Skip to main content

Ærin

Tummas Jákup Thomsen og Kristian, ein sonur Ivar Olsen, vóru báðir seyðamenn í norðara parti á Skúvoy. Eitt várið var knappliga komin ein lendamorreyð ær í Høvdan. Hon gekk við døkkum træspjaldri.

Tá ið menn vóru á fjalli, eydnaðist tað ikki at fáa hesa fremmandu ær í rætt. Hvørki teir menn, ið røktu norðara part, ella teir, ið røktu sunnara part, vistu um henda seyðin.

Um heystið, tá ið menn fóru at taka veðurlomb, lá fremmanda ærin niðarlaga á høvdanum. Óðalsbóndi Jóhan Hentze, ið enn livir og var um 80 ára gamal, var millum teir, ið á fjalli vóru. Hann hevur sjálvur sagt mær frá hesum tilburði.

Tummas Jákup og Jóhan vóru á einum máli, at teir máttu royna at fáa ta fremmandu ærina við í rætt, so teir kundu síggja, hvør ið eiga mundi. -
Fremmandi seyðurín helt seg altíð aftarlaga í gonguni, og Jóhan var so nær henni, at hann, um hann vildi, kundi taka hana, tá ið teir vóru tætt hjá rættini. Men tá tonkti hann ikki um tað.

Tummas Jákup hevði sett sær í høvdið, at hann skuldi hava greiðu á, hvat tað mundi vera fyri ein fremmandur seyður, ið gekk í haganum, og hann fór tí beinanvegin inn í rættina og rætti hondina út fyri at taka ærina, Men í tí hann so gjørdi, var hon burtur og sást ongantíð aftur.

Allir fjallmenninir høvdu sæð seyðin, og allir vóru ivaleysir í, at hann var komin inn í rættina við hinum seyðinum.

Várið eftir vóru fleiri av bygdarmonnunum í Skúvoy niðri við lendingina og drógu bát niðan. Nakrir stóðu ovari og togaðu í línuna, sum var fest í barðholið á bátinum, meðan aðrir vóru staddir niðri við bátin og hildu honum á rættkjøli undir dráttinum.

Knappliga breyt ein stór havalda inn yvir bátin og teir menninar, ið hildu honum. Báturin holvdist. Og tá ið óløgið fór út aftur, tók tað við sær báðar seyðamenninar Tummas Jákup Thomsen og Kristian Olsen. Teir sóust ongantíð aftur.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933