Hvíta krákan uppi undir Varða
Enokkur visti at siga frá manni í Tórshavn, sum havdi mist dýran knív uppi undir Varða.
Maðurin fór seinni til Noregs. Har kom hann inn í hús, har hann sær knívin, sum hann misti uppi undir Varða. Albilsin spyr hann konuna í húsinum, hvørnveg knívur hans var komin hagar. Konan spurdi hann, hvørt hann hevði sæð eitthvat merkiligt har uppi við Varða í Thórshavn.
“Jú,” svaraði hann, “eg sá har hvíta kráku”. “Ja,” segði konan, “krákan, tú sást, var eg. Mjólkin, sum tú drekkur, er úr Langafjósi á Trøðini í Skálavík.”
Síðani bað hon hann geva sær lokk av hári sínum; men skiparin, sum maðurin sigldi við, bað hann geva henni nakrar trevsur úr mátrassini, sum líktist hári.
Ið teir síðan vóru komnir aftur til havs, kom mátrassin fúkandi upp gjøgnum kappan og út á sjógvin. Tá segði skiparin : “Nú sært tú, hvørt tú hevði farið, ef tú hevði givið henni hárlokk av tær.”
Heimildarfólk: Enokkur á Skarvanesi. Úr bókini hjá Kristiani Osvaldi Viderø “Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.