Skip to main content

Trumsirætt

Heiman fyri Klovagarðin í Skálavík er eitt bøstykki, ið rópast Trumsið. Har var rætt í gomlum døgum, sum teir róptu Trumsirætt. Einaferð rikið var í hesa rætt, helt ein av teimum yngru monnunum, at tað var best at senda boð heim í tey nýggju húsini eftir nøkrum at drekka. Hesi nýggju húsini skuldu vera tey fyrstu í Kirkjugerði.

Tá svaraði ein av teimum eldru monnunum: “So nógv er fólkið afturfarið, at nú senda teir boð av rættini eftir drekka, ikki var tað skikkur, tá ið eg var ungur, tá gingu vit lættliga heilan dag uttan at drekka.     

Heimildarfólk: Anton Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.