Skráin á Holocaustdegnum
Í Vestmana skúla 26. januar 2024 kl. 10.00 - 11.30
10.00 | Kristianna Jacobsen, stjóri í Vestmanna skúla, bjóðar vælkomin |
10:05 | Ólavur í Geil, samskipari, fortelur um, hvussu dagurin verður skipaður |
10:10 | Gunnar Isfeld, lærari og søgufrøðingur á Glasi, greiðir frá fólkadrápinum í Ruanda í 1994 |
10:25 | Dan T. Hansen, skálamaður, búsitandi í Danmark, sum var í økinum í 1994, greiðir frá, hvussu hann upplivdi støðuna. Video |
10:40 | Kate Sanderson, sendikvinna Føroya í London, sigur frá, hví Stóra Bretland vil senda flóttar til Ruanda í dag. Video |
10:50 | Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, greiðir frá um transgenerationalt trauma, og hvussu hópdráp ávirka ættarlið |
11:05 | Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroya, um mannrættindi og rættvísi. Video |
11:15 | Næmingar úr Vestmanna skúla greiða frá, hvat tey hava lært av altjóða holocaustdegnum í dag |
Ruanda verður evnið á Holocaustdegnum í 2024
Amnesty International og Nám hava gjørt av, at Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð at vit taka upp eitt land í heimspartinum Afrika.
Holocaustdagurin 2024 verður fríggjadagin 26. januar. Vestmanna skúli er vertsskúli.
Í filmsbrotinum er ein brellbiti, har samskiparin hjá Námi og aðalskrivarin í Amnesty greiða frá evninum og um, hvat fólkamorð er, so lærarin er fyrireikaður.
Á sjálvum holocaustdegnum fer Pætur Zachariasson at greiða frá um transgenerationell traumatisering. Onnur uppskot, sum eru á tekniborðinum, eru at tosa við afrikanska Amnesty kontórið, sum er næst við Ruanda, um hvussu støðan er í landinum í dag, og hvussu støðan í Ruanda var, tá hon var ringast.
Vit hava eisini sett okkum fyri at fáa svar uppá, hvussu tað ber til, at politikarar í Evropa í álvara ætla at senda flóttar til Ruanda at vera. At enda hava vit notera okkum, at filmurin Hotel Rwanda (2004) eisini er til, og vilja viðmæla, at skúlar fáa atgongd til henda film. Í flestu londum hevur filmurin 13 ára aldursmark.
Vendingin ”rikin á flótta”, sum sæst á plakatini, er tikin úr Fjórðu Mósebók í Bíbliuni: hann rekur synir sínar á flótta. Henda vending er eisini brúkt í orðabókini hjá Orðabókagrunninum.
Eru uppskot um evni til holocaustdagin 2024 og yvirhøvur, taka vit fegin ímóti.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávur til teir seks stuttfilmarnar um Holodomor. Spurningarnir eru fyrireiking hjá flokkinum, lærara og næmingi, undan tiltakinum í Fuglafjarðar skúla, sum er altjóða holocaustdagin 27. januar kl 10:00-11:30. Tiltakið verður stroymt beinleiðis til allar skúlar, og spurningar kunnu setast.
Oddur:
- Hvat merkir ”holodomor”?
- Greið frá, hvat Lenin gjørdi
- Hvat merkja orðini sovjett, bolsjevikk og kulakk?
- Hvønn týdning fekk korn sum politiskt amboð?
- Hvat er planbúskapur?
- Hvussu verður familjan hesa tíðina mett mótvegis arbeiðarastættini?
- Hvør eigur matin, fyrst í 1930’unum?
- Sleppir tú at flyta, tá jørðin einki gevur?
- Hvussu verður matarstøðan lýst hesa tíðina?
- Hvussu nógv doyggja í hugri í Ukraina hesa tíðina?
- Var hetta fólkamorð?
Hanus:
- Hvør skapti hungursneyðina?
- Hvussu knýtir Hanus Holodomor saman við Holocaust?
- Hvønn týdning fær ukrainska kornið?
- Lovaða Landið, sum Hanus nevnir - hvat er tað?
- Hvussu verður Stalin lýstur?
- Var Holodomor neyðugt?
- Hvat er, sambært Hanusi, tað mest áhugaverda við fólkinum í Ukraina?
- Hvat varð gjørt við mótstøðufólk?
- Hvussu nógv doyðu í Holodomor?
- Eitt fasistiskt harðræði - hoyra vit tað vanliga um Russland?
- Hvørji hyggjuráð hevur Hanus at enda í fyrilestrinum, so vit í mesta mun kunnu sleppa undan fólkamorðum sum Holocaust og Holodomor?
Tóra:
- Hvussu byrjar prátið?
- Hvørji amboð er tað, sum Tóra brúkar, at skilja ”tað, sum hendir”?
- Hvat er ein syndabukkur og hvønn týdning hevur hann hjá tí einstaka og í bólkinum?
- Hvussu deilir Tóra heilan upp í ymsar partar?
- Hvør er, sambært Tóru, orsøkin til innrásina hjá Putin í Ukraina?
- Hvønn týdning hevur bólkurin, sum hin einstaki er í?
- Bólkafákunnan, hvat er tað?
Mariia:
- Hvar býr Mariia?
- Hvaðani eru foreldrini hjá henni?
- Søgan endurtekur seg, sigur Mariia í dag. Hvat man liggja í hesum orðum?
- ”Fólkini hjá mær” sigur Mariia. Hvat merkir tað?
- Hvat gjørdi Mariia og maðurin, tá kríggið byrjaði?
- Hvønn týdning hevur tað, at Kringvarpið var við?
- Finn býin, haðani Mariia er ættað.
- Propaganda hjá Putin, sigur Mariia. Hvønn týdning og hvørjar avleiðingar hevur henda propaganda, sambært Mariiu?
- Var holodomor partur av skúlagongdini hjá Mariiu?
Georg:
- Hvar fær Kringvarpið tíðindi úr fremmandum londum frá?
- Hvat er AP?
- Tá kríggj er í Ukraina, hvørji tíðindi velur hann tá at brúka at lýsa støðuna, og hvørjar møguleikar hevur hann at eftirkanna sannleiksvirðið í valdu útlendsku tíðindunum?
- Hvønn týdning hevur ”álit” í tíðindaflutningi?
- Hvat heldur tíðindaleiðarin um holocaust, til dømis um tað fór fram í dag - hvat hevði hann so sagt sum journalistur?
- Hvørji góð ráð hevur tíðindaleiðarin at geva okkum, sum hyggja eftir krígstíðindum?
Løgmaður:
- Hvussu hevur gongdin verið í peningajáttan úr Føroyum til krígsherjaða Ukraina?
- Er tað, sambært løgmanni, okay at siga, at vit eru lítil?
- Hvussu metir løgmaður íkomnu støðuna í Ukraina, og hvør er sambært honum okkara ábyrgd?
- Hvørji dømi brúkar løgmaður at mæla til at stuðla krígsherjaðum økjum og londum?
Holodomor verður evni á holocaustdegnum í Fuglafjarðar skúla
Fríggjdagin 27. januar verður holucaustdagur hildin í Fuglafjarðar skúla. Tá er altjóða minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkadráp, sum ST hevur ásett.
Nám og Amnesty International, Føroya deild, skipa fyri degnum, sum er fyri hádeild, eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar.
Í ár er evnið Holodomor, ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.
Altjóða Holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í Holodomor, og samstundis verður varpað ljós á, um samanhangur er millum Holodomor og kríggið í dag.
Altjóða Holocaust dagurin hevur áður viðgjørt hesi evni úr søguni um fólkadráp: Jødatýningin undir øðrum veraldarbardaga, kríggið á Balkan og í fjør var tað fólkadrápið í Armenia, sum ljós varð varpað á.
Tá ið hesi trý hópdrápini fóru fram, var heimurin øðrvísi. Vit høvdu til dømis ongar fartelefonir, og sosialir miðlar vóru ikki til. Men nú hava næstan øll eina fartelefon og flestu brúka fleiri sosialar miðlar. Samstundis verða vit bombarderað við tíðindum og viðmerkingum um kríggið í Ukraina.
Umframt søguliga frágreðing um Holodomor, og aktuella frágreiðing um samanhang millum kríggið og Holodomor, fortelur Mariia Olsen, sum er búsitandi í Rituvík, men er úr Ukraina, um, hvussu hennara familja er rakt av krígnum. Fjølmiðlafólk úr Kringvarpinum greiða frá, hvussu tíðindi verða miðlað úr einum krígsherjaðum øki. Eisini fer ein sálarfrøðingur at lýsa avbjóðingar í krígsstøðum, sum hesari. At enda fer løgmaður, Aksel V. Johannesen, at greiða frá, hvussu Føroyar fara at taka støðu og føra seg fram í aktuellu krígsstøðuni.
Tiltakið verður stroymt úr Fuglafjarðar skúla. Skúlar kunnu fylgja við her á síðuni.
Gareth Jones og Holodomor
Í 1933 var walisiski Gareth Jones (1905-1935) millum kendastu journalistar, tí honum hevði eydnast at fáa eitt prát við Adolf Hitler. Sama ár fór hann til Sovjetsamveldið at skriva næstu grein, tí hann hevði avtalað eina samrøðu við Josef Stalin.
”Mr. Jones” er altjóða heitið á filminum, sum lýsir hesa hendingina. Gareth Jones hevur sett sær fyri at kanna, hvussu kommunistiski staturin ætlar at nýmótansgera landið og samstundis skipa tær mongu herdeildirnar. Karmurin um greinin skal verða samrøðan við Stalin.
Men ferðin lagar seg so, at Jones uttan ferðaloyvi kemur inn í núverandi Ukraina, har hann fær eina fyrstahonds og ikki sørt marrukenda uppliving av sovjettisku framgongdini. Við egnum eygum sær hann, hvussu harðrendir russiskir hermenn tøma landsins korngoymslur, meðan milliónir av ukrainarum doyggja í hugri, eitt fólkamorð, ið síðan er kallað Holodomor.
Russar frætta um virksemið hjá journalistinum, og gera alt fyri at teppa hann, so einki verður skrivað til vesturlendsku bløðini um veruligu støðuna í Sovjetsamveldinum.
Altjóða ummælarar siga, at filmurin ”Mr. Jones” gevur eina sannførandi ræðumynd av gloymda fólkamorðinum í Ukraina, Holodomor.
Ræðuleikarnir, sum Gareth Jones avdúkaði í Eysturevropa, fingu vinmannin, George Orwell (1903-1950), at skriva ”Animal Farm” í 1945.
Filmurin sæst á Filmstriben
(Rita inn á Filmstriben við lánaranummari og loynitali frá Býarbókasavninum)
Niðanfyri sæst ein brellbiti av Youtube
Uppgávur til filmin Mr Jones
- Hvør var Gareth Jones?
- Hvat merkir tað, at ein journalistur hevur keldur frá fyrstu hond?
- Hvør er Stalin, og hvat er tað, hann ger, sum elvir til Holodomor?
- Spyr Amnesty International, hvør definitiónin er av einum fólkamorði.
- Hvat merkir Holodomor?
- Hvønn týdning fekk Gareth Jones fyri George Orwell?
- Hvussu verður Holodomor lýst í filminum Mr Jones? Hvat fáa børnini at eta?
- Um øll síggja hann, hvønn týdning kann filmurin so hava fyri støðuna í Ukraina?
Gregory Stanton í Ruanda
Amerikanski granskarin, Gregory Stanton, hevur hildið saman gongdina í søguligum fólkadrápum í flestu londum. Hann er komin eftir, at tíggju stig kunnu síggjast aftur, tá fólkadráp fara fram.
Tey tíggju stigini eru:
- at gera eina flokkingarskipan
- at gera ímyndir
- at gera mismun
- at gera eitt menniskja ómenniskjansligt
- at skipa eina útrudding
- at elva til polarisering
- at fyrireika álitisfólki til útruddingina
- at jagstra tey útvaldu
- at útrudda
- at avnokta
Í 1989 varð Gregory Stanton biðin at standa fyri einum venjingarskeiði fyri almenn starvsfólk í Ruanda og grannalondunum. Tá fór Stanton til forsetan, Juvenal Habyarimana, og bað hann strika ”ethnic identities”, upprunaeyðkenni, í samleikaskjalinum hjá fólki í Ruanda, tí hetta kundi brúkast at eyðmerkja tey við, um so varð, at eitt fólkadráp fóra at taka seg upp. Fimm ár seinni, í 1994, var tutsifólkið fyri skipaðum fólkamorði í Ruanda.
Í kunningarsavninum hjá Námi er nýggja danska bókin ”Vejen til folkedrab - før under og eftir Holocaust”. Bókin sigur, at í farnu øld vórðu hundrað milliónir dripin í fólkadrápi. Í Holocaust drupu nazistar seks milliónir. Onnur fólkadráp, sum bókin viðger, vóru í Armenia, Kambodja, Ruanda og Srebrenica. Bókin vísir á, at í øllum førum vórðu ofrini forfylgd fyri nakað tey vóru - ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt.
Í bygnaði og hugsan tekur bókin støði í teim tíggju stigunum hjá Gregory Stanton.
Arbeiðsuppgáva at loysa í flokkinum
- Tosið í flokkinum um tey tíggju stigini, sum Gregory Stanton nevnir. Gevið tykkara boð uppá, hvørja meining hesi tíggju stigini kunnu hava. Takið jødar undir krígnum sum dømi. Brúkið øll tey tíggju stigini. Hjálpa stigini okkum í eini fatan av tilgongdini?
- Nú flyta vit tey tíggju stigini heim til okkara gerandisdag. Vit hugsa eina tilgongd við ógvusligari útihýsing og happing. Kunnu vit fáa nakað persónliga burtur úr teim tíggju stigunum, tá vit meta um eina hugsaða hending í okkara egna flokki?
- Kann vitanin um tey tíggju stigini fáa okkum at forða fyri allari útihýsing og happing?
Filmurin Hotel Rwanda
Terry George, sum er føddur í Belfast í Norðurírlandi í 1952, gjørdi í 2004 filmin Hotel Rwanda. Aldursmarkið er fimtan ár.
Filmurin sæst á almennu bókasavnstænastuni Filmstriben (stovna ókeypis brúkara).
Filmurin byggir á veruligar hendingar og persónar í Ruanda í 1994. Stríð hevur verið millum ættarbólkarnar hutu og tutsi. So kunngerð útvarpið í Ruanda, at dagurin 5. mai skal verða uppruddingardagur. Henda lýsta dagin skal høvuðsstaðurin, Kigali, ruddast fyri tutsi-fólk. Stutt eftir boðini í útvarpinum fóru hutu-hermenn út í gøturnar og drupu frá hond - útvið ein millión varð dripin. Filmurin Hotel Rwanda viðger hesa støðu. At undirstrika at støðan er verulig, fær leikarin Don Cheadle til uppgávu at spæla hin veruliga hotellstjóran, Paul Rusesabagina. Hann lat hotellið upp, so tað bleiv ein flóttafólkalega, ið bjargaði nógvum fólkum.
Arbeiðsuppgávur
- Hvønn søguligan týdning hevur Belgia havt í Ruanda?
- Kannið søguligu viðurskiftini millum ættarbólkarnar hutu og tutsi í Ruanda.
- Hvat hendir við forsetanum í landinum?
- Hvønn týdning hava Sameindu Tjóðir og heimspressan? Liva tey upp til okkara vónir og væntanir?
- Kann tað hugsast, at hava nakran týdning, at leikstjórin, Terry George, er føddur í Belfast?
- Eftir at tit hava sæð filmin í felag, ger hvør einstakur eitt stutt ummæli av filminum, Hotel Rwanda, har kjarnin er fólkadráp, á enskum genocide.
Ruandiskur løgreglumaður dømdur fyri fólkadráp
Africa News skrivar úr París, at har er lívstíðardómur feldur yvir ein løgreglumann úr Ruanda, sum í dag býr undir nýggjum navni í Fraklandi. Brotsverkini fóru fram í 1994 og í dag er hin dømdi 66 ára gamal.
Tað er eitt serligt rættarting, cour d'assises á fronskum, sum tekur støðu í grovum ákærum, ið kunnu elva til harðan dóm.
Africa News, sum skrivar á enskum, sigur soleiðis um dómin:
“The Paris Assize Court was merciless on Wednesday in sentencing former Rwandan gendarme Philippe Hategekimana, 66, naturalised French under the name Philippe Manier, to life imprisonment for genocide and crimes against humanity committed in Rwanda in the spring of 1994.”
Her kann lesast meir um rættarmálið og dómin
Uppgávur:
1 Hvat er fólkadráp, á enskum genocide, og brotsverk móti mannaættini, á enskum crimes against humanity? Undir lærarans leiðslu skifta tit orð um hesi bæði hugtøk. Til ber eisini at heita á Amnesty International, Føroya deild, at koma á vitjan og greiða frá um hesi hugtøk.
2 Hvar er Ruanda?
3 Hvat er ruandiski løgrelumaðurin funnin sekur í at hava gjørt?
4 Nær bleiv Ruanda sjálvstøðugt land?
5 Frammanundan høvdu onnur lond ræði á Ruanda. Kannið eftir hvørji londini vóru.
Podvarp um Ruanda
Á heimasíðuni hjá danska miðilinum, Danmarks Radio, eru spennandi poddvørp at finna um fólkadrápið í Ruanda. Her eru dømi um tvey donsk poddvørp, sum lærarin kann brúka sum fyrireiking til Holocaustdagin í føroyska skúlanum 2024:
Í røðini Kampen om historien tosar Adam Holm við heimildarfólk um Ruanda í 1994. Bráddliga hendir eitt fólkamorð, sum hevur verið kallað eitt afrikanskt holocaust. Hendingarnar fara so skjótt fram, at poddvarpið verður kallað Rwanda - verdens hurtigste folkemord. (link undir heitið)
Í røðini Bakspejl er ein hálvur tími um tað, sum bráddliga fer fram í 1994, men sum kortini hevur røtur í hjálandaveldinum í Afrika og kapprenningin hjá londum, um ríkidømi í hesum heimspartinum.
Vertur er Martin Grønne og heitið er Rwandas folkemord.