Skip to main content

Flokksett: Um kríggj var í Norðurlondum

 

Í Námi er henda lítla grøna bók, ið er sum eitt ferðpass í vavi. Heitið er Um kríggj var í Norðurlondum.

Ímynda tær, at tað er kríggj - ikki í Afganistan ella Sýria ella í onkrum øðrum landi langt burturi - men í Evropa, í Føroyum, her hjá okkum.

Við bókini bjóðar danska Janne Teller lesarunum av at gera eina hugaroynd.

Við at venda sjónarhorninum á, fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at verða flóttarfólk tá kríggj er.

Oddfríður Marni Rasmussen hevur umsett lítlu bókina, ið fæst sum floksett í Námi.


Upprunafólk einsrættað í skúlum

Kanadiskir miðlar skrivaðu í mai mánað 2021, at í einum skúla fyri upprunafólk, høvdu myndugleikar funnið líkini av 215 børnum.

Skúlin var virkin til 1978. Ikki bara í Kanada, men eisini í Avstralia og í Sámalandi, hava myndugleikarnir tikið børnini frá upprunafólki og sent tey í serligar skúlar, sum bara vóru til teirra. Í Sámalandi hevur Mari Boine sungið um hesar skúlar, internatskúlar, sum norsku skúlamyndugleikarnir stóðu fyri. Í Avstralia hevur Doris Pilkington Garimara í 1996 skrivað søguna hjá ommuni, ið gekk í tílíkum skúla, men kláraði at flýggja. Í 2002 varð søga hennara gjørd til filmin “The Rabbit Proof Fence”.

Uppgávur

1. Hví hevur tað almenna havt áhuga í at taka børn frá upprunafólkum, so sum lýst í hesum tíðindum?

2. Hvørji upprunafólk búgva í Kanada og Avstralia?

3. Hvar er Sámaland?

4. Skiftið, við støði í hesum tíðindum, orð í flokkinum um, hvørja makt skúlaskipanin kann hava hjá okkum og í øðrum londum.


 

At vera svartur í Tulsa í 1921

Um mánaðarskiftið mai-juni í 1921 tóku hvítir borgarar í amerikanska býnum Tulsa seg saman um at drepa svartar borgarar í býlingini Greenwood. 300 vórðu dripin. Nú 100 ára eru umliðin síðan hendingina, vóru minningartiltøk.

Uppgávur

  1. Kannið eftir, hvat hendi í Tulsa í 1921.
  2. Hvør var borgarstjóri í býnum, tá hendingin fór fram?
  3. Hvat kann sigast um býlingin Greenwood í 1921?
  4. Hvat siga tey í dag úr Hvítu Húsunum um hendingina fyri 100 árum síðan?

 


 

Hetja.fo

Um tit vilja arbeiða meira við, hvørjir sálarfrøðiligir faktorar ávirka, hvussu vit menniskju bera okkum at móti hvørjum øðrum, ella tit ynskja at arbeiða meira við nøkrum av teim sosialsálarfrøðiligu hugtøkunum, sum verða nevnd í filmsbrotinum hjá Tóru, so ber til at fara í ástøðiligt tilfar hjá Námi við frágreiðingum, dømum og uppgávum.

Tilfarið sæst her


Viktor Frankl: Hava øll hetjumegi?

 

Ein týdningarmikil ástøðingur innan sálarfrøðina, Victor Frankl (1905-1997), hevur sagt:

Between stimulus and response there is a space. In that space is our power to choose our response. In our response lies our growth and our freedom.

Úr sosial- og evolutiónssálarfrøðini vita vit, at tað bæði eru viðurskifti í okkum og kring okkum, sum hava ávirkan á, hvussu vit bera okkum at í millumrúminum millum stimulus og respons, tað vil siga í tí løtuni, sum er, áðrenn vit reagera upp á okkurt, sum ávirkar okkum.

 

 

Uppgáva:

Farið saman tvey og tvey og veljið tykkum eina gerandishetjugerð, sum onkursvegna kann kennast ótespilig, men tó ikki vera vandamikil á nakran hátt.

Leggið nú eina ætlan fyri, hvussu, hvar og nær, tit ætla at fremja hana. Brúkið talvuna:

Viðurskifti

Loysn

1. Tú heldur, at onkur annar fer at hjálpa (Spjaðing av ábyrgd).

The Power of One! Minst til, hvussu ábyrgd spjaðist í einum bólki, og minst til, hvussu hetta ótilvitað ávirkar okkum í okkara atferð. Kanska tú ert tann fyrsti ella fyrsta at byrja hjálpina.

2. Tú ert stúrin um, hvat onnur hugsa um teg í støðuni (Kastljósávirkanin - The Spotlight Effect)

Minst til, at hini leggja als ikki so væl merki til, hvat tú gert, sum tú heldur. Minst eisini til, at tín hjálpandi atferð kann gera stóran mun.

3. Hini kring teg hjálpa ikki, so kanska alt er, sum tað skal vera (Bólkafákunna - Group Ignorance).

Finn útav, hvat fer fram. Ikki líta á, at bólkurin hevur alla ta neyðugu vitanina.

4. Tú hevur ikki tíð ella hevur skund.

Trýst á mentala pausuknøttin. Legg til merkis og gev tær stundir og møguleika at taka eina grundaða avgerð, hvørt tú skalt gera nakað ella ikki.

5. At hjálpa kann vera torført ella vandamikið.

Um tað at gera nakað setur teg í vanda, minst so til styrkina við tveimum - The Power of Two! Finn ein at hjálpa tær at hjálpa.