Smiðurin uppi á Trøð. Undir Hagabrekku í Skálavík
Smiðurin hevði verið í Húsavik og smíðað. Hann fór so aftur til Skálavíkar, men kom ikki fram. Leitað varð eftir honum, leypurin við smíðtólunum stóð á gøtuni við Líðargarð. So vistu menn, at hann var farin oman “undir Helli” at sláa kobbar, sum hann var vanur, og har varð hann funnin druknaður í Kobbahylinum. Menn hildu, at hann hevði verið í takferð við ein kobba, verið áhaldsin og slysaður.
Hetta varð hildið at vera ein gudsdómur, tí eina aðra ferð, hann hevði verið á kobbaveiði í sama stað, fór ein kobbi á sjógvin við honum á bakinum, men svam aftur á land við honum. Tá var hann so harðhjartaður, at hann drap kobban.
Waldemar Dalsgaard, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.
Hesin smiður skuldi høgga tað kol, hann nýtti til at sjóða við, undir Keksi, tað er innast á Torvunøsbarminum undir Skálhøvda, men har er niðurfyrilopið nú. Hann fekk eisini tað kopar, hann nýtti til at lodda við, undan Høvdanum.
Tróndur Pætursson á Trøð, Skálavík. Úr bókini hjá Jóannesi Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978.