar, bysantinar, muslimar, georgar, mongolar, turkar og russar – listin yvir hersetingarvald er langur. Nakrir glottar hava verið, har Armenia hevur fingið sjálvræði í nøkur ár, men sum heild hava stórveldi sitið á valdinum og í fleiri umførum trælkað og dripið stórar partar av fólkinum. Í dag er Armenia eitt sera lítið land, men í tíðarskeiðnum fyri Kristi føðing var landið risastórt og strekti seg frá Svartahavinum til Kaspiska havið og til Miðjarðarhavið.
Bæði persar, mongolar og onnur stórveldi hava verið sera harðrend við armenar, men størsta vanlukkan var í 1915 og árini fram, tá turkar við hjálp frá kurdum gjørdu av við nærum allar armenar í táverandi Vesturarmenia, ið tískil ikki er til longur. Í staðin búgva turkar og kurdar nú har. Stóra armenska fólkadrápið varð framt, tí turkar hildu, at armenar vóru samansvornir við russar ímóti Osmannaríkinum. Mett verður, at millum 600.000 og 1.500.000 armenar lótu lív. Núverandi landið Armenia er sostatt bert ein partur av Eysturarmenia, og í 2020 misti Armenia eisini Nagorno-Karabak til Aserbaidjan, ið var hernaðarliga stuðlað av systurtjóðini Turkalandi. Við krígnum frá 1988 til 1994 hevði Armenia annars tikið Nagorno-Karabak frá Aserbaidjan, men tað var ein stokkut løta.
Armenia er sostatt vorðið alsamt minni gjøgnum tíðirnar, og stórur partur av armenska fólkinum er í dag burtur – næstan øll, ið livdu innanfyri turkiskt mark, vórðu týnd ella burturflutt av Osmannaríkinum. Armenar eru eisini harmir um, at teirra heilaga fjall – Ararat – er turkisku megin markið.
Sovjettiski leiðarin Stalin – ið sjálvur var úr Georgia – var heldur ikki vinarligur mótvegis Armenia og gav Georgia og Aserbaidjan stór landaøki frá Armenia. Tí er Armenia í dag minni, enn tað nakrantíð áður hevur verið. Armenia er sostatt eitt land, ið er í vanda fyri at hvørva, og tað sama er galdandi fyri Georgia. Hvør sær hevði verið lætt hjá turkum, iranarum ella russarum at tikið hesi londini, og besta vónin er tí, at um eitt land hóttir, so kemur eitt annað land at verja. Armenar liva eisini í eini vón um, at kristni felagsskapurin við russar kann vera ein hjálp, men fyri russar er áhugin helst meiri av geopolitiskum og búskaparligum slagi: teir vilja styrkja sítt vald í Kaukasus-økinum.
Russland heldur sostatt hondina yvir Armenia, tí Russland ynskir ikki, at arvafíggindin Turkaland skal fáa ræðið á hesum landi, ið fyri stuttari tíð síðani var undir sovjettiskum ræði. Russland hevur í øldir havt ræði á Kaukasus og vil helst ikki missa hetta vald.
Uppgávur
- Kanna nær ymisk stórveldi hava hertikið Armenia. Brúka síðuna “Atlas of Armenia” > History maps
- Kanna í hvørjum tíðarskeiðum Armenia hevur verið frælst.
- Kjakið um framtíðina hjá Armenia.
Turkaland vendir sær eystureftir – og Kina vestureftir
Størsti arvafíggindin hjá Armenia er Turkaland. Nógvir armenar hava ta fatan, at Turkaland ynskir at fáa yvirvald yvir Armenia, – ella í minsta lagi at fáa ræði á sunnastu pørtunum av Armenia – soleiðis at koyrandi verður millum Turkaland, Naktjivan og Aserbaidjan uttan at farast má gjøgnum Iran ella Georgia. Nikol Pashinyan – forsætisráðharri í Armenia – ásannar, at upplating av leiðunum ”gagnar Aserbaidjan, tí tað harvið fær eina samskiftisleið við Naktjivan, og gagnar Armenia, tí vit mugu hava eina álítandi jarnbreyt og samskiftisleiðir við Russland og Iran. Hetta merkir, at búskapurin hjá okkara landi fer at broytast munandi.”
Kelda: Thomas de Waal, Carnegie Europe, 8. nov. 2021. “In the South Caucasus, Can New Trade Routes Help Overcome a History of Conflict?”.
Aserbaidjan tók í 2020 – við hernaðarligum stuðli frá Turkalandi – Nagorno-Karabak, so nú eru bert fáir kilometrar millum Aserbaidjan og Naktjivan. Ein partur av friðaravtaluni var at opna farleiðirnar millum Aserbaidjan og Naktjivan, umframt at nýggjar leiðir skulu byggjast í økinum.
Turkaland hevur harumframt ætlanir um at víðka sína ávirkan eystur um Kaspiska havið til systurtjóðina Turkmenistan og onnur lond í Miðasia við nógvum turkiskum fólkasløgum. Tað finnast enntá turkisk fólkasløg í núverandi Kina. Eitt av tíðarinnar mest umfatandi mannarættindabrotum fer í løtuni fram í Xinjiang Uyghur, har kinesararnir kúga uyghurarnar, ið eru í ætt við turkar. Við at strekkja valdið vestureftir kann Turkaland styrkja støðuna hjá teimum turkisku fólkabólkunum, ið ikki hava egið land, umframt at fáa stóran búskaparligan vinning burtur úr tí.
Kina er annars stóri fíggjarligi íleggjarin í Miðasia. Ein av stóru verkætlanunum hjá Kina er at knýta Eurasia saman við verkætlanini ”Belt and Road Initiative”. Her eru vegir í Miðasia, Iran, Kaukasus og Turkalandi av avgerandi týdningi. Hetta kann samanberast við miðaldarinnar Silkiveg, ið knýtti Europa og Asia saman.
Vegna geopolitisku støðuna hjá Armenia verður lítla fjallalandið ikki ein beinleiðis partur av hesum. Vegir og gassleidningar verða í staðin leiddir norður- og suðurum. Armenia noyðist at fáa betri samferðslukervi, men hevur illa ráð til tað. Tí ræður um at fáa útlendskar íleggjarar at hjálpa til.
Hetta er ikki bert ein búskaparligur spurningur, men eisini ein trygdarspurningur. Flestu londini eru samd um, at besti heilivágur móti hernaðarligum stríði er øktur handil. Harumframt skapar handil økt ríkidømi, ið eisini minkar um stríðshugin.
Uppgávur
- Met um hvørjar vinir Armenia hevur og kann fáa í framtíðini. Grundgev fyri svarinum.
- Met um hvørjir vandar eru hjá Armenia í framtíðini. Grundgev fyri svarinum
Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri og samfelagsfrøðingur, hevur skrivað hetta undirvísingartilfar. Myndirnar eru í mestan mun tiknar frá Wikipedia og eru fevndar av Creative Commons ella Public Domain og kunnu sostatt brúkast av øllum uttan kostnað. Myndirnar fáast í betri upploysn við at brúka leitorðini undir myndunum.