Skip to main content

Brillumaðurin í Dali

Brillumaðurin kom til Dals. Fólkið alt rýmdi av bygdini í fjøllini svá skelkað, at lítla Anna í Klæmintsstovu varð gloymd eftir uppi á loftinum úti undir væðingini undir skinnum.

Annars var einans hin hálvbýtti Bed-Óli eftir við hús.

Brillumaðurin með monnum sínum válaði um bygdina, var javnvæl uppi á loftinum í Klæmintsstovu, rendi bugsvørðið niður í kornbingjuni, men gáaði ikki, hvat ið var undir skinnunum har úti undir væðingini.

Síðan tvingaði hann Bed-Ólan til at fylgja sær hagar, fólkið var farið. Óli leiddi hann út í bergið og ætlaði at stoyta honum oman, men tað miseydnaðist.

Tjúkt var í mjørka. Tá hoyra teir tarv ýla. Tað hljóð havdi Brillumaðurin aldri hoyrt og spurdi, hvat tað var. Óli sagdi tað vera ræðulig villidjór. Tá kom ótti á Brillumannin, og hann fór aftur um borð.

Heimild: Úr bókini hjá Kristiani Osvaldi Viderø “Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.