Skip to main content

Eikitoftabáturin

Suðuroyingar høvdu longstu og helst ringastu leiðina at fara til og frá handlinum, tá hann einans var í Havn. Hetta var ivaleyst ein orsøkin til, at teir skuldu vera nakað grammir at handla við loynikeypskip.

Teir høvdu størri bátar enn vanligt til sínar havnarferðir, tað vóru seksæringar, teir nýttu. Hvalbingar høvdu ein, ið var so stórur, at teir høvdu gjørt eina leysa toftu av eik í framskutinum á honum, og røðir til, so teir kundu rógva fjúrtan mans á honum, og varð hann nevndur “Eikitoftabáturin”. Mær er sagt, at navnið kom av hesi toftu, men onkur annar sigur øðrvísi, og tað skal eg ikki trætast um.

Um seinastu ferð hjá Eikitoftabátinum er mær sagt:

Hvalbingar høvdu verið til handils í Havn, men dvøldust eitt sindur, áðrenn teir fóru úr Havn, tað mundi vera fyri mjørka. Ein maður, ið við var, eg haldi hann varð róptur Óli vestan Tún, hevði keypt sær eina øksi; hann brýndi hana, áðrenn teir fóru avstað. Tá helt ein við hann: “Tú brýnir øksina?” “Ja, tað er ikki vist, at eg ikki havi brúk fyri henni, áðrenn vit eru í Suðuroy”.

Teir fóru so avstað og fóru eystanfyri, sum var tann vanliga leiðin, ið hvussu var suðureftir.

Báturin kom ikki leiðina fram til Suðuroyar, hann hvarv. Eitt fremmant skip fór av Havnini um sama bilið sum báturin. Tá soleiðis ber á, og eingin ber boðini heim, verður nógv gitt. At ein slíkur bátur var burturgingin á vanligan hátt, vildu menn ikki trúgva. Tað var tí hildið, at skip hevði verið teimum at bana.

Omma mín, Katrina í Dalsgarði, ið var slektað úr Sandavági, segði mær, at hon, ið var smágenta tá, hoyrdi sandavágsmenn siga, at teir kendu troyggjurnar hjá hvalbingunum uppi á manningini av einum hetlandsskipi, ið var uppi á landi í Sandavági aftan á henda skaðatilburð.

Hon segði eisini, at tað skuldi vera ein annan bát úr Suðuroy, skipið ætlaði at taka, ið fór úr Havn um somu tíð. Hesin bátur fór vestur um Nes og fór vestanfyri og kom fram. Hon nevndi, hvør ráddi á hesum báti, og úr hvørji bygd, hann var, men tað skal eg einki siga um, tí eg eri ikki vissur í navninum á manninum. Hesin maður skuldi vera komin í skuld til loynihandilsmenn, og hann kendi skipið, tí fór hann vesturum og kom sína leið fram.

Jóannes undir Gerðabrekku í Skálavík var dímunarsonur og uppvaksin har, eg minnist hann væl sum gamlan mann; hann skuldi siga, at hann sat og goymdi at gásarungum uppi á Dímun sum óviti sama dag, sum báturin gekk burtur. Hann sá ein bát sigla og skip sigla aftaná, men meiri sá hann ikki, tí tey fóru afturundir og honum úr eygsjón.

Sagt var eisini, at báturin skuldi vera funnin, nokk helst av skipi, og at allar árarnar vóru brotnar í øðrum borði, og at okkurt annað skuldi síggjast á bátinum. Tað var eisini sagt, at Óli vestan Tún skuldi hava verið trimum monnum at bana, áðrenn hann sjálvur fall. Sjálvandi kann orsøkin til hesa giting bert hava verið tað, hann segði, tá ið hann brýndi øksina.

Pápi mín segði, at suðuroyingar ræddust ikki vind at sigla við teimum bátunum, tá slætt var, men teir ræddust meiri fyri, at bátarnir kundu brotna, tá ið óslætt var, tí teir vóru ikki sterkir eftir støddini. At rógva á tómir vóru teir ikki góðir, tí teir vóru so háborðaðir, men sjófestir vóru teir betri. Tá ið ein tunna av rugi og ein “hálvkista” av krambarvørum vóru í part til mannin, tá fyrstani vóru teir sjófestir.

Rasmus á Hamri í Skálavík, ið var slektaður úr Hesti, segði, at hann var við at leggja á sátur í Hesti fyri storm á útnyrðingi, og tá setti ein bátur á segl undan Nesinum, og tað var ein suðuroyingur. So nógvan vind tordu teir at taka upp á seg og fara á Suðuroyarfjørð.

Tað var ikki lætt at trúgva, at slíkur bátur sum Eikitoftabáturin var vanliga burturgingin á summardegi.

Heimildarfólk: Katrina í Dalsgarði, Skálavík, ættað úr Sandavági, Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.