Grevstur á Mykinesi
“Hetta verður sum grevstur á Mykinesi”, plagdu fólk at siga um jarðarstykki, sum ikki vildi valla aftur.
Einaferð vóru allir mykinesmenn burturgingnir. Eftir livdu bert konufólk, børn og ein gamal maður, so tey fingu ikki boð inn á land um, hvussu til stóð.
Tá fór hesin maðurin við nøkrum konufólkum at grava ein sorta av, so at hetta kundi síggjast inn á land, og so fingu tey boð frá sær, men hesin sorti er ongantíð afturvallaður, tí tað er so vindsamt, at grasið festir ikki røtur.
Heimildarfólk: Niclas Niclasen, Norðri í Stovu, Sørvági. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.