Dagan á Holocaustdegnum 2021
Her er ísraelski sendiharrin í Danmark, Benny Dagan. Hann talar á altjóða Holocaustdegnum 27. januar 2021. Enska talan, sum hann lesur, hevur danskan undirtekst og varir 10 minuttir. Hyggið í felag eftir taluni og svarið síðan hesum spurningum:
1 Hvussu kallast minnisdagurin í Danmark?
2 Hvussu metir sendiharrin støðuna hjá jødum í Evropa í dag?
3 Hvat heldur sendiharrin um Auschwitz og vitanina hjá fólki um júst hetta evnið í dag?
4 Sendiharrin sigur, at í gomlum døgum varð jødin sagdur at hava serliga ringar menniskjansligar eginleikar. Hvørjir vóru hesir eginleikar og hvat elvdi hetta uppáhald til? Kjakist í flokkinum um henda part í røðuni hjá sendiharranum.
5 Hvussu kennir sendiharrin seg sum jøda í Danmark, og hvat heldur hann um forsætisráðharran, Mette Frederiksen?
6 Hvønn týdning hevur tað, sambært sendiharranum, at læra seg søguna og at minnast hana? Tekur tú undir við honum í hesum uppáhaldi?
7 Sendiharrin nevnir IHRA. Hvat er tað í hesum sambandi?
Holocaustdagurin 27. januar 2021
Holocaustdagurin 2021 verður stroymdur úr Skúlanum við Streymin
Skráin byrjar kl. 10.00 og er liðug kl. 11.30:
10.00 Skúlastjórin, Sonni Óli Djurhuus, bjóðar vælkomin
10.05 Verturin tekur yvir og greiðir frá tiltakinum
10.10 Heini í Skorini: Hvat hendi veruliga og hvørjar vóru avleiðingarnar
10.30 Tanja Elek: Hvussu vit komu til Føroyar
10.42 Regin Jacobsen: Vit hjálpu 20 fólkum til tryggleika
10.57 Ottar í Funningsstovu: Mín tíð sum hermaður á Balkan
11.07 Heri Á. Simonsen & Tróndur Arge: Sambandið millum Føroyar og Balkan londini í fótbóltshøpi
11.19 Spurningar
Filmsbrot um fólkadráp
Tanja Elek er fødd og uppvaksin í Osijek í Kroatia og flutti til Beli Manastir, og síðan til Bezdan í Serbia. Síðan flýddi hon undan krígnum, kom til Danmarkar og at enda til Føroya, har hon í 2000 búsetti seg á Glyvrum.
- Hvussu byrjar filmurin, hvat er árið og hvat mál tosa tey?
- Hvat mál tosar Tanja nú?
- Hvaðani er Tanja rýmd?
- Hvat hoyra vit um pápa Tanju?
- Hví velur hon og húskið at flýggja til Danmarkar?
- - Vit komu til Sandholm, sigur Tanja. Hvat er Sandholm?
- Hvussu byrjar samstarvið við føroyingar?
- Hvat arbeiði fær Tanja í Føroyum?
- Klipt verður aftur til Dag og Viku í 2000. Hvussu kenna tey seg, tá tey fyrstu ferð komu til Føroya?
- Eysturslavonia verður nevnt fleiri ferðir. Hvar er tað?
Ottar í Funningsstovu S.T. hermaður í Bosnia
Hygg eftir filminum og svara hesum spurningum:
- Hvør sigur frá?
- Hvør er uppgávan hjá Ottari í Bosnia?
- Hvat er tað, sum persónliga dregur hann til Bosnia?
- Hevur Ottar samband við fólkið á staðnum?
- Hvørji fólkasløg og hvørjar átrúnaðir møtir Ottar í Bosnia?
- Eru nakrar ítøkiligar forðingar tá Ottar skal koyra í lastibili frá einum staði í annan?
Heini í Skorini Ph.d í altjóða politikki
Hygg eftir filminum og svara hesum spurningum:
- Hvat er eitt fólkadráp?
- Hvør stovnur setti sær fyri at forða fólkadrápum?
- Finn Bosnia á kortinum. Nær fór kríggið í Bosnia fram?
- Greið frá gamla Jugosloavia. Hvussu var tað landið sett saman?
- Hvørjar eru í dag avleiðingarnar av at Jugoslavia datt sundir?
- Finn býin Screbrenica á kortinum. Hvat henda í Screbrenica í 1995?
- Hvønn leiklut fingu, ella tóku ST-hermenn á hesum staðnum?
- Greið frá tveimum hernaðarleiðarunum í stríðunum. Hvør var teirra bakgrund?
Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrosti
Hygg eftir filminum og svara hesum spurningum:
- Hvør sigur frá?
- Hvar hoyrir Regin um flóttafólkini, sum her verða umrødd?
- Hvønn týdning hevur arbeiði, tá tú flytir í annað land at vera?
- Hvussu er støðan í Føroyum um hesa tíð at fáa arbeiði og bústað?
- Hvør er metingin hjá Regini av akkurát hesum flóttafólkunum í teirra arbeiði?
- Hvussu nógv eru flóttafólkini?
- Hvat hendur, um tú sum flótti missir arbeiði?
- Hvussu er føroyska skipanin?
- Hvat sigur Regin, at kríggj kann elva til?
Uppsløg um fólkadráp
Hetta eru uppsløg, sum Nám og Amnesty International Føroya deild gjørdu í januar 2021. Uppsløgini kunnu frítt skrivast út í øllum skúlum ella har ein printari er.
Mett verður, at meira enn 100 milliónir fólk hava latið lív í fólkadrápum tey seinastu 100 árini.
Endamálið við uppsløgunum er at minnast holocuast og onnur fólkadráp undir herrópinum ”ongantíð aftur”.
Eitt annað endamál er at minna á, at fólkadráp endaðu ikki eftir krígslok í 1945. Sum uppsløgini vitna um, halda fólkadráp fram á okkara døgum.
Uppgáva í flokkinum:
- Hyggið at fyrsta uppslagnum, sum eisini er høvuðsuppslagið. Finnið trý fólkadráp, sum enn fara fram. Hvørji eru londini?
- Finnið uppsløgini sum lýsa søguligu støðuna í Bosnia.
- Nær fór Bosniakríggið fram?
- Hvørjir vóru stríðandi partarnir?
- Hvussu nógv fólk eru deyð?
- Hvussu nógv fólk eru flýdd av støðuni í hesum londum?
- Tosið um orsøkirnar til og avleiðingarnar av kríggi.
- Hvør hjálp er at heinta hjá fólki, sum flýggja úr hesum londum?
- Hvat kunnu vit gera?
Genocide
Genocide er enskt fyri fólkadráp. Á fronskum verður ein, ið er funnin sekur í at hava framt fólkadráp nevndur genocidaire.
Í 1948 samtyktu Sameindu Tjóðir eina yvirlýsing, har hugtakið fólkadráp varð lýst. Ætlanin var og er støðugt at forða fyri at fólkadráp fara fram.
Yvirlýsing um fyribyrging og revsing fyri brotsverkið fólkadráp
Hildið verður, at farnu 100 árini eru fleiri enn 100 milliónir fólk fyribeind, tí fólkadráp hevur tikið seg upp. Einaræðisharrar og teirra hjálparfólk hava staðið fyri drápunum. Hvørki pressa ella altjóða samfelagið hava megnað at steðga fólkadrápunum.
Í krígnum í Bosnia vildu allir partar hava sítt egna øki, har bara teirra fólk skuldi liva og eingin annar. Serliga vóru tað kroatar og serbar, ið kravdu henda etniska reinleika. Hetta krav rakti Bosnia serliga meint.
Torskilda søgan hjá Jugoslavia
Í tíðarskeiðnum 1918-2003 kann Jugoslavia skiftast í trý sløg av londum, sum hvørt hava havt sína stýrisskipan:
- Kongaríkið Jugoslavia
- Sosialistiska lýðveldið Jugoslavia
- Jugoslaviska ríkið við Serbia og Montenegro
Hetta síðst nevnda ríkið, sum varð skipað í 1992, tók í 2003 navnið Serbia og Montenegro. Í 2006 varð hetta landið býtt sundur í tey bæði sjálvstøðugu londini Serbia og Montenegro.
Gamla Jugoslavia varð nógv frammi í altjóða politikki og tíðindamiðlum tá Josip Broz Tito (1892-1980) var ríkisleiðari og stýrdi landinum frá 1943 til hann doyði í 1980.
Hin føroyska Wikipedia skrivar, at “Jugoslavia var sett saman av seks lýðveldum og tveimum sjálvstýrandi landspørtum. Báðir teir sjálvstýrandi landspartarnir vóru í serbiskum øki: Kosovo sunnanfyri og Vojvodina norðanfyri. Umleið 42 % vóru griksk-katólsk, 32 % rómversk-katólsk og 13 % muslimsk. Týdningarmestu málini vóru slovenskt, makedónskt, serbiskt og kroatiskt. Harafturat vórðu talað 12 onnur mál. Gamla Jugoslavia fór sundur í hesi sjálvstøðugu ríkini: Makedónia, Slovenia, Bosnia-Hersigovina, Kosovo, Montenegro, Serbia og Kroatia.”
Her er ein donsk app, ið lýsir søguna um Jugoslavia, sum datt sundur.