Halgabrekka
Á Halgabrekku heima á Sandi var eitt kloystur í tí katólsku tíðini; grundarplássið á tí vísist enn. Tað sigst, at niðast á tí grundini hevur Jóhan Hendrik Reyn bygt síni hús. Tá hann gróv burtur fyri húsgrundini, kom hann niður á fleiri væl lagdar rennur; men av forn-gripum fann hann einki uttan eitt træ, sum var skorið í ein boga. Træið var um 1 alin langt, 3—4 tummar breitt og 2 tummar tjúkt, og var eitt hol í hvørjum endanum. Inn í aðra síðuna vóru skornir bókstavir.
autodesk inventor user group buy cheap software lynda.com autocad 2009 essential training best price autocad architecture engineering dimension style in autodesk inventor autodesk mudbox priceHúsið hjá J. H. R. stendur 1 favn frá Hviná; nunnurnar í kloystrinum her skuldu ikki, so lítið sum aðrastaðni, halda seg til nakað mannfólk, men søgnin sigur, at tær kortini fingu børn, og at tey blivu druknað í hesi ánni, og av hvininum ella grátinum frá børnunum, tá ið tey blivu borin út í ánna, fekk hon navn.
Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938