Skip to main content

Hanus

Í eldri tíðum skuldi ein av húsabóndunum, ið æt Hanus, vera sera hegnigur. Hann var ein av Føroya bestu monnum, bæði sum bóndi,  útróðrarmaður og smiður.  Men hansara ídni til alt slíkt førdi við sær, at hann ikki virdi seg sjálvan at vera minni, enn hann var. Teir, ið øvundaðust inn á hann, eyknevndu hann Óða Hanus.

Í hansara tíð gjørdu fólk lítið av at hava nógvan pening við, tá ið tey fóru til handils; men javnliga var tað troyggjur, hosur, lýsi, stokkfiskur og tálg og tílíkt, ið brúkt varð í staðin fyri pening.

Hanus legði stóran dent á, at hann hevði mest av hesum lutum við sær, tá ið húsamenn fóru til handils. Einaferð hann saman við bygdarmonnum var á handilsferð til Havnar, varð tosað mann og mann ímillum um mangt og hvat. Og at enda kom upp í tosið, hvør av bátsskipanini ið mundi hava virkað flestar lutir til hesa ferð. Her fekk Hanus at frætta, at ein annar í ferðalagnum hevði ein part av hosupørum meira enn hann. Illsinni spann í hann, og meðan báturin fór fram við Lambavík, tveitti hann øll síni hosupør yvir borð.

Hanus var av bestu seyðamonnum. Saman við húskøllum sínum røktaði hann í øllum hagapørtum á Húsum. Og hvat ið var meira sjáldsamt, húskallarnir hildu nógv av honum.

Men sera margháttligur maður var Hanus. Ein morgun um várið, tá ið hann á eini ferð í haganum var komin norður á Mjóá, stóðu í einum bóli fimm seyðir, hóast veðrið var at kalla gott. Slíkan seyð vildi hann ikki eiga. Hann dró knív úr slíðra, og alt fyri eitt svævaði hann teir allar fimm.

Dósi, Pætur og Hanus ætlast at hava livað samtíðis, stutt fyri ár 1700; sonur Hanus giftist nevniliga um ár 1720 við dóttur múlabóndans (Guttorm); hon var annars so gávumild og blíð, at hon kom at ganga undir navninum Góðakona.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933