Skráin á Holocaustdegnum
27. januar 2023 kl. 10.00 - 11.30
Beinleiðis stroymingin, sum var frá tiltakinum, sæst her.
- Oddur á Lakjuni, lærari og søgufrøðingur, greiðir frá søguligu hendingini Holodomor
- Hanus Kamban, rithøvndur, setir sín dám á, hvussu og hví Holodomor fór fram
- Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, greiðir frá í samrøðu, hvussu menniskjað er sett saman og hvussu óndskapur kann taka skap
- Mariia Shvets Olsen, er úr Ukraina, men búsitandi Føroyum. Hon fortelur um, hvussu søguliga Holodomor ávirkar Ukraina í dag, og hvussu hennara familja er rakt av krígnum í landinum í dag
- Georg Petersen, tíðindaleiðari á KVF, fortelur, hvussu KVF velur til og frá tíðindir úr einum krígsherjaðum landi
- Aksel V. Johannesen, Løgmaður Føroya, greiðir frá, hvat Føroyar kunnu gera, at hjálpa londum í neyð
Niðanfyri sæst stroymingin frá tiltakinum, sum var í Fuglafjarðar skúla fríggjadagin 27. januar 2023.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávur til teir seks stuttfilmarnar um Holodomor. Spurningarnir eru fyrireiking hjá flokkinum, lærara og næmingi, undan tiltakinum í Fuglafjarðar skúla, sum er altjóða holocaustdagin 27. januar kl 10:00-11:30. Tiltakið verður stroymt beinleiðis til allar skúlar, og spurningar kunnu setast.
Oddur:
- Hvat merkir ”holodomor”?
- Greið frá, hvat Lenin gjørdi
- Hvat merkja orðini sovjett, bolsjevikk og kulakk?
- Hvønn týdning fekk korn sum politiskt amboð?
- Hvat er planbúskapur?
- Hvussu verður familjan hesa tíðina mett mótvegis arbeiðarastættini?
- Hvør eigur matin, fyrst í 1930’unum?
- Sleppir tú at flyta, tá jørðin einki gevur?
- Hvussu verður matarstøðan lýst hesa tíðina?
- Hvussu nógv doyggja í hugri í Ukraina hesa tíðina?
- Var hetta fólkamorð?
Hanus:
- Hvør skapti hungursneyðina?
- Hvussu knýtir Hanus Holodomor saman við Holocaust?
- Hvønn týdning fær ukrainska kornið?
- Lovaða Landið, sum Hanus nevnir - hvat er tað?
- Hvussu verður Stalin lýstur?
- Var Holodomor neyðugt?
- Hvat er, sambært Hanusi, tað mest áhugaverda við fólkinum í Ukraina?
- Hvat varð gjørt við mótstøðufólk?
- Hvussu nógv doyðu í Holodomor?
- Eitt fasistiskt harðræði - hoyra vit tað vanliga um Russland?
- Hvørji hyggjuráð hevur Hanus at enda í fyrilestrinum, so vit í mesta mun kunnu sleppa undan fólkamorðum sum Holocaust og Holodomor?
Tóra:
- Hvussu byrjar prátið?
- Hvørji amboð er tað, sum Tóra brúkar, at skilja ”tað, sum hendir”?
- Hvat er ein syndabukkur og hvønn týdning hevur hann hjá tí einstaka og í bólkinum?
- Hvussu deilir Tóra heilan upp í ymsar partar?
- Hvør er, sambært Tóru, orsøkin til innrásina hjá Putin í Ukraina?
- Hvønn týdning hevur bólkurin, sum hin einstaki er í?
- Bólkafákunnan, hvat er tað?
Mariia:
- Hvar býr Mariia?
- Hvaðani eru foreldrini hjá henni?
- Søgan endurtekur seg, sigur Mariia í dag. Hvat man liggja í hesum orðum?
- ”Fólkini hjá mær” sigur Mariia. Hvat merkir tað?
- Hvat gjørdi Mariia og maðurin, tá kríggið byrjaði?
- Hvønn týdning hevur tað, at Kringvarpið var við?
- Finn býin, haðani Mariia er ættað.
- Propaganda hjá Putin, sigur Mariia. Hvønn týdning og hvørjar avleiðingar hevur henda propaganda, sambært Mariiu?
- Var holodomor partur av skúlagongdini hjá Mariiu?
Georg:
- Hvar fær Kringvarpið tíðindi úr fremmandum londum frá?
- Hvat er AP?
- Tá kríggj er í Ukraina, hvørji tíðindi velur hann tá at brúka at lýsa støðuna, og hvørjar møguleikar hevur hann at eftirkanna sannleiksvirðið í valdu útlendsku tíðindunum?
- Hvønn týdning hevur ”álit” í tíðindaflutningi?
- Hvat heldur tíðindaleiðarin um holocaust, til dømis um tað fór fram í dag - hvat hevði hann so sagt sum journalistur?
- Hvørji góð ráð hevur tíðindaleiðarin at geva okkum, sum hyggja eftir krígstíðindum?
Løgmaður:
- Hvussu hevur gongdin verið í peningajáttan úr Føroyum til krígsherjaða Ukraina?
- Er tað, sambært løgmanni, okay at siga, at vit eru lítil?
- Hvussu metir løgmaður íkomnu støðuna í Ukraina, og hvør er sambært honum okkara ábyrgd?
- Hvørji dømi brúkar løgmaður at mæla til at stuðla krígsherjaðum økjum og londum?
Holodomor verður evni á holocaustdegnum í Fuglafjarðar skúla
Fríggjdagin 27. januar verður holucaustdagur hildin í Fuglafjarðar skúla. Tá er altjóða minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkadráp, sum ST hevur ásett.
Nám og Amnesty International, Føroya deild, skipa fyri degnum, sum er fyri hádeild, eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar.
Í ár er evnið Holodomor, ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.
Altjóða Holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í Holodomor, og samstundis verður varpað ljós á, um samanhangur er millum Holodomor og kríggið í dag.
Altjóða Holocaust dagurin hevur áður viðgjørt hesi evni úr søguni um fólkadráp: Jødatýningin undir øðrum veraldarbardaga, kríggið á Balkan og í fjør var tað fólkadrápið í Armenia, sum ljós varð varpað á.
Tá ið hesi trý hópdrápini fóru fram, var heimurin øðrvísi. Vit høvdu til dømis ongar fartelefonir, og sosialir miðlar vóru ikki til. Men nú hava næstan øll eina fartelefon og flestu brúka fleiri sosialar miðlar. Samstundis verða vit bombarderað við tíðindum og viðmerkingum um kríggið í Ukraina.
Umframt søguliga frágreðing um Holodomor, og aktuella frágreiðing um samanhang millum kríggið og Holodomor, fortelur Mariia Olsen, sum er búsitandi í Rituvík, men er úr Ukraina, um, hvussu hennara familja er rakt av krígnum. Fjølmiðlafólk úr Kringvarpinum greiða frá, hvussu tíðindi verða miðlað úr einum krígsherjaðum øki. Eisini fer ein sálarfrøðingur at lýsa avbjóðingar í krígsstøðum, sum hesari. At enda fer løgmaður, Aksel V. Johannesen, at greiða frá, hvussu Føroyar fara at taka støðu og føra seg fram í aktuellu krígsstøðuni.
Tiltakið verður stroymt úr Fuglafjarðar skúla. Skúlar kunnu fylgja við her á síðuni.
Gareth Jones og Holodomor
Í 1933 var walisiski Gareth Jones (1905-1935) millum kendastu journalistar, tí honum hevði eydnast at fáa eitt prát við Adolf Hitler. Sama ár fór hann til Sovjetsamveldið at skriva næstu grein, tí hann hevði avtalað eina samrøðu við Josef Stalin.
”Mr. Jones” er altjóða heitið á filminum, sum lýsir hesa hendingina. Gareth Jones hevur sett sær fyri at kanna, hvussu kommunistiski staturin ætlar at nýmótansgera landið og samstundis skipa tær mongu herdeildirnar. Karmurin um greinin skal verða samrøðan við Stalin.
Men ferðin lagar seg so, at Jones uttan ferðaloyvi kemur inn í núverandi Ukraina, har hann fær eina fyrstahonds og ikki sørt marrukenda uppliving av sovjettisku framgongdini. Við egnum eygum sær hann, hvussu harðrendir russiskir hermenn tøma landsins korngoymslur, meðan milliónir av ukrainarum doyggja í hugri, eitt fólkamorð, ið síðan er kallað Holodomor.
Russar frætta um virksemið hjá journalistinum, og gera alt fyri at teppa hann, so einki verður skrivað til vesturlendsku bløðini um veruligu støðuna í Sovjetsamveldinum.
Altjóða ummælarar siga, at filmurin ”Mr. Jones” gevur eina sannførandi ræðumynd av gloymda fólkamorðinum í Ukraina, Holodomor.
Ræðuleikarnir, sum Gareth Jones avdúkaði í Eysturevropa, fingu vinmannin, George Orwell (1903-1950), at skriva ”Animal Farm” í 1945.
Filmurin sæst á Filmstriben
(Rita inn á Filmstriben við lánaranummari og loynitali frá Býarbókasavninum)
Niðanfyri sæst ein brellbiti av Youtube
Uppgávur til filmin Mr Jones
- Hvør var Gareth Jones?
- Hvat merkir tað, at ein journalistur hevur keldur frá fyrstu hond?
- Hvør er Stalin, og hvat er tað, hann ger, sum elvir til Holodomor?
- Spyr Amnesty International, hvør definitiónin er av einum fólkamorði.
- Hvat merkir Holodomor?
- Hvønn týdning fekk Gareth Jones fyri George Orwell?
- Hvussu verður Holodomor lýst í filminum Mr Jones? Hvat fáa børnini at eta?
- Um øll síggja hann, hvønn týdning kann filmurin so hava fyri støðuna í Ukraina?