Dala-Jákup
Elsti sonur Páls í Dalsgarði æt Jákup. Hann festi ikki garðin og doyði ógiftur. Hann læt bróðurin Rasmus festa, ið var giftur við Gretu Müller, dóttur prestin Müller í Kvívík, ið var giftur við hini tiltiknu “Illu Onnu”, ið millum onnur brøgd, hon gjørdi, rak ein fúta út í Tinganes. (At reka mann út í Tinganes, var tað sama sum at reka hann av landinum).
Rasmus festi 21.11.-1727. Jákup búði inni undir Heygsgarði, og hann læt festið til bróðurin við tí treyt, at hann skuldi fáa tað, ið 2 merkur góvu av sær, flutt fyri dyrnar.
Hesa treyt tók hann sjálvur ikki eftir bókstavinum, tí einaferð tá ið Greta fýltist á, at Rasmus svav ov leingi á morgni, tá helt Jákup fyri: “Hevur konufólkið nálgað bróður upp í seg, so skal tað eisini lata hann fáa frið at sova á morgni, tí eg skal arbeiða fyri báðar”. Dala-Jákup, ið hann var kallaður, var raskur at arbeiða, men eitt bukali skuldi hann vera, ikki dugdi hann at brýna líggja, sum gav at bíta, einaferð Dalsgarðsmenn vóru í grind. Jákup var ikki í grindini, og hann setti so á at sláa “Innasta Gerði”, og hann sló alt “Innasta Gerði” úr og í ein dag, men bakkarnar hevði hann ikki tíð at hakka. Hetta varð hildið vera ófør dagsgerð, men tá var eingin líggi útberandi á garðinum, fyrr enn brýnt varð av nýggjum, tí hann hevði brúkt allar og kastað, so hvørt sum óhvast varð.
Enok Thomsen, Skarvanesi. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.