Skip to main content

Føroysk bindibók millum tær bestu í Evropa 

18.10.2023

Bókin "Binda", sum Sandra Sørensen hevur skrivað, hevur vunnið bronsu í kapping um at gerast besti lærumiðil í Evropa.

Binda kom á úrvalslistan fyrst í oktober, og í dag, fyri lítlari løtu síðan, er kunngjørt á bókamessu í Frankfurt, at hon er millum tær bestu innan skúlabókaútgávu til handaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum. 
 
Eg visti, at bókin var góð, og í samráð við bókatoymisleiðaran í Námi meldaði eg hana til kappingina. Í dag hava vit so fingið eitt fløvandi herðaklapp frá evropeisku dómsnevndini,” sigur Karina Toftegaard, ritstjóri. 
 
Nám ynskir Sandru Sørensen til lukku við heiðursmerkinum. 

Les meira um bókina her >

Onnur tíðindi

18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira