Kappát
Tað var ikki sørt gjørt av at kappeta í Dímun, og tá ið ov nógv varð etið, vóru ráðini at eta hvannir, og orkaðu teir at rulla seg í hvanngarðin, so var sloppið; tá sjaknaði. (Søgumaðurin toldi nógv íkast, varð sagt um hann).
Heimildarfólk: Sunniva Dalsgaard, Skálavík, ættað úr Skopun. Frásøgn eftir Dímunar-Jóannesi í Skopun. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.