Skip to main content

Kálvur lítli

homework help urban vs suburban college paper buy water is life essay college essay reflectionKálvur lítli var síðsti katólski prestur í Sandoy í Føroyum. Herviliga grammur var hann í skapi, hádingsmaður og ein rættur óflýggjakroppur, og eru harum enn ymsar frásagnir.

Kletta- og Skarðsbøirnir (»norðuri á Bø« heima á Sandi) eru áfastir við prestagarðsbøin í Todnesi, og norðbinganeytini (neytini norðuri á Bø) vóru Kálvi so bágin við heimagongu á Todnes bø. Ikki hugnaði honum hetta. Hann legði tá fótonglar tætt innan fyri grindina, sum hann læt standa opna til at lokka tey fremmindu neytini inn á bø sín. Um morgunin, tá ið hann hugdi út ígjøgnum gluggan, hevði hann tann stuttleikan at síggja ein hóp av neytum liggja dottin um rygg tætt innan fyri grindina. Hann bretti sær við, tí at bragdið var gingið honum so væl í hond, fór læandi innar í roykstovuna og segði við húskallarnar: »Grímurnar uppi á Bø, nú spjálka tær kleyvum innan fyri grind í morgun!« Stinnur titaði prestur inn um grind, gleðandi seg til at síggja norðbinganeytini føst í fótonglunum, men varð honum dátt við dagin, tá ið hann sá, at tað vóru hansara egnu neyt, ið har lógu, og flestøll av teimum longu deyð. Tá græt Kálvur lítli. Tað er bæði fyrsta og síðsta ferðin, at tað frættist, at hann hevur grátið.

Kálvur læt gera sær gróthús á hólminum í Sandsvatni; har goymdi hann kjøt og annan mat. Løgarsteinar læt hann leggja úr tanganum í Todnesi út í hólmin at ganga eftir. Men synirnir vóru so grammir at stjala kjøt frá pápanum. Ein vetur fóru teir eftir ísinum og miðaðu eftir løgarsteinunum. Teir hava tó ikki verið beint uppiyvir: kelda var í ísinum; hann brast undir teimum, og teir druknaðu allir, seks í tali — hin sjeyndi var eftir; hann var ongantíð uppi í teirra skálkastrikum. Tá ið hetta frættist í Todnes, tá græt Kálvur lítli ikki (tó súrnaði hann í eygunum, sigur søgan).

Kálvs menn høvdu havt fjallgongu í Fjalshaga eitt árið, og Kálvur var farin á rættina til teirra — Klovarætt var tað, innan fyri bøgarðarnar undir Hamri (tætt undir rygginum, ið gongur ímillum vøtnini). Meðan hann stóð og handlaði seyðin, slepti ein av húskøllunum, sum hevði agg tíl Kálvs, einum veðri, sum hann helt á, beint á prestin. Veðurin rendi høvdið fyri bringuna á honum, so hann fall víðopin. Kálvur reistist upp aftur tigandi; men tá ið hann fór av rættini, segði hann við húskallin; “Goldin skulu kultrini úr Slavansdalinum vera tær” (Slavansdalur er undir fjalli í Fjalshaga).

Summarið eftir vóru teir, Haraldur Kálvsson og hin nevndi húskallurin, farnir til bakka at síga í fuglabergið tað, sum rópast “á Drang”. Dagin tann, ið teir skuldu verða drignir upp aftur úr berginum, sást Kálvur at ganga aftur og fram úti við eggina. Haraldur segði tá við húskallin: »Í dag man faðir hava í huga at løna tær bragdið, ið tú gjørdi honum á rættini í heyst; man tað skjótt fara at vera víst; skift um klæði við meg!« Húskallurin so gjørdi, og Haraldur bant seg fyrstur í línuna. Tá ið hann var komin so langt upp, at Kálvur helt seg kenna húskallin á klæðunum, tók hann fram eina brýnda øks, sum hann hevði fjalda undir skikkjuni, setti høvdið út fyri og ætlaði at høgga línuna tvørtur av. Haraldur, sum hevði havt hann í eygsjón, rópaði tá: “Høgg tú, um tú vilt! Eg eri sonur tín kortini.” Kálvur kendi røddina á soni sínum og goymdi øksina aftur; men tá ið sonurin var komin upp heilur og var loystur úr línuni, var hann so illur, at hann bangaði pápan. Húskallurin slapp tá heilur upp eisini og kom ikki aftur til Kálvs síðani.

Árni búði úti í Nesi norðan fyri Hersá (hersi er hvørkikynsorð, tað sama sum hors, t.e. ross. Í Nesi gingu rossini). Kálvur fór til hansara og bað hann koma við sær og hjálpa sær at taka skarvsungar í urðini undir Árnabergi. Teir fóru hagar við báti, men best sum Árni var komin upp á land, róði Kálvur frá aftur og læt hin sita. Ongan veg var gongt heim frá urðini í teirri tíðini; men síðan hevur brimið ruddað so nógv grót burtur, at nú er gongt heim. Har legði Árni síni bein, og Kálvur tók ogn hansara. Enn sæst toftin (Árnatoft), har sum hann búði.

Børn Árna gingu altíð í støðna at biðja fisk eftir tað, at pápin var deyður. Ein dagin hevði Todnesbáturin verið útrógvin — Rasmus Kálvsson var formaður. Kálvur kom og bað bera fiskin niðan í gróthúsið; børn Árna bað hann fara inn í bátin, á floti lá, og fáa sær agn. Sum tey sótu í bátinum, kom Kálvur og skeyt hann frá landi. Rasmus Kálvsson hoyrdi rópini og grátin til teirra og gjørdi seg til at fara eftir teimum í einum øðrum báti; men ovurveður var, ættin lá frá landi, og langur vegur var at draga bátin úr neystinum. Hetta tarnaði hann so nógv, at hann var ov seinur at bjarga teimum. Hann sá bátin við teimum fara inn undir Árnaberg og sorast í briminum. Men Kálvur tordi ikki at koma aftur í ljósmála í tveir dagar; so ræddur var hann fyri soninum.

Ein arbeiðskona hjá Kálvi stóð ein dagin og knoðaði malta. Hon hevði klípt eitt sindur burtur av og bakaði sær ein drýl framíhjá. Kálvur kom gangandi um dyrnar, sá hvat hon hevðist at og smatt avstað aftur. Eina lítla løtu eftir kom hann inn aftur (nú mundi vera bakað, ætlaði hann), og í sama bragdi kipti arbeiðskonan maltadrýlin tíl sín og stakk hann í barmin glóðheitan. Kálvur varð varigur við tað, men lætst ikki um vón. Hann bað hana koma við sær í stundini og bera seg um ánna (hetta var á Sondum, náðinsgarðinum). Hon hevði ongan illgruna og læt sær eftirlíka. Tá ið tey vóru komin at ánni — kvikliga gekk hann — tók hon hann upp á bakið at bera. Hann legði hendurnar í kross, har sum hann kundi ætla, at maltardrýlurin var stungin, og trýsti so á tað fastasta, ið hann orkaði. Hon skar í eitt róp, men hann spurdi, av hvørjum hon rópaði so. Tá í vandanum gekk hon við, hvat hon hevði gjørt. Tað stykki av bróstinum, sum tann heiti drýlurin hevði nomið við, brendist, og fekk hon harav deyðamein.

Ilt var ímillum Kálvs og sonarkonuna (konu Haralds). Ein morgun, tá ið maður hennara var farin út at rógva, spurdi hin gamli hana, hvussu veðrið var. Hon svaraði: “Fagurt veður er; gullið brakar undir fótunum!” Tað var frostið, hon meinti. “Háðar tú meg, so skal eg spotta teg,” segði Kálvur, grammur um tað, at hon helt fragd at honum. Síðan beyð hann arbeiðskonunum í Todnesi, at tær skuldu kynda ein stóran eld “norðuri á breyt” norðan fyri húsini í Todnesi. Hann ætlaði at brenna hana á báli. Men arbeiðskonurnar, ið kyndu, gjørdu tað ógvuliga treyðar og kyndu upp við mold, neytamykju og øllum ruski, at tað skuldi ikki kykna, men rúka dúgliga, og roykurin kom tá eisini at vera so óførur, at sjóbátarnir sóu hann. Sonur Kálvs var á tí miðinum, sum rópast Grynnan og er stutt uttan fyri Salthøvda og endan av Skúgvoy. Tá ið hann sá roykin upp fyri Vørðuna, var honum illa við: “Mestur hevst hin gamli okkurt at í dag!” segði hann og bað hinar rógva til lands. Hann skundar undir teir; allir seta fót í bekk og toga á árarnar. Í urðini í Grótvík settu teir upp, og í somu stund sum Kálvur og menn hansara nøktaðu konu Haralds úr klæðunum til at koyra hana á bálið, kom Haraldur til við sínari bátsskipan og gav pápanum homlubandið so dygt um ryggin. So var hon bjargað. “Hevði tú ikki verið faðir mín, skuldi tú sjálvur farið á bálið,” segði sonurin við pápan.

Eina ferð kærdi Kálvur seg um, at blóðmørurin, ið hann fekk frá húsfrúnni í Húsavík, tá ið hann gisti hjá henni, var ov soltin. Næstu ferð, tá ið hann kom til Húsavíkar at gista, setti hon fyri hann eitt stykki av ein­ari rossavomb, sum hon hevði latið ístur upp í. Tá segði Kálvur: “Mådelig pølse er altid bedst, hvad enten den er af ko eller hest.”

Mong ár eftir Kálvs deyða kom eitt kvøldið harra Klæmint, sum tá var prestur í Sandoy, út undan Skarði (heima á Sandi). Hann sær tríggjar menn koma norður eftir kirkjugøtuni, ein av teimum prestklæddan og gangandi undan. Hinir báðir líkjast ikki natúrligum fólki av nøkrum ættaslagi. Klæmint spyr, hvørjir teir eru, og hvaðan teir koma. Hin prestklæddi svarar: “Eg eri Kálvur lítli, ið prestur var í Sandoy, og hinir báðir eru djevlar úr helviti, ið fylgja mær eftir.” “Hvar ætla tit at fara?” spyr Klæmint prestur. “Vit ætla okkum undir Skarð; menn har hava so ofta heitt á okkum í kortspæli, og nú eru vit komnir at finna teir.” “Støðgið mær her eitt sindur, meðan eg fari heim til húsa!” sigur prestur, fer heim og letur seg í prestakjólan. Teir bíða, til hann kemur aftur, og so allir undir Skarð. Har sita menn og spæla kort við illbønum, blót og bannan. Eitt ókunnugt er komið uppí og vinnur í heilum. Ein maður missir eitt blað undir borðið, vil taka tað upp og sær tá, at einki skil er á niðurpartinum á hesum fremminda. Prestur kemur inn, gevur kortspælarunum hvassa áminning, tekur kortini, koyrir tey í eldin og leggur dýrt við, at so leingi hann er prestur í Sandoy, skal ikki kortspæl vera aftur undir Skarði. So borar hann hol í stovubróstið og rekur fanan út ígjøgnum. Fólkið grætur ella liggur í svímilsi, men prestur lýsir Guds frið og signing yvir tey og fer so út aftur til teir tríggjar, ið standa og bíða fyri durunum. “Tit skulu fylgja mær aftur í sama stað, sum eg hitti tykkum,” sigur hann við teir, og teir fylgja. “Nú skulu tit støðga,” sigur prcstur og tekur at lesa og reka djevlarnar niður ígjøgnum eina hellu. Væl gongur í hond. Kálvur er eftir; tað gongst so treytiliga at fáa hann niður; tá ið komið er at eygnabrúnum, stendur fast, og mátturin vil ganga frá presti. Hann lítur upp og biður Gud hjálpa sær; tá signar Kálvur og gongur undir hellurøðina. Í sama bragdi ripar prestur hælkappan í bollan á honum og biður hann fara til helvitis aftur, sum hann er frá komin. Hælkoytan sæst enn í helluni. Men tá ið prestur kom aftur at húsum, var hann so dravvátur, sum hann var drigin frá grunni.

Kálvi lítla leiddist at vera í Føroyum. Hann fekk tá at frætta, at slotsprestur hjá kongi var deyður, og fór niður, tí hann ætlaði sær at fáa tað embæti. Men hann varð ov seinur, tí ein annar var longu komin í staðin. Kálvur gav seg tá út fyri bartskera til at raka skegg, og kongur tók hann til bartskera sín. Ein dagin, sum hann stóð og rakaði kongi, segði kongur við hann, at um hann blóðgaði seg, skuldi hann missa lívið. Tá var eftir undir kvørkrunum. Tá ið Kálvur rakar tvørtur um barkaknøttin, sigur hann við kong: “Hvør ræður nú fyri londum?” “Tær og vær,” sigur kongur. “Hevði tú ikki sagt hatta, so hevði eg hugsað at skorið teg út úr kýlinum,” sigur Kálvur. “Tað hugsaði eg eisini, at tú mundi gjørt, um eg hevði svarað øðrvísi enn eg gjørdi,” svarar kongur. Síðan varð Kálvur lítli tikin og dømdur frá lívinum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.