Greta í Dalsgarði
Heimastumenn í Skálavík vildu hava Núpsdalsoyrina lagda aftur at Heimastahaga og ætlaðu so at veita Núpsá, ið er mark millum Mið- og Heimastahaga, oman við niðaru Núpsdalsbrekku.
Hetta høvdu teir ráðst um við Rasmus, ið var eigari í Miðhaganum, móti at Miðhagin skuldi fáa afturfyri ovari.
Tá Greta fekk hetta at vita, bað hon mannin vísa sær Núpsdalsoyrina. Tá ið hon fekk at síggja, hvussu vorðið ið var, segði hon: “Hesum má tú ikki játta, tí í kavaroki verður seyður tín drivin niður undir brekkuna at kroka og sleppur ikki uppfyri aftur fonnina í Brekkuni. Sum er hevur seyðurin Oyrina at skava á og hevur harvið onga neyð, men verður Oyrin avgrivin, fer seyður tín á ánna.”
Hesum býti varð so einki av.
Anton legði aftrat, at tað hevði gingið so, sum Greta segði, um býtið varð avgjørt.
Anton Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.